Patrúljan hevur ein terning, sum verður kastaður so hvørt uppgávan er loyst. Um terningurin vísir 2 fyrstu ferð, gerð patrúljan nr. 2. Næstu ferð vísir terningurin t.d. 5 so ger patrúljan 2+5= nr. 7 o.s.v.
1. Syngið eitt ørindi, ið inniheldur orðið “reytt”
2. Sigið eina skemtisøgu um fílar.
3. Finnið ein lut, ið byrjar við G
4. Nevnið fýra gentunøvn, ið byrja við H
5. Hvørjir litir eru í týska flagginum?
6. Hvar er Gibraltar?
7. Hvussu eitur sunnasti blettur í Føroyum?
8. Gerið 10 armkreppingar í part.
9. Rennið 10 ferðir runt um hvønn annan.
10. Um tú hevur ein (dk)-mynt av hvørjum slagi, hvussu nógvar pengar hevur tú so?
11. Hvussu nógv kilo eru 2 tons?
12. 3 føtur, 1 rumpa og 4 hendur nema jørðina.
13. Hvat standa bókstavirnir SEV fyri?
14. Tosið saman í tveir minuttir um týdningin av vitaminum.
15. Sigið eina skemtisøgu um ein hund.
16. Hvussu nógv er eitt dusin? Ein sneis?
17. Nevnið 4 jólasangir.
18. 10 sprellimans-hopp.
19. Lakkið til næsta post.
20. Nevnið 4 grønar lutir.
21. Hvusso nógv oyru hava 4 harur, 2 rottur og 24 kýr av Velbastað?
22. Syngið ein vetrarsang.
23. Millum hvørji tvey lond er heimsins longsta landamark?
24. Trý dreingjanøvn, sum byrja við K?
25. Í hvørjum býi er Eiffeltornið?
26. Hvussu nógv lond eru limir í ES (28, 32 ella 35)
27. Gerið eitt “fantasidjór” úr tilfarið tit finna, og sigið eina søgu um tað á kvøldsetuni/áðrenn heimferð
28. Sig eina skemtisøgu um ein kannibal.
29. Nevnið 7 ymsar fruktir.
30. Um tú, í eini kapprenning, yvirhálar nr. 2, hvat nr. ert tú? Um tú yvirhálar seinasta plássið, hvat nr. ert tú?
31. Nevnið 5 djór, sum byrja við S.
32. Sigið 5 djóraljóð
33. Berið hvønn annan í gullstóli til næsta post.
34. Syngið ein jólasang.
35. Nevnið 5 ymiskar blómur
36. Finnið ein lut, ið byrjar við P
37. Syngið ein sang um ein hest.
38. Tøgn og stilli í 2 minuttir.
39. Fýra gentunøvn, sum byrja við S
40. Tosið saman um týdningin av at eiga eina uppvaskimaskinu.
41. Nevnið 7 ymisk grønmeti.
42. Fýra dreingjanøvn, sum byrja við S.
43. Nevnið oyggjarnar í Føroyum eftir stødd.
44. Hvussu nógv orð fáast úr bókstavunum:
F Y R R A P A R T S K A P P I N G
45. Syngið ein sang um summarið
46. Hvussu leingi kunnu tit standa á einum beini. Tak tíð.
47. Trillibør til næsta post. (øll)
48. Bindið eina “bukett” við grøsum
49. Hvussu nógv bein hava 6 dreingir, 17 starar og 4 føroyskir hestar íalt
50. 3 føtur, 5 hendur nema við jørðina
51. Gerið eina talu at halda til kvøldsetuna/heimferðina.
52. Nær gjørdist Danmark limir í ES?
53. Finnið 5 ymiskar blómur (og kennið nøvnini)
54. Hvussu nógv gram eru í 5 pundum?
55. Sigið eina skemtisøgu um hundar.
56. Finnið ein stein sum vigar 1 kilo
57. Sigið hvørjum øðrum frá, nær og hvar tit eru fødd, og hvør onnur serlig hending var tað árið.
58. Nevnið 5 djór, sum byrja við M
59. Sigið 5 fuglaljóð
60. 4 føtur, 2 hendur og 2 rumpur nema jørðini.
61. Sigið eina søgu um blondinur
62. Hvussu eitur kettan hjá Pedda Post?
63. Hvør gongustjørna er næst sólini?
64. Hvørjir litir eru í franska flagginum?
65. Hvussu nógv orð fáa tit úr bókstavunum:
SUMMARSKÁL
66. Syngið “Føroyskir skótar”