Ein postarenning hóskandi til títlingar ella yngri skótar.
Evnið eru stjørnumyndir og sagnirnar aftanfyri stjørnumyndirnar.
Intro: Longu í fornøld, hildu fólk at nakrar stjørnur hoyrdu saman, tí tær líktust myndum.
Fólk byrjaðu tí at geva stjørnumyndunum nøvn og kallaðu tey eitt nú svanin, leyvan og líknandi. Serliga vóru tað gomlu grikkararnar ið funnu nógvar stjørnumyndir og góvu teimum nøvn, ofta vóru myndirnar djór ella persónar, so sum teir gudarnar ið teir trúu uppá. Í dag, verður tað tosað um 88 ymiskar stjørnumyndir, og kanska kenna tit onkra?
Man kan brúka stjørnumyndirnar sum eitt kort yvir himmalin, soleiðis sum vit síggja hann frá jørðini.
Tá man hyggur at stjørnumyndunum, sær tað út sum um at tær liggja tætt saman, men í veruleikanum liggja stjørnurnar í stjørnumyndunum fleiri ljósár frá hvørjari aðrari!
Tað sær eisini út sum um at stjørnumyndirnar flyta seg, tí tær eru ikki altíð sama stað á himlinum. Men tað eru ikki stjørnurnar ið flyta seg, tað er jørðin ið snarar runt um seg sjálva eina ferð um døgnið.
Í dag fari vit út at hyggja at stjørnum og stjørnumyndum.
Skótarnir býta seg í patriuljur
Umleið 10 min á hvørjum posti.
6 postar í alt
Printa neyðuga tilfarið út áðrenn, sí leinkjuna herundir.
stjørnupostarenning.pdf