Reyða Gøta - Sjálvbjargni
Trygd
Hugleiðing
Vanliga verður trygd tryggjað við leiðreglum og vegleiðing, ið leggja upp til trygt umhvørvi og tryggar mannagongdir. Grundleggjandi er ábyrgdin at vera ansin hjá tí einstaka, soleiðis at ikki vandi er á ferð. Úlvarnir/títlingarnir eru ov ung at hava hesa ábyrgd sjálvi, men talan er um hugburð, og tí er ongantíð ov tíðliga at læra um trygd.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Vitja brandstøð, sjúkrahús ella løgreglustøð | Tað er nakað heilt annað fyri ein úlv/títtling at sleppa at síggja ella royna nøkur ting á einum sjúkrahúsi ella á eini brandstøð. |
Kenna vanligu ferðslureglurnar fyri gangandi fólk | Úlvurin/títlinguri skal læra týdningin av at ferðast trygt í ferðsluni. Tí hetta kann hjálpa úlvinum/títtlinginum at ferðast trygt á egnum fótum í ferðsluni. |
Vita um vandar í heiminum | Tað er sera umráðandi, at børn læra um vandar í heiminum, so at tey kunnu verja seg móti teimum. Tað kann vera t.d. at seta sítt glas longur inn á borðið, soleiðis at tað ikki dettur á gólv og brotnar, so tey kunnu skera seg av tí ella ikki at fara út úr einum rúmi, har livndi ljós brennur. |
Hugskot til fundir
Vitja brandstøð, sjúkrahús ela løgreglustøð:
Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin.
Kenna vanligu ferðslureglurnar fyri gangandi fólk:
Hugskot til gangandi ferðslulæru er at fáa vitjan av løgreglufólki íð greiðir frá.
Ganga ein túr har greitt verður frá um ferðslureglurnar.
Vita um vandar í heiminum:
Gera “vandar” í skótahúsinum. Og síðani tosa um vandarnar og hvussu ein kann sleppa undan, at ólukkur standast av teimum
Livandi ljós
Heitar plátur á komfýrinum
Gløs, ið standa illa fyri
Ting, ið ein kann detta um á gólvinum
Hurðar, ið kunna klamsa á fingrar