
Góði skóti ella leiðari
Her hevur tú eina venjingarætlan, sum tú kanst brúka tá tú leggur patruljufundir og liðfundir til rættis. Uppgávurnar í venjingarætlanini verða stigvíst verri at loysa.
Venjingarætlan til skótar, ungdómsskótar og rovarar er herundir
Raðfylgjan, sum skal fylgjast er henda:
Í skótaroyndini skulu allar uppgávurnar loysast.
Tá tú hevur staðið skótaroyndina, hevur tú rætt til at bera Smæruna hjá Føroya KFUK skótum.
Smæruvenjingarnar eru uppbygdar soleiðis, at patruljan arbeiðir í felag við nøkrum
givnum uppgávum og velur sjálv aðrar uppgávur at arbeiða við. Nøkur dømi eru
undir hvørjum evni. Men tit hava eisini møguleika fyri sjálvar at velja eina uppgávu
undir sama evnið ið tit halda hóska betri til tykkara patrulju.
Til tykkum leiðarar: Tá ið tit fyrireika legur og skótafundir, so er gott at tiltættaleggja tað eftir venjingarætlanini, soleiðis at so nógvir skótar sum gjørligt koma ígjøgnum venjingarætlanina.