Andaktir2

Fløkja (Skótalív)2

Skótabálið (Skótalív)2

Sankta jørundsdagur og páskadagur (Skótalív)2

Óveðrið á vatninum (Náttúran)3

So ótrúliga virðismikil – og skapað so ymisk (Náttúran)3

Gud og náttúran (Náttúran)4

Ein opin hond (Sjálvbjargni)4

Dánjal í leyvuhellinum (Sjálvbjargni)5

Sum í blindum... (Sjálvbjargni)5

Tann klóki sonurin (Skapandi virksemi)6

Listaverk (Skapandi virksemi)6

Hugflog (Skapandi virksemi)7

Sámáriubúgvin í skúlagarðinum (Felagsskapurin)8

Øvundsjúka (Felagsskapurin)8

Órættvísi (Felagsskapurin)9

Forkirkjan (Kristnikunnleiki)10

Hvítusunna (Kristnikunnleiki)10

Bræv Paulusar ápostuls um Harry Potter (Kristnikunnleiki)11

Pílagrímsferðir12

Eg eri lívsins ljós (Skótalív)12

Guds skapanarverk (Náttúran)12

Friður (Sjálvbjargni)13

Stjørnuhimmalin (Skapandi virksemi)13

Tøkk og fyrigeving (Felagsskapurin)14

Vit fara í kirkjugarðin (Kristnikunnleiki)15

Keldur:

Patrulje-andaktsboka, Norges KFUK- og KFUM-speidere

Pilgrimsvandring med børn og unge, Elisabeth Lidell og Anette Foged Schultz

www.detmedgud.dk

www.dbs.dk

www.spejdernet.dk


Andaktir

Fløkja (Skótalív)

Tá ið vit arbeiða við knútabondum ella tveini, verður alt viðhvørt ein fløkja. Millum vinir kann fløkja eisini vera í vinalagnum. Vit klandrast, verða óvinir og práta kanska ikki meiri hvørt við annað. Tað er hart, tá ið soleiðis verður, og tað kann verða trupult at greiða fløkjuna aftur – ofta vita vit heldur ikki, hvussu vit skulu bera okkum at við tí. At gera upp, vera fyrstur at biðja um umbering og at fyrigeva er ikki altíð so lætt.

Onkuntíð er eisini fløkja í sambandinum millum Jesus og okkum. Tað kennist, sum hava vit ikki samband við hann og tað er, sum at hann er so langt burturi. Men Jesus hevur sagt: ”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.” (Matt 7,7). Og tað eru hesi orðini, vit ikki mugu gloyma. Tú ert virðismikil í Jesu eygum, og tí er tað so týðandi, at tú prátar við hann hvønn dag. Bøn er at práta við Jesus um alt. Jesus lærdi okkum eisini at biðja: ”Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda”.

Bøn: Góði Jesus. Takk fyri, at tú altíð stuðlar okkum og at tú gevur okkum dirvi, tá ið okkurt trupult er. Takk fyri, at vit kunnu práta við teg um gleðir og sorgir. Takk fyri, at tú ongantíð verður troyttur at lurta eftir okkum. Faðirvár…

- o -

Skótabálið (Skótalív)

Hevur tú nakrantíð sitið við eitt bál og bara hugt inn í bálið? Tað er undarligt, sum logarnir eru hugtakandi! Summi kunnu sita í tímar og bara hyggja inn í bálið – og als ikki keða seg.

Á skótalegum og skótaferðum brenna vit onkuntíð bál. Vit savnast um bálið, við bálið verma vit okkum, gera mat, hvíla okkum, práta saman og hava legubál.

Eisini í gomlum døgum savnaðust fólk um bálið. Í Bíbliuni stendur ofta um eld og logar, tá ið sagt verður frá, tá ið Gud er serliga nær menniskjum. Soleiðis var tað eisini á hvítusunnu, tá ið Gud sendi Heilaga andan.

Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla. (Áps 2,2-4).

Skótabálið hjá okkum kann eisini vera ein mynd um, at Gud er nær. Tá ið vit sita og hyggja inn í bálið, verða vit ofta still og kenna okkum trygg. Gud er góður við okkum og vil tí eisini vera nær hjá okkum. Hann er nær hjá okkum, og bálið kann hjálpa okkum at minnast til tað.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at tú ert góður við okkum og ert nær hjá okkum. Lær okkum at vera góð hvørt við annað, stuðla hvør øðrum og bera yvir hvør við øðrum. Faðirvár…

- o -

Sankta jørundsdagur og páskadagur (Skótalív)

Tað, vit vita um Sankta Jørund, er, at hann var ein kristin riddari. Hann doyði sum pínslarváttur í 4. øld eftir Kristi føðing, tá ið Diokletian var keisari í Róm. At hann doyði sum pínslarváttur merkir, at hann doyði fyri sína trúgv. Hann var fittur og djarvur, og hann var ein av kirkjunnar heilagastu monnum. Best kenna vit hann frá frásøgnini um, hvussu hann bardist við ein dreka í býnum Lydia. Drekin, sum Jørundur vann á, førdi deyða og týning við sær til allan býin. Baden Powell valdi sankta Jørund sum verndarhalgimenni hjá skótunum. Sankta Jørund er fyrimyndin hjá øllum skótum, tí hann bardist fyri tí góða móti tí ónda í heiminum.

Á hvørjum ári hátíðarhalda vit sankta jørundsdag 23. apríl. Um nøkulunda somu tíð hátíðarhalda vit eisini eina hátíð – páskirnar. Páskirnar eru hátíðin, tá ið Jesus vann á deyðanum og óndu maktunum. Jesus doyði á krossinum og gav sítt lív fyri øll menniskju á jørðini og triðja dagin reis hann upp frá deyðum. Á sama hátt, sum Jesus bardist móti syndini og deyðans makt, bardist sankta Jørundur eisini móti drekamaktini. Drekin er mynd av tí ónda og deyðans makt. Soleiðis varð Jesus sankta Jørundi ein fyrimynd. Báðir bardust móti tí ónda, og báðir góvu lív sítt fyri onnur. Fyrst Jesus og síðan sankta Jørundur 300 ár seinri.

At hátíðarhalda páskirnar og at hátíðarhalda sankta jørundsdag samsvarar tí væl við at vera skóti.

Bøn: Góði Jesus. Takk fyri, at tú gav títt lív fyri okkum. Gev okkum dirvi at berjast fyri tí góða og móti tí ónda. Faðirvár…

- o -

Óveðrið á vatninum (Náttúran)

Jesus var einaferð í báti við lærusveinum sínum. Tá brast ræðuligt ódnarveður á, og lærusveinarnir vórðu ræðuliga bangnir. Og vita tit, hvat Jesus gjørdi? Kanska halda tit, at hann royndi at sissa lærusveinarnar, men tað gjørdi hann ikki. Hann lá bara og svav – og var ikki tað allarminsta ørkymlaður av, at báturin rullaði so illa, at aldurnar skolaðu inn í bátin. Endin var, at lærusveinarnir vaktu Jesus. Óivað vóru teir illir við hann. Tí tá ið fólk eru ræðuliga, ræðuliga bangin, verða tey ofta ill og uppøst. ”Jesus!” róptu teir, ”Hoyrir tú ikki, hvussu ringt veðrið er? Vit ganga burtur!” Men Jesus segði bara: ”Hví eru tit bangnir?” So hugdi hann at óveðrinum og aldunum. Hann hótti at vindinum og segði við vatnið: ”Tig, ver kvirt!” Og vindurin var kvirrur og aldurnar løgdu seg og tað var blikalogn. Lærusveinarnir hjá Jesusi vóru kløkkir og undraðust. Teir søgdu hvør við annan: ”Hvør er hesin maðurin, at bæði óveður og aldur gera, sum hann sigur?” (Teksturin stendur í Mark 4,35-41).

At undrast er at verða bilsin ella kløkkur. Lærusveinarnir undraðust á Jesus. Fyrst undraðust teir, at hann bara lá og svar. Síðan vórðu teir ótrúliga bilsnir, tí at ódnarveðrið og aldurnar løgdu seg – bara tí at hann segði tað. Hugsa tær, at vera so sterkur! Mundi tað ikki prógva fyri teimum, at Jesus var sonur Guds?

Men Jesus undraðist eisini á lærusveinarnar. Teir kendu seg ikki tryggar, hóast hann var við í bátinum. Tað kenna vit væl aftur. Vit vita, hvussu lærusveinarnir høvdu tað í bátinum. Onkuntíð kennist tað kanska, sum sita vit í einum báti í ódnarveðri. Vit kunnu vera ræðuliga bangin. Tá er gott at vita, at Gud ansar eftir okkum.

Bøn: Góði Jesus. Takk fyri, at tú kanst fáa ódnarveðrið at leggja seg. Takk fyri, at tú eisini hjálpir okkum, tá ið vit verða bangin og kenna okkum ótrygg. Takk, at tú ert so góður við okkum. Faðirvár…

- o -

So ótrúliga virðismikil – og skapað so ymisk (Náttúran)

Virksemi: Spælið eitt stafett-spæl, har tit fara eftir vatni/renna við vatni úr einum staði í eitt annað – og ikki stoyta! Berið t.d. við eini te-skeið í eitt krúss.

Einaferð var tað ein kinversk kona, sum hevði tvær krukkur. Onnur krukkan var eitt sindur skarað, men konan hevði hana við sær hvønn dag, tá ið hon fór eftir vatni. Tá ið eini tvey ár vóru farin, segði krukkan við konuna: ”Tú hevur nú í tvey ár verið eftir vatni hvønn einasta dag, men eg eri skarað, og tí eri eg ongantíð á tremur, tá ið tú kemur heim við mær, so eg haldi, at nú skalt tú fara at fáa tær hendur á eini nýggjari krukku og koyra meg burtur.”

”Nei,” svaraði konan, ”eg fari ikki at koyra teg burtur, hóast eg alla tíðina havi vitað, at tú ert skarað. Hevur tú sæð, at tí megin eg havi borið teg, vaksa nógvar og vakrar blómur? Eg havi sátt blómufræ á veg eftir vatni og tú hevur vatnað fræini á veg heim, so nú vaksa allar hesar vøkru blómurnar fram við vegnum, blómur, sum eg kann henta og prýða við heima við hús. So tú ert mær ógvuliga virðismikil!”

Soleiðis er tað eisini við Gudi og tær og mær! Hóast vit kanska halda, at tað er nógv, vit ikki duga so væl, og kanska halda, at eingin heldur nakað um tað, vit gera, so eru vit ómetaliga dýr fyri Gudi – hann hevur eina ætlan við okkum, á sama hátt, sum konan hevði við krukkuni. Krukkan visti ikki, at hon hevði eina heilt serliga uppgávu!

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at hvør einasti okkara hevur óendaligt virði hjá tær. Hjálp okkum at gleðast um tað, hvør einstakur okkara dugir og lær okkum at fáa sum mest burturúr, at vit duga so nógv ymiskt – soleiðis, at vit kunnu hjálpa hvør øðrum og stuðla hvør øðrum. Faðirvár…

- o -

Gud og náttúran (Náttúran)

Gud hevur skapað planturnar og dýrini, og tí skulu vit ansa væl eftir teimum.

Og Guð segði: ”Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!« Og tað varð so. Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð vælsignaði tey og segði: ”Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!” Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fimti dagur. Og Guð segði: »Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!« Og tað varð so. Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. (1 Mós 1,20-25).

Gud hevur skapað alt tað grøna, sum er uttan um okkum, ta vøkru náttúruna. Hann hevur eisini skapað dýrini. Hann hevur skapað nógvar ymiskar fiskar og nógv ymisk havdýr, og tað stendur í Bíbliuni, at vatnið skal yðja í livandi verum. Guð hevur eisini skapað nógvar ymiskar fuglar, stórar og lítlar fuglar. Fuglar í øllum møguligum vøkrum og ótrúligum litum – ja, Gud hevur hevur gjørt tað soleiðis, at vit hava nógv vakurt og sjáldsamt at hyggja at, og nógv at undrast á.

Guð hevur skapað øll dýrini á jørðini og tað eru nógv, bæði stór og smá.

Á sama hátt, sum nógv trø og plantur, sum Gud hevur skapað, gagna okkum, tá ið vit eta av teimum, soleiðis er tað eisini við summum dýrum. Summi dýr gleðast vit um, eru góð við ella halda, at tað er stuttligt at hyggja at teimum. Onkur dýr eta vit ella t.d. drekka mjólkina undan teimum.

Tað er gott, at Gud hevur skapað tað soleiðis, og hann hevur veruliga gjørt tað soleiðis, at alt er gott.

Vit skulu ansa eftir Guds skapanarverki, bæði dýrum og plantum. Tíverri duga vit ikki altíð líka væl at gera tað.

Vit skulu vera góð við dýrini. Dýr eru livandi verur, og vit kunnu ikki fara við teimum, sum best ber til. Onkuntíð hoyra vit um onkran, sum ikki ansar dýrunum hjá sær nóg væl. Tað kann vera, at onkur hevur verið onkra aðrastaðni og ferðast, havt kettuna við sær og so bara latið kettuna verið einsamalla eftir, tá ið tey fara heim aftur. Tað kunnu eisini vera onnur kelidýr, sum fólk hava fingið sær, og tá ið tað so ikki er stuttligt at fáast við tey longur, so ansa tey teimum ikki nóg væl longur.

Tá vit hava dýr, skulu vit ansa teimum væl. Gud hevur sagt við okkum, at vit skulu ansa eftir náttúruni, og henni eru dýrini jú eisini ein partur av.

Úti í heimi eru eisini fólk, sum veiða ávís dýr, og veiða onkuntíð so nógv, at vandi er fyri, at djórasløg doyggja út. Tað er ringt hjá okkum at gera nakað við tað, men vit kunnu ansa eftir teimum dýrunum, sum eru her, sum vit eru.

Práta við smáskótarnar um, hvat teir halda um dýr, og um teir eiga kelidýr heima. Tit kunnu eisini syngja ”Upp alt, ið Harrin hevur gjørt”.

Bøn: Góði Gud, takk fyri øll tey ymisku dýrini, tú hevur skapað til okkum menniskju. Takk fyri, at vit kunnu hugna okkum við at hyggja at teimum, og at vit eisini kunnu brúka tey til matna, so vit kunnu liva. Hjálp okkum at ansa væl eftir dýrunum og tíni vøkru náttúru. Faðirvár…

- o -

Ein opin hond (Sjálvbjargni)

Hvussu brúka vit hendurnar? Summi brúka hendurnar at kynda bálið, tá ið tey eru á skótalegu. Summi rætta tær fram, tá ið tey bidda at fáa pening til mat. Summi brúka eisini hendurnar at sláa ella skjóta við.

Skalt tú heilsa upp á fólk og taka í hondina á teimum, rættir tú eina opna hond fram. Tað ber ikki til at gera tað við knýttum neva ella hendur í lumma.

Hendurnar eru týðandi amboð í lívinum. Uttan at hugsa um tað, brúka vit hendurnar til alt møguligt hvønn einasta dag. Tær eru eisini í nógvar mátar ógvuliga týðandi í Guds ríkis arbeiði. Vit halda saman hendur, tá ið vit biðja, og vit lata hendurnar upp fyri at hjálpa øðrum.

Tá ið Jesus livdi á jørðina, vísti hann okkum, hvussu vit kunnu brúka hendurnar. At grøða, vælsigna og biðja við. Hann brúkti alla tíðina hendurnar at gera øðrum gott. Tað er tú, sum gert av, hvussu tú brúkar hendurnar, um tær skulu vera opnar og til reiðar at hjálpa, ella um tú gongur við knýttum nevum ella hendur í lumma.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at tú rættir hendurnar móti okkum og tekur okkum inn at tær, altíð tá ið vit venda okkum til tín. Lær okkum at brúka hendurnar, soleiðis sum tú hevur ætlað, at vit skulu brúka tær. At biðja við og at hjálpa øðrum. Faðirvár…

- o -

Dánjal í leyvuhellinum (Sjálvbjargni)

Ein maður, sum vágaði nógv fyri Gud, var Dánjal. Kanska minnist tú søguna um Dánjal, sum varð kastaður í leyvuhellið, tí hann trúði á Gud. Dánjal, sum var farin um 80 ár, var bæði álítandi og eitt gott fólk. Dánjal var ein av landsins leiðarum, ein av teimum trimum yvirhøvdingunum, og konginum dámdi stak væl Dánjal. Men hinum báðum yvirhøvdingunum dámdi einki, at Dánjal var so væl lýddur, og teir royndu alt teir kundu at fáa Dánjal burtur. Teir hildu, at Dánjal var ein hóttan. Hann gjørdi einki skeivt ella ólógligt, so tað kundu teir ikki ákæra hann fyri. Tí fingu teir kong at gera eina nýggja lóg, har tað skuldi standa, at í tríati dagar skuldi ikki vera loyvt at tilbiðja nakran annan enn kong. Tey, sum ikki hildu lógina, skuldu verða kastað í leyvuhellið. Hinir báðir yvirhøvdingarnir vistu, at Dánjal tríggjar ferðir um dagin bað til Gud, og at hann tí ikki kundi halda nýggju lógina.

Dánjal helt á at biðja til Gud, soleiðis sum hinir báðir yvirhøvdingarnir høvdu væntað. Kongi dámdi væl Dánjal, men hann var lumpaður at gera lógina, og nú mátti hann revsa Dánjal. Endin var, at Dánjal varð tveittur í leyvuhellið og ein stórur steinur varð lagdur fyri. Kongur var ógvuliga keddur og lá í andvekri alla náttina. Morgunin eftir skundaði kongurin sær út til leyvuhellið at kanna, hvussu stóð til hjá Dánjali. Hann rópaði: ”Dánjal, hevur Gud tín hjálpt tær?” Glaður var hann, tá ið hann sá, at Dánjal var óskalaður.

Av tí, at Dánjal trúði á Gud, eisini tá ið óndar kreftir lógu honum eftir lívinum, sigraði hann á teimum óndu kreftunum. Dánjal er góð fyrimynd fyri hvørja megi og styrki, Gud gevur børnum sínum, tá ið óndar kreftir hótta.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at tú hjálpti Dánjali. Takk fyri, at soleiðis sum Dánjal hevði álit á tær, kunnu vit eisini hava álit á, at tú ert við okkum í gerandisdegnum. Faðirvár…

(Frásøgnin um Dánjal stendur í Dánjals bók, 6. kap.)

- o -

Sum í blindum... (Sjálvbjargni)

Um dirvi og at hava álít - forðarenning

Ger eina forðarenning, úti ella inni, við tí, tit hava: stólum, borðum, raftum, kassum, steinum…

Latið smáskótarnar vera saman tveir og tveir. Annar smáskótin hevur bind fyri eyguum,, og hin skal greiða honum frá, hvussu hann skal ganga gjøgnum forðarenningina.


Onkuntíð krevst dirvi og mót at hava álit á, at tann, sum leiðir okkum, tá ið vit ikki síggja sjálv, dugir at leiða okkum á rætta leið. Men vit mugu hava dirvi at trúgva, annars koma vit onga leið gjøgnum forðarenningina. Og tað er at snýta at fara úr turriklæðnum!

Hugsa tær, at tú villist í haganum, ella at tú villist í einum fremmandu býi. So mást tú spyrja um veg, um tú møtir onkrum. Og tú mást hava álit á, at tann, sum tú spyrt, sigur satt.

Sum oftast er stuttligt at royna forðarenning, men tað kann eisini vera ringt. Sum oftast er stuttligt at liva, men tað kann eisini vera ringt.

Tá ið vit trúgva á Gud, so trúgva vit, at Gud leiðir okkum á vegnum gjøgnum lívsins forðarenning. Tað lesa vit eisini um í Sálmi 37,5: Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna.

Bøn
Góði Gud! Tað er ikki altíð so lætt at gera tað, sum er rætt. Tað er ikki heldur altíð so lætt at siga tað, sum eg meini. Hjálp okkum at tora at hjálpa hvør øðrum.
Faðirvár…

- o -

Tann klóki sonurin (Skapandi virksemi)

Sløkk ljósið og ger soleiðis, at tað er bølamyrkt inni. Setið tykkum so í runding. Tak eitt lítið ljós, set tað í miðjuna og tendra tað. Hyggið, hvussu stóran mun eitt lítið ljós ger. (Kanska mást tú hava eina lummalykt fyri at síggja at lesa).

Einaferð varð tað ein kongur, sum átti tveir synir. Kongurin var ógvuliga ríkur og hann hugsaði nógv um, hvør av synunum skuldi arva hann. Kongurin var farin um tey 80 og fór ikki at liva so leingi afturat. ”Tann av synum mínum, sum er tann klókari, skal arva meg,” hugsaði tann gamli, ”men hvør teirra er tann klókari?” Fyri at fáa greiðu á tí, gav kongurin synunum eina serliga uppgávu at loysa. Synirnir báðir fingu líka nógvar pengar. Pengarnar skuldu teir brúka at keypa okkurt, sum kundi fylla allan veitslusalin í slottinum hjá konginum. Veitslusalurin var størsta rúmið í øllum slottinum.

Eldri sonurin hugsaði við sjálvum sær: ”Skal eg fylla allan salin, má eg keypa okkurt, sum er bíligt.” Tí teir høvdu ikki fingið so nógvan pening í part. Ein dagin, eldri sonurin koyrdi í toki, sá hann ein bónda, sum gekk á tokstøðini og seldi hoyggj. Sonurin og bóndin samdust um ein prís, og sonurin keypti hoyggj fyri allar pengarnar. Men veitslusalurin var ov stórur. Hann var verri enn so fullur!

Yngri sonurin gekk leingi og hugsaði. At enda keypti hann eina lampu. Tá ið tað skýmdi um kvøldið og myrkt varð, fór hann inn í veitslusalin og tendraði lampuna. Myrkrið veik, og ljósið frá lampuni fylti allan salin. Kongurin gav tí yngra soninum ríkið.

Jesus er heimsins ljós. Myrkrið mátti víkja fyri honum. Tá ið vit trúgva á Jesus, skulu vit vísa á hann.

”Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.” (Jóh 8,12) og ”Tit eru ljós heimsins” (Matt 5,14).

Bøn: Góði Jesus! Takk fyri, at tú ert okkara ljós. Lat okkum vera lítil ljós, sum eru sum endurskyn frá tí stóra ljósinum, sum kemur frá tær. Lat tað síggjast, á hvønn vit trúgva. Faðirvár…

- o -

Listaverk (Skapandi virksemi)

Uppskot um virksemi:

Hav eina stempulpútu við á fund. Lat hvønn smáskóta gera eitt fingramerki á eina plakat og set navn undir. Hong plakatina upp á bróstið. Hetta er dømi um, hvussu ótrúliga Gud hevur skapað okkum: eingi fingramerki líkjast!

Hann, sum hevur yrkt 8. sálm í Bíbliuni, kundi gott verið skóti. Hann situr úti eina náttina og hyggur upp á luftina og undrast á, hvussu lítil hann er sum menniskja – og hvussu stórur Gud er.

”Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug!” (Sl 8,4-5)

Hevur tú nakrantíð verið á einum listasavni og hugt at málningum? Hevur tú verið, so hevur tú kanska varnast hini fólkini, sum eisini hava verið har. Summi standa heilt nær við málningin, fara úr brillunum og hella seg fram at málninginum fyri at síggja smálutirnar. Tey flyta seg heilt stutt, bara nakrar fáar sentimetrar frá málninginum. Summi kunnu hyggja at sama málningi og standa fleiri metrar frá. Tey hyggja at heildini, at øllum málninginum.

Hygg at tí, sum situr undir liðini á tær. Tú kanst hyggja at henni ella honum á tveir mátar. Annaðhvørt kanst tú fara heilt nær, kanska 10 cm frá og hugsa um, hvussu nógvir smáir partar kroppurin er. Tú kanst eisini ganga nøkur fet aftureftir og síggja, hvussu allir kropspartarnir hanga saman. Eingin er óneyðugur. Allir hanga saman.

Gud hevur skapað heimin, náttúruna og fólkini við óendaliga nógvum smálutum. Men alt hongur nágreiniliga saman. Sálmayrkjarin undrast um himmalin, sum er Guds fingraverk. Tað lesa vit í 8. sálmi. Tað ber als ikki til hjá okkum menniskjum til fulnar at skilja, hvussu alt hongur saman – at vit búgva á einari jarðarklótu mitt í einari stórari stjørnubreyt.

Gud má hava havt eina ætlan við, hvussu hann skapaði jørðina og øll, sum búgva á henni, júst sum listamálarin hevur eina ætlan við, hvussu listaverkið skal síggja út. Verður okkurt tikið burtur, t.d. sólin, so hevði ikki borið til at búð á jørðini. Tað er ein meining við tí, at alt er skapað soleiðis, sum tað er skapað. Tí er tað eisini ein meining við tí, at tú ert skapað ella skapaður sum tú ert. Patruljan ella liðið høvdu ikki verið tey somu, hevði tú ikki verið.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at tú hevur skapað alt so ótrúliga væl. At vit øll eru skapað sum ótrúlig listaverk. Lær okkum at síggja virði í, at vit eru akkurát soleiðis, sum vit eru. Faðirvár…

- o -

Hugflog (Skapandi virksemi)

Hvussu brúkar tú trúgv tína og evni tíni?

Patruljuuppgáva

Tilfar: eitt langt reip

Hevur tú nakrantíð sjálv/ur funnið upp á ein knút? Tað krevur, at tú dugir skótavirksemi, men eisini at tú dugir at finna uppá.

Hugsið í patruljuni um, hvussu tit høvdu sigið ein giktsjúkan mann av einum taki og tveir metur niður og bara brúkt eitt reip til tað. Roynið loysnina, um tað ber til – og um tit tora…

Á Jesu tíð komu nógv fólk saman alla staðni, har Jesus boðaði Guds orð. Ein dagin, tá ið hann talaði í einum húsum í Kapernaum, vóru so nógv fólk, at tey rúmaðust ikki inni í húsunum. Tey stóðu sum sild í tunnu. Tá komu fýra menn berandi við eini børu við einum giktsjúkum manni. Teir høvdu frætt um Jesus,og teir vónaðu, at hann kundi grøða tann giktsjúka vinmannin hjá teimum.

Men tað bar als ikki til hjá teimum at koma fram fyri fólki. Tað var vónleyst at koma fram at hurðini. Tá fekk ein teirra eitt gott hugskot: Aftanfyri á húsunum var ein trappa upp á takið. Kanska fór at bera til at bróta hol á takið, so teir kundu sleppa fram at Jesusi. Ætlanin eydnaðis. Teir sigu varliga tann giktsjúka mannin niður fyri føturnar á Jesusi, og tá ið hann sá tann giktsjúka og trúnna hjá vinmonnum hansara, segði hann við tann giktsjúka: ”Statt upp, tak song tína og gakk.” (Frásøgnin stendur í Mark 2,1-12)

Tað sá púra vónleyst út. Men við hugflogi og hjálp frá vinunum fekk tann gigtsjúki heilsuna aftur. Jesus sigur, at vit skulu trúgva á hann og brúka tey evnini, vit hava fingið, at hjálpa hvør øðrum.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri øll tey evnini, tú hevur givið okkum. Hjálp okkum at brúka tey, tá ið avbjóðingarnar at síggja til eru ómøguligar, og tá ið vit mugu brúka hugflogið. Faðirvár…

- o -

Sámáriubúgvin í skúlagarðinum (Felagsskapurin)

Ein maður, sum eg kenni, segði mær einaferð hesa søguna:

Tá ið eg fyri nógvum árum síðan gekk í sjeynda flokki í fólkaskúlanum, hendi ein dagin okkurt undarligt. Skúlastjórin kom inn í flokkin við einum nýggjum næmingi. Hann æt Egil og var fluttur ein flokk niður, tí hann megnaði ikki at fylgja við í tímunum í flokkinum, hann átti at ganga í. At ’dumpa’ æt tað tá, og millum næmingarnar varð tað hildið at vera stór skomm.

Egil var ein stillur drongur. Hann dugdi sjáldan tað, vit høvdu fyri, og spurdi lærarin hann okkurt, svaraði hann ongantið rætt. Vit hildu hann vera nógv øðrvísi enn hini. Egil var ongantíð við í felagsskapinum í flokkinum. Sum tíðin gekk, vóru tað fleiri, sum argaðu og happaðu Egil. Hann rodnaði, smíltist ótryggur og tók seg burturúr. Hann svaraði ongantíð aftur. Hann varð bara verri og verri happaður.

So ein dagin hendi okkurt í fríkorterinum. Einir tríggir - fýra dreingir happaðu Egil, men so steig ein av floksfeløgunum fram. Karstin æt hann. Hann tók um herðarnar á Egili, og við harðari rødd segði hann við happararnar: ”Gevist at happa Egil!” Bæði happararnir og vit onnur vórðu kløkk. Her var okkurt óvanligt á vási. Karstin var ein av teimum, ið stýrdi flokkinum, so tí var tað rættiliga vanligt at gera, sum hann segði. Eftir hetta fekk Egil so at siga frið.

Seinri skilti eg, at Karstin hevði verið sum ein sámáriubúgvi. Tú minnist óivað søguna í Bíbliuni um miskunnsama sámáriubúgvan, hann, sum hjálpti manninum, sum ránsmenninir høvdu rænt og sligið so illa, at hann lá hjálparleysur við vegin. Onnur gingu fram við honum, hjálptu honum ikki.

Egil var so at siga hjálparleysur. Karstin var miskunnsami samáriubúgvin, tá ið hann gjørdi av at gera nakað við happingina, sum eingin annar hevði gjørt vart við. Tú kanst vera ein miskunnsamur sámáriubúgvi á mangar mátar. Karstin vísir okkum ein máta.

Tað er næstan púra vist, at tú ongantíð fert at koma fram við einum bukaðum og rændum fólki, sum liggur við vegjaðaran. Men eg eri vís í, at í skúlagarðinum ella aðrastaðni, har tú fert, eru dreingir ella gentur, sum á ymiskan hátt kunnu vera eitt sindur hjálparleys, og sum akkurát tú fært hjálpt. Lít teg um, og tú sært, at tað eisini nú nýtast sámáriubúgvar. Tað hevði verið stak gott, hevði tú viljað verið ein miskunnsamur sámáriubúgvi.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri teir miskunnsamu sámáriubúgvarnar, sum eru fúsir at hjálpa okkum. Lær okkum at tora at hjálpa øðrum, tá ið tey hava brúk fyri hjálp. Faðirvár…

(Søgan um miskunnsama sámáriubúgvan stendur í Luk 10, 25 –37).

- o -

Øvundsjúka (Felagsskapurin)

Minnist tú søguna um Jákup og synir hansara? Synir Jákups vóru øvundsjúkir inn á yngsta beiggja sín, Jósef. Jákup gjørdi mun á Jósefi og brøðrum hansara. Hann prátaði meiri um Jósef og gav honum fínari klæði, enn hinum beiggjunum. Beiggjarnir vóru so øvundsjúkir inn á Jósef, at teir seldu hann sum træl fyri 20 silvurpengar til nakrar menn úr Egyptalandi. Jósef varð fyrst tveittur í ein djúpan brunn, men so komu nakrir keypmenn framvið, sum skuldu til Egyptalands. Tá hugsaðu teir øvundsjúku beiggjarnir, at nú kundu teir vinna nakað av peningi, um teir seldu Jósef, og samstundis kundu teir sleppa undan honum fyri alla tíð.

So seldu teir keypmonnunum Jósef og fóru aftur til pápan og søgdu honum, at eitt villdjór hevði dripið og etið Jósef. Alt hetta, tí teir vóru øvundsjúkir inn á bróður sín! Pápin æt Jákup, og hann var ein ríkur maður í Kánaans landi. Hann átti 12 synir, so tað var kanska ikki so undarligt, at teir klandraðust av og á.

Søgan um Jósef og beiggjar hansara endaði væl, tí Jósef kom væl fyri og fekk seinri nógv at týða fyri kongin í Egyptalandi. Jósef fyrigav beiggjum sínum og bjargaði enntá teimum og pápanum undan hungursneyð.

Ert tú onkuntíð øvundsjúkur ella øvundsjúk inn á onkran, hjá skótunum, í skúlanum ella aðrastaðni? Tað ber illa til at sleppa undan øvundsjúku. Tað er onkuntíð ringt at gleðast um, at onnur fáa okkurt, sum eg ikki fái.

Jesus minnir okkum á, at tað er annað, sum er týdningarmeiri, enn hvussu nógvar og dýrar lutir vit eiga. Hann sigur, at tað sum vit eiga og hava her á jørð, ikki skal fylla ov nógv: ”tí at har sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.” (Luk 12,34).

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at vit hava familju og vinir. Lær okkum at vera góð við tey og at skilja, at tað er týdningarmeiri at eiga vinir, enn at eiga akkurát líka nógv sum øll onnur. Faðirvár…

(Tú kanst lesa søguna um Jósef og brøður hansara í 1. Mósebók, 37. kapitli).

- o -

Órættvísi (Felagsskapurin)

Spæl, sum vísir órættvísi samanborið við hugskotið um rættvísi í líknilsinum um bønarmenninar í víngarðinum

Virksemi
Stólar verða settir lið um lið í runding mitt á gólvinum. Ein stólur færri enn smáskótarnir eru. Tónleikur verður spældur, og tá ið tónleikurin steðgar, skulu øll finna sær ein stól at sita á. Tann, sum ongan stól fær, fer úr spælinum.

Eitt væl kent, gamalt spæl, men í hesum spælinum verður okkurt gott lagt á stólarnar. Fyrst rosinur, seinri góðgæti – betri og betri.

Gevst, meðan leikur er góður – smáskótarnir kunnu verða ógvuliga illir, tí spælið er so órættvíst.


Tí at himmiríki er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín. Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum. Og hann segði við teir: »Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.« Og teir fóru. Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama. Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: »Hví standa tit her allan dagin fyri einki?« Teir siga við hann: »Tí at eingin hevur leigað okkum.« Hann sigur við teir: »Farið tit við út í víngarðin.« Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: »Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.« Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør. Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør. Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri: »Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.« Men hann svaraði og segði við ein teirra: »Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar? Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg. Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður? Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir.« (Matt 20,1-16)

Er munur á tí órættvísinum, tit merktu, meðan tit spældu, og tí órættvísinum, arbeiðsmenninir ella bønarmenninir í víngarðinum merktu í líknilsinum, sum Jesus segði frá? Berið spælið saman við líknilsið um bønarmenninar í víngarðinum. Bønarmenninir i víngarðinum fingu akkurát tað sama afturfyri, sama gjørdi, hvussu leingi teir arbeiddu. Tit stríddust øll, men fingu ógvuliga ymiskt burturúr. Bæði tað, sum fór fram í spælinum, og tað, sum Jesus sigur frá í líknilsinum, kunnu gera okkum ill. Søgan um bønarmenninar í víngarðinum sigur okkum, at sama ger, nær vit koma til Gud, so fáa vit øll líka nógvan kærleika frá honum. Spælið við stólunum segði okkum, at vit menniskju eru órættvís, tá ið tað snýr seg um at býta mat og drekka millum øll fólk í øllum heiminum. Gud hevur skapað alt, og hann ætlaði ikki, at nøkur skuldu taka sær alt og brúka í yvirflóð, meðan onnur hungra.

Tað er óivað eitt gott hugskot at javna órættvísið, eftir at tit hava prátað…

Bøn: Góði Gud. Tú hevur skapað heimin so ótrúlilga ríkan. Takk, tí at tú vilt, at vit eisini skulu eiga tað. Lær okkum at geva øðrum , so at øll hava tað gott.
Faðirvár…

- o -

Forkirkjan (Kristnikunnleiki)

Í flestum húsum koma vit fyrst inn í eina gong . Í kirkjuni er eisini ein gong. Á føroyskum eitur gongin forkirkjan. Í summum øðrum londum verður forkirkjan rópt vápnahúsið. Tað er har, vit skulu leggja vápnini frá okkum, áðrenn vit fara inn í kirkjuna. Tað hendir mest sum ikki, at fólk í Føroyum hava vápn við sær í kirkju. Onkuntíð hava skótar knív við í kirkju, og tá er rættast, at teir verða lagdir í forkirkjuni – men ansið eftir, at teir liggja so mikið høgt, at børn ikki fáa fatur á teimum. Í gomlum døgum gingu heldur ikki øll fólk við svørði, spjóti ella øks og høgdu høvdið hvør av øðrum. Vanliga høvdu tey ikki vápn uppi á sær. Men høvdu tey vápn, skuldu tey leggja tey frá sær uttanfyri sjálvt kirkjurúmið, í forkirkjuni. Vit skulu ikki hava vápn við inn í kirkjuna, tí í kirkjuni skal altíð friður valda.

Er onkur, sum verður jagstraður, ber tað altíð til hjá teimum at finna skjól og verju í kirkjuni; har skulu løgregla ella hermenn ikki brúka vápn ella vald. Onkuntíð hava flóttafólk krógvað seg í kirkju, m.a. hevur tað verið so í Danmark. Í kirkjuni skal altíð vera friður. Jesus hevur eisini sagt: ”Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn,” og Jesus lærdi okkum, at vit altíð skulu fyrigeva og elva til frið heldur enn at berjast – líkamikið hvat.

Tá ið hermenninir komu at taka Jesus sum fanga, áðrenn hann varð krossfestur, royndi ein av lærusveinunum at verja Jesus við svørði. Tað eydnaðist honum at høgga annað oyrað av einum hermanni, men so steðgaði Jesus honum og segði, at hann skuldi koyra svørðið í slíðrarnar aftur. Jesus grøddi hermannin og setti oyrað á aftur, og tá segði Jesus, at allir skuldu leggja vápnini frá sær, tí ”tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði.” Jesus mælti ikki til at brúka vápn, men segði í staðin: ”Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg” – og tí leggja vit vápnini í forkirkjuni. Tey skulu ongantíð koma inn í kirkjuna.

Bøn: Góði Gud. Takk fyri, at vit altíð kunnu koma til tín. At tú ert vernd og skjøldur okkara. Lær okkum at vera góð við okkum sjálvi og at vera góð við onnur. Faðirvár…

- o -

Hvítusunna (Kristnikunnleiki)

Virksemi: Lat smáskótarnar blása luft í hvør sína ballón og tveitið ballónirnar millum tykkum. Práta við smáskótarnar um, hví ballónirnar sveima í luftini.

Ber tað til at síggja, hvat er inni í ballónini? Hava tit nakrantíð sæð eitt træ rørt seg? Tit hava í øllum førum ikki sæð tað hoppa runt í garðinum! Men tit hava sæð bløð og greinar røra seg. Vita tit, hvat tað er, sum ger, at bløðini og greinarnar røra seg? Ja, tað er vindurin. Men hvussu vita tit, at tað er vindurin? Hava tit sæð vindin? Nei, vindin ber ikki til at síggja. Men vit merkja hann, og vit kunnu síggja á trøunum og grasinum, nær vindur er. Onkuntíð hoyra vit suðið frá vindinum. Men vit síggja hann ikki.

Soleiðis er tað eisini við Heilaga andanum. Tað ber ikki til at síggja hann. Men onkuntíð eru vit serliga glað at vera saman við Jesusi. So er tað Heilagi andin, sum er komin til okkara við Jesusi! Og onkuntíð biðja vit til Gud. Tá er tað aftur Heilagi andin, sum er á vási. Tí at tað er hann, sum ger, at vit biðja. Vit síggja ikki Heilaga andan; men sum tað er gott, at hann er her. Hevði Heilagi andin ikki verið her, høvdu vit als ikki kunnað trúð á Jesus. Men nú er hann her, og hann fer altíð at vera hjá okkum. Hann hevur Jesus við til okkara.

Á hvítusunnu hátíðarhalda vit (kirkjan), at Heilagi andin er komin til okkara.

Bøn: Góði Gud! Takk fyri, at Heilagi andin kom til okkara á hvítusunnu. Takk fyri, at hann hjálpir og vegleiðir okkum. Takk fyri, at hann heldur okkum til. Takk fyri tín kærleika til okkum øll. Faðirvár…

- o -

Bræv Paulusar ápostuls um Harry Potter (Kristnikunnleiki)

Jerúsalem tann 8. mars í árinum 35

Góðu smáskótar í Føroyum

Eg eri ein kristin maður, og eg eiti Paulus. Eg havi tó ikki altíð verið kristin. Tá ið eg var yngri, æt eg Saulus og var jødi. Men tá ið eg varð doyptur, skifti eg navn og eiti nú Paulus. Arbeiði mítt var at søkja at teimum kristnu, sum trúðu, at Jesus er Guds sonur. Men knappliga ein dagin, tá ið eg á hestbaki var ávegis til ein bý, sum eitur Damaskus, at taka nøkur kristin, hendi nakað heilt ótrúligt! Tað var eitt sindur gandakent, undarligt, og sum var tað okkurt, sum var størri enn eg sjálvur.

Knappliga var eitt sterkt ljós um hestin og meg. Eg datt av hestinum og hoyrdi røddina á honum, sum eg søkti at. Eg skilti tá, at Jesus var Guds sonur. Fyrst helt eg, at onkur hevði gandað meg. Tí eg hevði altíð fingið at vita, at tey, sum hildu, at Jesus var Guds sonur, vóru undarlig. Hvussu kundi nakar kalla seg Guds son? Men, tað, sum eg helt var gandur, steðgaði ikki aftur. Tað helt á at mala í høvdinum á mær, at hesin maðurin, sum Gud hevði sent til jarðar, veruliga var Guds egni sonur – bara føddur sum menniskja.

Tíðin eftir hetta var undarlig. Í staðin fyri at jagstra tey kristnu, var eg sjálvur vorðin kristin. Alt var nýtt fyri mær. Tey kristnu vóru vinalig og fitt við meg. Tey góvu mær at eta og lærdu meg alt møguligt nýtt um Jesus. Søgan hjá mær er ikki akkurát tann sama, sum hjá Harry Potter. Men eg havi hoyrt, at á sama hátt sum við mær, so hendi nakað undarligt við Harry Potter. Eg datt av hestinum, men hjá Harry Potter fyltust húsini við brøvum. Okkurt hendi, sum broytti allan hansara gerandisdag og alt hansara lív. Hann fór á Hogwarts skúlan og hitti fitt fólk, sum vóru góð við hann, góvu honum at eta og lærdu hann at ganda.

Hóast tit ongantíð veruliga hava hitt hvørki Harry Potter ella meg, Paulus, so ivist eg ikki í, at tað onkuntíð er soleiðis, at okkurt ótrúligt hendir, sum broytir bæði stórt og smátt. Tað kann vera knappliga at fáa ein nýggjan góðan vin, at lítlasystir ella lítlibeiggi mussar og klemmar teg, ella at onkur kemur við tí allarbesta ísinum ella køkuni, sum er til.

Kanska skrivi eg aftur til tykkara onkan annan dagin. Til tá mugu tit lova mær, at tit eru góð hvørt við annað og njóta at vera á smáskótafundi.

Allarbestu heilsanir

Paulus

(Tú kanst lesa løguna um umvending Paulusar í Áp 9, 1-19).

- o -


Pílagrímsferðir

Eg eri lívsins ljós (Skótalív)

Henda ferðin kann verða gjørd inni og úti. Einasta treyt er, at tað er myrkt.

Tilfar: endurskin, lummalyktir, posi við ymiskt littum knútabondum í (eitt skal vera grønt), sjálvlýsandi stjørnur, sum hol er gjørt í, tráður og læsinálir. Hava tit ikki knútabond, kann okkurt annað líknandi í staðin vera í posanum.

Endurskin verða løgd ella hongd upp millum postarnar, so mikið stutt ímillum, at tá ið tú stendur við eitt endurskin, ber til at lýsa við lummalyktini og síggja tað næsta. Á vegnum eru fýra steðgir (teir kunnu eisini verða lagdir saman tveir og tveir). Smáskótarnir ganga tveir og tveir ella ein patrulja saman. Ein løta skal vera ímillum, at smáskótarnir báðir ella patruljan fara avstað.

1. steðgur: Lummalyktirnar verða sløktar. Smáskótarnir fáa posan við knútabondum og skulu, í myrkrinum, finna tað grøna knútabandið. Tendrið lummalyktirnar og leitið aftur eftir grøna knútabandinum. Nú skuldi veri væl lættari at funnið tað!

2. steðgur: Ein leiðari stendur, og hann lesur: Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. (Sl 119,105)

3. steðgur: Á einum klæði, á vøllinum ella á gólvinum liggja sjálvlýsandi stjørnur. Smáskótarnir skulu lýsa á tær við lummalyktunum og fáa sær eina stjørnu í part at seta á búnan.

4. steðgur: Ein leiðari stendur, og hann lesur: Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós. (Jóh 8,12)

- o -

Guds skapanarverk (Náttúran)

Farið útum, helst í hagan ella onkrastaðni, har tað er grønt.

Syngið ella lesið sálmin hjá Mikkjali á Ryggi: Alt, sum frítt og fagurt er (nr. 29 í Sálmabókini).


Alt, sum frítt og fagurt er,

alt, sum blítt á foldum fer,

er tað lítið, er tað stórt,

góði Guð tað hevur gjørt.

2. Summarfleyr um bygd og bø,

sólskin yvir reyn og røð,

glitrandi sum gull á vág,

góðum Guði kemur frá.

3. Blomstur smá um dal og líð,

yndislig á summartíð,

brosandi í litum bjørt,

góði Guð tey hevur gjørt.

4. Gróður upp úr døkku mold

heldur ferføtt dýr við hold;

fugl í haga, fisk í hav,

góði Guð teim lívið gav.

5. Títlingar um líð og ong

teir sín glaða sólskinssong

senda yvir fjøll og dal;

«Alt Guð gjørdi okkum væl.»

6. Fólki gav hann vit og mál,

kraft í kensluríka sál,

troyst og hjálp á mangan hátt.

O, sum Guð vár ger oss gott!

7. Blíður hann sítt sannleiksorð

sendi okkum higar norð,

vítt um heim hans náði røkk.

Honum veri prís og tøkk!


Í Føroyum eru nógvir vakrir blettir. Náttúran fær okkum at hugsa um paradís. Fjøll, dalar, áir og sjógvur, skýggj á luftini, ljós og myrkur, sól og stjørnur, alt minnir okkum á, tá ið heimurin varð skapaður: Paradís, sum vit eru komin úr, og sum vit skulu fara aftur í. Í trúarjáttanini játta vit, at vit trúgva á ”Gud Faðir, skapara himins og jarðar”. Náttúran sigur okkum, hvussu sterkur Gud er, sigur okkum um lívsins undur og allar tær góðu gávurnar, vit hava fingið frá Gudi. Tá ið grasið veksur, vísir tað okkum eisini, at Gud hevur mátt at skapað. Vindurin minnir okkum á, at Gud er nær, hansara andadrátt. Tá ið sólin rísur um morgunin, gleðir og vermir hon okkum, men hon gevur okkum eisini ljos úr paradísinum.

Tí kann Jesus siga: Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? Tí eiga tit ikki at stúra ... Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. (Matt 6,28-30.33).

Roynið í felag at reksa upp allar tær ókeypis gávurnar, vit hava fingið. Lærið tykkum Matt 6, 33 uttanat: Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.

Syngið at enda: Hvør skapti stjørnurnar.

- o -

Friður (Sjálvbjargni)

Fyrireiking: biðið um at sleppa í kirkjuna. Ber tað ikki til, kunnu tit finna tykkum ein annan stað ella liggja úti á einari presending og hyggja upp í luftina.

Jesus segði: Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur. (Mark 6,31)

Nógv okkara hava nógv at gera og skund í gerandisdegnum – ganga í skúla, gera skúlating og ganga eisini til ymiskt í frítíðini. Ofta er ikki tíð at vera einsamøll saman við sær sjálvari. Hvar kunnu vit vera einsamøll um dagin? Klintra upp í eitt høgt træ?

Tá ið vit eru púra einsamøll – hvat hugsa vit so um? Tá ið tað er stilt, kann Gud práta við okkum. Í fyrstani var alt stilt, áðrenn Gud skapaði nakað. Tað kann vera ein gáva at royna at vera still, leita inn í seg sjálva og lurta eftir tí, sum Gud hevur at siga. Jesus var ofta einsamallur, serliga, tá ið hann skuldi taka stórar avgerðir. Hann var einaferð einsamallur í oyðimørkini í 40 dagar.

Lærusveinarnir høvdu eisini nógv at gera – onkuntíð fingu teir ikki so frægt sum matnáðir. Einaferð aftan á at Jesus og lærusveinarnir høvdu havt nógv at gera, segði Jesus við teir: ”Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.” Tað skulu vit eisini læra okkum: at vera saman við Jesusi, einsamøll, og hvíla okkum. Latið okkum leggja okkum á hvør sín bonk í kirkjuni, blunda og liggja heilt still og hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum. Gud prátar við okkuma m.a. tá ið vit lesa í Guds orði ella hoyra úr Guds orði. Har stendur: Tú ert útvald, heilag og elskað. (Kol 3,12). Ímyndið tykkum, at hjartað í tykkum er sum ein svampur, sum stillisliga og friðarliga sýgur hesi ótrúligu orðini í seg: Gud hevur skapað teg; tá ið tú vart doypt/ur, segði Gud navnið á tær. Hugsa tær, at Gud elskar akkurát TEG.

Smáskótarnir leggja seg á beinkirnar og liggja stillir í 5 ella 10 minuttir, alt eftir, hvussu bindindini eru.

Biðið Faðirvár til síðst, tá ið tit hava reist tykkum aftur.

- o -

Stjørnuhimmalin (Skapandi virksemi)

Tilfar: endurskin, lummalyktir, presendingar. Tað skal vera stjørnuglógvan. Tað ber væl til at gera upp undir jól.

Á smáskótafundinum skulu tit læra smáskótarnar at finna Kalsvognin, Orion ella aðra stjørnumynd. Latið t.d. hvørja patrulju gera eina stjørnumynd við sjálvlýsandi stjørnum á bláum toyi ella pappíri. Tá ið stjørnumyndirnar eru gjørdar, kunnu stjørnurnar ’løðast’ við lummalykt, so stjørnumyndirnar lýsa.

Endurskin verða løgd ella hongd upp, so mikið stutt ímillum, at tá ið tú stendur við eitt endurskin, ber til at lýsa til tað næsta. Á vegnum eru tveir steðgir. Smáskótarnir ganga tveir og tveir ella ein patrulja saman. Ein løta skal vera ímillum, at smáskótarnir báðir ella patruljan fara avstað. Tá ið teir koma til postarnar ella steðgirnar, kunnu teir bíða hvør eftir øðrum, so allir eru við steðgin í senn.

Í kvøld skulu vit hoyra um stjørnur og hyggja at stjørnum, líka sum vísmenninir, sum funnu Jesusbarnið í fjósinum. Vísmenninir fóru avstað heimanífrá út í heimin at kanna, hvagar nýggja stjørnan leiddi teir. Tit skulu eisini ganga eftir ’stjørnunum’ (endurskinunum), tá ið tit um eina løtu skulu út at leita.

1. steðgur: Leggið presending á bøin. Latið smáskótarnar leggja seg á hana.

Í Gamla testamenti lesa vit um ein mann, sum æt Ábraham. Kona hansara æt Sára. Tey vóru gift í nógv ár og væntaðu ikki at fáa børn. Men tá ið Ábraham var 99 ár og Sára 90 ár, segði Gud við hann, at tey skuldi fáa ein son. Tey høvdu ógvuliga ilt við at trúgva Gudi, serliga Sára helt tað vera púra burturvið. Men tey fingu ein son, Ísak. Tá ið Ísakur varð føddur, var pápi hansara 100 ár og mamma hansara 90 ár. Gud lovaði Ábrahami, at hann skuldi fáa so nógv avkom (børn, abbabørn, langabbabørn, oldurabbabørn o.s.fr.) sum tað vóru stjørnur á himmalinum. Her hjá okkum síggja vit bara ein part av stjørnuhimmalinum. Roynið at telja allar stjørnurnar á himmalinum.

2. steðgur: Leggið presending á bøin. Latið smáskótarnar leggja seg skerflatar, hyggja upp í luftina og finna stjørnumyndirnar. Prátið um, hvussu vísmenninir munnu hava kannað stjørnuhimmalin, og hvussu spentir teir hava verið, fyrst at finna stjørnuna og so at finna Jesus.

Syngið at enda Føgur er foldin, ella ein annan jólasálm, sum smáskótarnir duga.

- o -

Tøkk og fyrigeving (Felagsskapurin)

Sangur: Gakk tú tryggur fram við góðum treysti

Tilfar: gullkaramellur ella okkurt annað søtt etandi.

1. steðgur Syngið 1. og 2. ørindi.

Hvør smáskóti verður biðin at hugsa um onkran, henni/honum dámar væl, er góð/góður við og takka Gudi, at tað fólkið er til (biðið bara innantanna).

Etið hvør sína gullkaramellu og hugsið um, at líka sum tað er gott at eta okkurt søtt, er tað gott at kenna fólk, sum vit eru góð við.

2. steðgur Hvør smáskóti tekur ein stein og hevur steinin við sær til næsta steðg.

Syngið 3. og 4. ørindi.

3. steðgur Hugsið um okkurt, tit eru kedd/keddir um at hava gjørt. Sagt okkurt keðiligt við onkran, happað onkran o.tíl. Jesus hevur sagt, at angra vit tað, vit hava gjørt, og biðja hann um fyrigeving, so fyrigevur hann okkum tað. So tekur Jesus tað burtur.

Leggið steinarnar frá tykkum í ein kross. Kanska kunnu fimm steinar verða lagdir frammanundan – ein í hvørjum enda á krossinum og ein í miðjuni.

Líka sum steinarnir verða burtur og í staðin verða ein krossur, soleiðis doyði Jesus eisini á krossinum fyri okkara syndir, og tær verða okkum fyrigivnar, tá ið vit angra og biðja um fyrigeving. Tær vera næstan sum ósjónligar, tí Jesus hevur tikið tær á seg. (Tit kunnu eisini tveita steinarnar á sjógv, koma tit oman til sjóvarmálan. Syndirnar verða, sum steinarnir, søktar í ”gloymskunnar hav”).

Syngið 5. og 6. ørindi.

- o -


Vit fara í kirkjugarðin (Kristnikunnleiki)

Hesin túrurin kann verða gjørdur um 1. november, men til ber eisini at gera hann aðrar tíðir á árinum. Tá kann tað um 1. november verða lopið um.

Í november er alla halganna dagur. Alla halganna dag minnast vit tey, sum eru deyð á sjónum, og tá verður flaggið vundið í hálva stong. Í summum kirkjum gera tey tað soleiðis, at alla halganna sunnudag minnast tey tey, sum eru deyð seinasta árið. Tá ið fólk doyggja, verða tey grivin í kirkjugarðinum. Á grøvina verður oftast gravsteinur settur. Á honum standa navnið, føðingardagurin og dagurin, tá ið fólkið doyði. Á nógvum gravsteinum eru eisini myndir (symbol), sum t.d. ein krossur, ein dúgva ella eitt hjarta.

Á fundinum í dag skulu tit í kirkjugarðin at hyggja at gravsteinum.

Prátið fyrst um, hvussu vit bera okkum at, tá ið vit eru í kirkjugarðinum – ganga stillisliga, fyri at vísa teimum virðing, sum koma har at syrgja ella at minnast onkran, sum tey vóru góð við. Á summum gravsteinum standa eisini heilsanir ella eitt orð úr Bíbliuni. Gravirnar eru pyntaðar, og onkuntíð tendra fólk ljós at seta á gravirnar. Tey gera tað, tí tey hava verið góð við tey, sum liggja har. Tey eru glað um, at tey hava kent tey. Kanska sakna tey tey ræðuliga nógv. Prátið um, um onkur av smáskótunum eigur onkran, sum liggur í kirkjugarðinum, og um tey plaga at fara á grøvina.

Er kirkjugarðurin stórur, kunnu smáskótarnir verða býttir í patruljur ella smáar bólkar og ganga í hvør sínum parti í kirkjugarðinum. Hvør smáskóti ella patrulja fær pappír og blýantar við og skulu so tekna myndirnar, sum tey síggja á gravsteinunum. Tá ið ein løta er farin, savnast tit øll og vísa hvør øðrum, hvat tit hava teknað. Prátið um, hvat tað merkir (niðanfyri stendur, hvat ymisku myndirnar merkja). Verða summar myndir brúktar meiri enn aðrar?

Tit kunnu kanska avtala við gravaran ella prestin at koma í kirkjugarðin, tá ið tit eru har, soleiðis at teir kunnu siga frá um kirkjugarðin og um gravsteinarnar. Kanska er okkurt kent fólk grivið í kirkjugarðinum. Tit kunnu gera av at finna grøvina og siga smáskótunum frá um hetta fólkið.

Bøn: Góði Gud! Takk fyri,at vit eru tíni børn, og at tú ansar eftir okkum hvønn einasta dag. Takk fyri, at tú reisir okkum upp frá deyða til ævigt lív hjá tær. Faðirvár…

Hvat merkja myndirnar í kirkjugarðinum?

Krossur: Týdningarmesta kristna myndin. Er tekin um lív og kærleika Guds, tí Jesu deyði á krossinum ger, at vit fingu lív. Krossurin er bæði ógvuliga einfaldur og innihaldsríkur, tí hann vísir tveir týðandi vegir: 1) upp og niður: millum Gud og menniskju og 2) tvørturum: millum menninskju sínámillum.

Dúgva: Mynd um Heilaga andan – hann, sum ber boð um, at Gud er hjá okkum. Dúgvan kom til Nóa við eini grein í nevinum, sum tekin um, at syndaflóðin var av. Dúgvan kom, tá ið Jesus var doyptur, sum tekin um, at valdið hjá syndini á menniskjum var brotið.

Hjarta: Mynd um kærleika – millum menniskju og Guds kærleika til menniskju.

Krossur-akker-hjarta: Trúgv – á Jesus Kristus, Guds son. Vón – at hann er nær hjá okkum nú og um æviga tíð. Kærleiki – Guds kærleiki og næstakærleiki.

Rósan: Mynd um kærleika. Jesus verður róptur rósa í summum sálmum.

Aks: Ævigt lív. Jesus sigur, at hann er sum hveitikornið, sum má verða lagt í jørðina at doyggja, men veksur og gevur mongum lív (eitt korn verður til nógv.) Tað minnir okkum eisini um at heysta. Tá ið Gud tekur okkum heim í himmalin til sín, er hann sum bóndin, sum heystar.

Kransur av (lavrberja)bløðum: Kransurin merkir ævinleiki. Lavrberjakransurin er ein sigurskransur. Jesus hevur sigrað á deyðanum.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram