Hetta er so fyrsti partur av Árskappingini her

Meira tit gera av kappingini, fleiri stig fáa tit J

Tað ræður um at fáa so nógv stig, sum møguligt, og tann patrúljan, ið hevur flest stig tá hetta skótaárið er av, vinnur eina silvurplátu at seta á standaran, og heiðurin um at hava vunnið ÁRSKAPPINGINA. Tað er øll patrúljan, ið samla skulu loysa allar uppgávurnar.

Tit kunnu byrja longu í dag, men tit skulu latað alt inn, stundisliga mánakvøldið 5. des kl. 20.00. Tá skal dagbókin eisini latast inn.
Minnist til at patrúljurúmið altíð skal verða ruddiligt, tá tit fara heim. Um tað ikki er tað, so kunnu tit vænta at fáa ein straff.

Um nakað ivamál er, so eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við ein av leiðarunum, men tit fáa ikki nakra loysn.

Góðan arbeiðshug

Við skótakvøðu

Tekstfelt: Loysnina til allar uppgávurnar fáa tit við einum góðum samanhaldi Jleiðararnir

Alt verður skrivað í tykkaru egnu patrúlju dagbók. Alt tað, ið tit gera hvønn dag skal skrivast í dagbókina, og uppgávurnar tit gera/loysa.

Eitt hugskot er at gera dagbókina so spennandi sum møguligt. Nýti hugflogi J

Gerið tykkum eina telefonketu ella avtalið hvussu tit geva boðini víðari til allar í patrúljuni.
Minnist til at skriva hana í dagbókina. (10 stig)

Eisini skulu tit gera ein adressulista, við navn, eftirnavn, bústað, føðidato og øðrum hentleikum. (5 stig)

Tit skulu eisini vita bústað og tlf.nr hjá øllum leiðarunum. Skrivið tað eisini í skótan. (5 stig)

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Uppgávur:

Gerið eina myndatalvu yvir skótalógina og –lyftið. (30 stig)

Spæli ein lítlan leik, um hvussu vit skulu handfara ein knív. Nýti reglarnar fyri knívin. (25 stig)

Máið tykkaru persónligu mát. Sí síða í skótanum. (10 stig)

Pioneri eitt hvørt lítið ting, við smáum pinnum. Ein tekning skal fylgja við, við øllum nøvnunum á surringunum. Nýtið so nógvar ymiskar surringar sum møguligt. (40 stig)

Yrkið ein sang um tykkaru patrúlju. Sangurin skal verða í minsta lagi 4 ørindi. Sangurin skal syngjast fyri øllum. (20 stig)

Teknið hvør sítt flagg – Merkið, við røttum mátunum. (10 stig)

Gerið eina talvu, við so nógvum ymiskum knútum á, og setið navn á knútarnar. Talvan skal kunna hangast upp. (20 stig)

Gerið ein stuttfilm, sum vísir gott skótalív J Minnist til at verða í búna (50 stig)

Gerið ein stuttan jólaleik. Tað kann verða ein vanligur sjónleikur, ein sangleikur ella okkurt annað slag av leiki. (50 stig)

Hvussu eita hesir sangir (3 stig pr. sang):

Eygað skalt tú royna, ________________________________________________________________

so er tað gamla Brita, ________________________________________________________________

Góði Guð, varðveit tú meg. ________________________________________________________________

Og fjallablóman bløð so smá, ________________________________________________________________

vit gloyma dagsins strev ________________________________________________________________

og serliga tá hann skal gera mat, ____________________________________________________

æra faðir, móður við, ________________________________________________________________

Her rætti eg tær bróðurhond, ____________________________________________________

men bara um bilar og stóran veg? ____________________________________________________

Í andstreym’, viðstreym’, stormi, stilli, ____________________________________________________

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg ________________________________________

Nikolei, tú skilir ei, ________________________________________________________________

og vit stríðast allan dagin, ________________________________________________________________

fyrsuhjálp, morsing og til at geva boð. ____________________________________________________

Ábyrgdin á tínum herðum ________________________________________________________________

At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, ____________________________________________________

og eina rødd sum sól og vár, ________________________________________________________________

at fólk í varðhald verða blakað ____________________________________________________

Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær, ____________________________________________________

Í stundini var flugan har: ________________________________________________________________

Landið í norðanroða. ________________________________________________________________

og kom ein túr í Tinganes við mær: ____________________________________________________

fjórða hvít við gulli á, ________________________________________________________________

Trupulleikar í eini patrúlju

Marjun er PF í Dúgvuni, hon er sera dugnalig, ein av teimum, ið dugir allar knútarnar og sum næstan altíð klárar tær uppgávur, ið verða settar patrúljuni. Hon er soleiðis sær eisini ein eygaðgóður skóti og her er tann raskasti – og tí verður tað næstan altíð hon, sum ger alt sjálv. Eitt er tó galið, Marjuni tørvar altíð fólk í patrúljuni, teir nýggju skótarnir eru bert nakrar fáar mánaðir, men so fara teir.

Hvat er galið, og hvat kunnu tit ráða Marjuni til?

Pætur er PF í Rituni, hann er eisini ein sera dugnaligur drongur, men umframt at vera skóti er hann limur í Ríðingarfelagnum, hann savnar frímerkir og so skal Lisa eisini røkjast. Tá ið hann skal hava patrúljufund, stindur hann “spejerliv” í lumman og so leggur hann skránna, meðan hann gongur niðan í skótahúsið. Stundum eru fundirnir stuttligir og hugnaligir, men sum oftast sigur hann: “vit mugu skunda okkum í kvøld, eg havi ein stíl at skriva til í morgin.” Pæturi tørvar næstan altíð fólk í patrúljuni.

Hvat er galið, og hvat vilja tit ráða Pæturi til?

Hansina er PF í Ørnini, eisini er hon sera dugnalig og harafturat krevur hon nógv av sær sjálvum. Hon er altíð væl fyrireikað til patrúljufundirnar og vil, at patrúljan skal verða ein góð patrúlja. Hansina krevur eisini nógv av sínum skótum og er ikki nøgd um patrúljan er næstbest í eini kapping. Men kortini gongur tað ikki hjá henni, skótarnir glíða spakuliga út úr patrúljuni.

Hvat er galið, og hvat vilja tit sum ein patrúlja ráða Hansinu til?

Tummas hevði glett seg til at gerast skóti, men hann var best til fáar patrúljufundir. Tummas er ein stórur drongur, nærmast tjúkkur drongur og tað var siður í patrúljuni at allir skótarnir høvdu serlig nøvn. Tá ið Tummas kom, skuldi skótarnir geva Tummasi eitt anna navn, onkur ráddi til at kallað hann Tjúkkas. Soleiðis var Tummas kallaður av og á, men tað var mest í spølni, kortini dámdi honum ikki navnið.

Hví gavst Tummas sum skóti og hvussu kunnu vit rætta hetta?

Dánjal hevði leingi glett seg til at gerast skóti, hann visti hetta var sum í ævintýsinum við spennandi spølum, bálareldri og at sova í tjaldi. Men hann gjørdist vónsvikin. Skótalógin skuldi dugast, hann skuldi duga árstøl um Baden-Powell, áðrenn hann slapp at kóka havragreyt, tí PF gav honum Skótan 2016/2017 og segði, at hann kundi seta seg yvir í hornið at læra seg hetta.

Hví gavst Dánjal og hvussu kundu tit sum ein pat. Sloppi undan hesum?

Jóna var lítil á vøkstri, men hon hevði aldurin til at vera skóti. Hon var ein gløgg genta, og hon hevði klára skótaroyndina og var væl áleiðis í einum dugnaðarteki. Men so hendi nakað. Patrúljan hevði verið á legu og Jóna skuldi høgga brenni, meðan hinir skótarnir bygdu leguna upp, hon slapp eisini at vaska grýtur meðan hini arbeiddu við einum virknismerki og tá ið heim var farið, súklaður tey um kapp og Jóna var langt aftast. Hon kom ongantíð aftur á patrúljufund.

Hví kom Jóna ikki aftur og hvussu kundu tit steðga hesum?

Tosið og hugsið væl um hesar 6 søgur, og gevið tykkara boð upp á hvussu tit kundu sloppi undan hesum. Tit kunnu gott geva fleiri meiningar upp. Hugsa tit vanligvís um slíkt?

(10 stig pr. søgu)

Tit skulu fyrireika eina minst 24 tíma langa legu.

Finnið útav longdini, starttíð, patrúljuútgerð, fyrstahjálpara útgerð, mat og hvat grundin er til at tit hava valt hesa leguna.

Gev leguni eitt ávíst evni, sum t.d. sanglega, endurnýtslulega, ár 1800 lega ella okkurt heilt annað.

Ger ein lista yvir persónligt útstýr, klæðir til leguna (hugsa um nær á árinum hon er)

Velji sjálvi hvar legan skal verða. Tað er ikki neyðugt at hon er á Streymoynni.

Kannið umstøðurnar har á leiðini.

Teknið á eitt kort, hvar legan er. Hvussu sleppa tit til tað ávísa staðið.

Gerið ein tilmeldingarseðil, har tit kunnu bjóða øðrum við á leguni.

Gerið eina skrá til leguna

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram