Grøna Gøtan - Náttúran
Fjøran
Hugleiðing
Fyri at taka hesa gøtuna, er neyðugt at fara oman í fjøruna ella møguliga til eina á. Hetta kann gerast á einum fundi um tað er møguligt í heimbygdini/býnum. Annars er hetta eitt gott virksemi at hava á einari legu ella á einum gongutúri framvið sjóvarmálanum. Av tí at hetta virksemi er uttandura, er passandi at gera hetta summarhálvuna. Minnist til at vera í bjargingarvesti.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Finna skeljadjór | Fjørurnar eru ymiskar, og tískil hava bólkarnir ymiskar fyritreytir fyri at leita eftir skeljadjórum. Tí verður lagt upp til, at hetta eisini kann umfata fjørudjór ella ‘lív’ - sum kann vera bæði plantur og djór. Á henda hátt kann virksemi leggjast til rættis eftir umstøðunum á staðnum. |
Leggja løðarsteinar um eina á | Hetta virksemi kann eisini vera at gera eina byrging um eina á. Løðarsteinar: steinar at traðka á, tá ið gingið verður um ánna. Eisini kallaðir ‘vassisteinar’ |
Gera ein prýðislut við tilfari úr fjøruni | Alt kann nýtast. T.d. kunnu fliður fáa mála ymisk andlit, smiley, osv. Annað dømi er, at einans rusk og burturkast verður nýtt. |
Hugskot til fundir
Finna skeljadjór:
Mangt er at gera í fjøruni. Úlvarnir/títlingarnir kunnu stinga fliður, leita eftir krabbum, hyggja at vatnloppum, taraloppum, fuglum, tara og møguliga seyði, sum er í fjøruni.
Eisini er sera hugnaligt at fara á seiðaberg. Um tað ikki er árstíð fyri fisk, er møguligt at tey kunnu fiska fløskur ella boyur. Syrg fyri, at tað er fest soleiðis, at tú kanst taka tað, sum flýtur, upp aftur.
Lat úlvarnar/títlingarnar greiða frá ella tekna upplivingina, tá ið tit koma aftur í hølini ella á næsta fundi.
Greið eitt sindur frá um liviháttin hjá teimum djórum og kyknum tit finna. Í bóklinginum xxx finnur tú tilfar um djórini.
Leggja løðarsteinar um eina á:
Finn eina á, sum ikki er ov djúp, og fá úlvarnar/títlingarnar at samstarva um at bera størri steinar um ánna. Eisini ber til at gera eina byrging.
Gera ein prýðislut við tilfari úr fjøruni:
Tað kann verða sett saman sum eitt veggjaprýði, har lutirnir verða settir á eina træplátu, sum er málað ella beisað.
Byggið ein robot úr tí tit hava samlað
http://dds.dk/aktiviteter/aktivitet/117
http://dds.dk/aktiviteter/aktivitet/138
http://dds.dk/aktiviteter/aktivitet/593