1Føroyskir skótar eru vit,
og hvat tað týðir, vit vita.
Og lyftið góvu ein fagran dag,
í enni várt er tað ritað:
Við Gud´ og landi og fosturstrond,
har lagnan okkum býður,
Til reiðar allar tíðir við hjarta, hug og hond.
2. Til reiðar! Hoyr tann ódnarstorm,
ið yvir heimin ríður!
Spenn bogan væl og hvess tín ørv,
nú eru broytingartíðir.
Vit knýta okkara brøðraband
í vinalag og gaman,
so sjóða vit okkum
1)Sum skóti má eg duga mangt og hvat, fallera
at stoppa hosur og at gera mat, fallera
at knýta knútar minst í hundrað tal, fallera
nei, skótalívið er ei bara spæl. Fallera
2)Alt djóralívið skal eg kenna væl,
frá loppuni og upp til royðrarhval,
eg vita má, hví fuglur verpur egg
og hví ein geitabukkur hevur skegg.
Til kappingar í hagan farast skal,
sjálvt um hann setir greflig heglingsæl, har hjálpir ei við gremjan ella grát´,
um so patrúljan øll gerst buksuvát.
Og nakað er, sum rópast semafor,
men tað er einki ringt, nei ikki spor,
tú tekur bert ein heygg og so tvey fløgg,
tað er tað heila - tað er einki skrøgg.
Ein skóti hann upplivir mangt og hvat,
og serliga tá hann skal gera mat,
hann búffina kann fáa til ein stein,
og pannukøkur moyrar eins og bein.
Vit eiga flokkar nú í hópatal,
men ikki duga allir líka væl,
at Másin bestur er til alla tíð,
tað halda vit sum honum eru í
Erling Isholm