Vártúrtur 2026

Samla tína patrulju og kom við á vártúr.

Ein kappin fyri skótapatruljur í øllum aldri. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, ein fyri skótar undir 18 ár og ein fyri skótar yvir 18 ár.

Um vártúrin:

- Túrurin skal vera 20km.  

Er teinurin ov langur at ganga yvir ein dag, so kunnu tit ganga teinin yvir tveir ella fleiri fylgjandi dagar.

- Tit velja sjálvi hvar leiðin gongur

- Tit skulu velja ein dag ella fleiri í apríl 2026 at ganga

- Tit skulu fylgjast sum patrulja (3-8 luttakarar)

- Tit fáa uppgávur at loysa á túrinum. Tess fleiri tit loysa, tess størri er møguleikin at vinna kappingina.

- Allir luttakarar skulu melda til. Luttøkugjaldi á kr. 50 er fyri merkið ið tit fáa, og fyri vinningin ið verður vinnarapatruljunum í báðum aldursbólkum.

Melda til her: Klubmodul.dk - Nem klubadministration

klaksvíksskótar.jpg

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram