Lilla Gøta - Felagskapur
Samleiki
Hugleiðing
Hvat er ein úlvur, ein títlingur ella ein skóti? Hvat eyðkennir okkum og hvat knýtir okkum saman? Samskipanirnar vit hoyra til hava siðir og symbolir, ið eru týdningarmikil partur av samleikanum. Tá vit til dømis rópa ‘BRAVO’ í staðin fyri at klappa, so er hetta ein partur av samleika okkara og vit kenna okkum sum úlvar/títlingar/skótar.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Hoyra um samskipanina | Kenna tey ymisku liðini og leiðsluna í samskipanini, tí tað er altíð umráðandi at vita, hvaðani ein kemur. |
Læra um búnan og siðir | Samskipanirnar hava ymiskar siðir, og tað er gott at vita hvat ið onnur gera, borið saman við okkum sjálvi. Serliga tá ið vit eru saman til felagstiltøk. |
Hoyra søgu um Mowgli | Mowgli hevur nógv at týða fyri úlvar. Bæði úlvar og títlingar kunnu læra nógv av hansara djóravinarlagið, hugsjón og góða sinnið. |
Hugskot til fundir
Hoyra um samskipanina:
Fáa vitjan úr hinum liðunum og kenna eyðkennini hjá teimum ymisku liðunum. Eisini ber til at fáa vitjan av landsleiðsluni.
Læra um búnan og siðir:
Tekna 5 ymiskar tekningar av búnanum. Ein er røtt. Hav sum part av eini kapping, at úlvarnir/títlingarnir skulu gita, hvør er tann rætti búnin.
Tóman búna, legg merkini har tey hoyra heima
5 myndir av búnum við merkjum á (hvat er rætt og hvat er skeivt)
Hoyra søgu um Mowgli:
Lesa søgur úr bókini ‘Søgurnar um Mowgli’ ella síggja filmin ‘Junglebogen‘ ella ‘Junglebogen 2’.
Sangir um Mowgli eru at finna undir Stuðlandi tilfar
Leinkið til postarenning um Mowgli: http://www.idespejd.dk/kongens-ankus