Jólapostarenning
Postur: Forteljið hvørjari aðrari hvat, ið tit gleða tykkum mest til á jólaleguni.
Postur:
Veljið ein jólasang og syngið hann hart saman ímeðan tit ganga fram til næsta post. Ella stillið tykkum uttanfyri eini hús í grannalagnum og syngið fyri fólkunum har inni.
Postur:
Hyggið upp í himinin og vita um tit síggja eitt stjørnuskot. Síggja tit eitt, so ynskið tykkum okkurt gott. Men minnist til, um man sigur ynskið hart, so fer tað ikki at henda :)
Postur:
Finnið uppá eina jólasøgu. Allar í patruljuni skiftast um at siga ein setning í part. Skiftist um inn til søgan er liðug.
Postur:
Jólini eru ein kærleikahátíð: Tosið saman um hvat tit kunnu gera fyri at gleða onnur ið tit eru góðar við.
Postur:
Vitið hvussu nógvir jólasangir tit duga. Ein byrjar fyrstu reglu av einum sangi, tann næsta byrjar fyrstu reglu av einum øðrum sangi, blívið við so leingi ið tit kunnu koma í tankar um fleiri jólasangur
Postur:
“skótin er hjálpsamur”
Á veg til næsta post skal helvtin av patruljuni vera blind (man skal blunda) og hinar hjálpa tí blindu til næsta post. Tit mugu leiðast og fortelja tí blindu um tað eru steinar og annað ið hon skal ansa eftir
Postur:
Nú skulu tit bakka allan vegin til næsta post
Postur:
Onkur tykkara hevur verið skóti leingi onkur styttri tíð. Forteljið hvørjari aðrari um eina av tykkara bestu skótaupplivingum.
Postur:
Standið ovast í bønum og Morsið hendan setningin við lummalykt oman til tykkara leiðarar. Um setningurin verður morsaður rætt- so gevur tað ein fyrimun tá tit koma inn :)
---/-.-/-.-/.-/.-./.-// .-.././../-../.-/.-./.-/.-.// ./.-./..-// …././../--/.../../-./...// -.-/.-../---/-.-/.-/.../-/..-//---/--./..-./../-/-/.-/.../-/..-//