Flaggberi
Flaggberi er eitt dugnaðartekin ið er ætlað eldri skótum og ungdómsskótum.
Endamálið er at skótarnir, umframt at fáa vitan um flaggið og flaggsiðir, eisini verða eggjaðir at tora at standa framm sum flaggberar.
Hettar er eitt merki, ið liðleiðarin ella bólkaleiðarin kann handa teimum ið liva upp til krøvini.
Vit leggja upp til, at leiðarar við høvuðsábyrgd seta seg inn í krøvini til merkið og geva skótunum ið ynskja at taka merkið møguleika fyri at vera flaggberarar, so møguleiki er fyri at røkka krøvunum.
Fyri at fáa merkið flaggberi, skalt tú kunna krossa hesi punktini av:
⭕ Eg havi verið flaggberi til skrúðgongu, guðstænastu ella annað tiltak við flaggberarum. (Patruljustandarar telja ikki við, men høvuðsfløgg so sum Merkið og Altjóða smæran)
⭕ Eg dugi at vinda flagg í stong
⭕ Eg dugi flaggknút og rættan knút
⭕ Eg kenni flagglógina. sí leinkju: Flagglógin
⭕ Eg veit hvørjir dagar og til hvørjar høgtíðir vit flagga í fullari og heilari stong. Sí leinkju: Flaggdagar
⭕ Eg kenni norðurlendsku fløggini
⭕ Eg kenni mátini á merkinum
⭕ Eg dugi flaggsangin
⭕ Eg kenni føroysku flaggsøguna
⭕ Eg dugi at fara væl um flaggið og at falda og rulla tað á rættan hátt.
⭕ Eg havi luttikið í flaggdagshaldi
⭕ Eg dugi at vísa virðing fyri flagginum
Tað er ungdómsnevndin hjá Føroya KFUK skótum ið eigur hugskotið til hjálparleiðaramerki.
Tær hava staðið fyri øllum innihaldinum.
Tað er Karina Utvæl Eliassen ið hevur teknað merkið. Merkið er vovið og í góðari góðsku, og kostar 10kr stk.
Ynskja til at keypa hjálparleiðaramerkir, so kunnu til skriva til okkum á kfukscout@gmail.com og sig hvussu nógv merkir vit ynskja.
