SKÓTAROYNDIN
Patruljan skal í felag arbeiða við hesum:
- Finna eyðkenni fyri patruljuna (navn, flagg, sang og dagbók).
- Vita hvussu byrja og enda verður til vanligar skótafundir.
- Vita navn, bústað og tlf. nr. hjá patruljuføraranum.
- Læra um liðið (navn, sang, stovningardag, nøvn á hinum patruljunum, patruljulitir).
- Vita navn, bústað og tlf. nr. hjá liðleiðaranum.
- Duga lóg og lyfti og vita, hvat tað merkir.
- Duga loysnaraorðið
- Læra sangin "Føroyskir skótar".
- Kenna búnan
- Duga alheims skótateknini og hava fylgt eini leið har tey verða nýtt.
- Læra at vinda "Merkið" á stong (nýt flaggknút) og taka tað niður.
- Læra sangirnar "Sjá tú blánar" og "Nú sígur flaggið".
- Kenna flaggsiðirnar.
- Duga at handfara knív, øks og spaka. Telgja ein brúkslut, høgga brenni og grava eitt blástað.
- Duga at kynda bál og gera okkurt "gott" á bálinum.
- Fara í kirkju saman.
- Fara ein túr út í náttúruna, fjøru ella haga, og gera eitt savn við minst 10 lutum, sum tit finna á túrinum.
Nú kanst tú geva lyftið og bera emblemið hjá KFUK skótunum