Grøn skjúrta ella troyggja í ávísum sniði. Grønar buksur, cowboybuksur ella grønt skjúrt. Til búnan verður nýtt turriklæði og skótabelti. Allir limir í samskipanini nýta skótabúnan. Nýggir limir hava rætt at bera skótabúnan, tá teir hava luttikið á fýra fylgjandi skótafundum.

Spírur:
Kravd merki til spírubúnan eru: Spíruemblemið, bygdamerkið og landsmerki. Spírin ber tey dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið.
Spírur kunnu eisini bera legumerki og serlig merki.
Grønt pannuband ella húgvu

Títlingabúnin:

Kravd merki til títlingabúnan eru: Títlingaemblemið (tá ið títlingurin hevur staðið títlingaroyndina), alheims títlingamerkið, bygdarmerkið, flokksmerkið, ársstjørnur, KFUK-merkið og landsmerkið.
Títlingurin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið. Títlingar kunnu bera legumerki og serlig merki við loyvi frá landsnevndini.
Grønt pannuband/húgva við títlingamerki.

Skóta- og ungdómsskótabúnin:

Kravd merki til skótabúnan eru: Skótaemblemið (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), alheims skótamerkið, tjóðarmerkið, bygdarmerkið, liðmerkið, ársstjørnur og patruljulitir, KFUK-merkið og landsmerkið.
Skótin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið. Skótin kann bera legumerki og serlig merki við loyvi frá landsnevndini.
Grøn alpuhúgva við hvítum Sigmundarkrossi.

Leiðarabúnin:
Kravd merki til leiðarabúnan eru: Skótaemblemið, alheims skótamerkið, tjóðarmerkið??, bygdarmerkið, landsmerkið, ársstjørnur og KFUK-merkið. 
Leiðari kann bera royndarmerki, 1. hjálparmerki og gonguskjøldrar.
Leiðari kann bera legumerki. Leiðari við Smæru/Gilwell ber snórin.

Patruljulitir:
1. pat. REYTT 
2. pat. BLÁTT 
3. pat. GRØNT 
4. pat. GULT
5. pat. BRÚNT
6. pat. LJÓSABLÁTT
7. pat. HVÍTT
8. pat. VIOLETT

Ársstjørnur:
1. ársstjørna: Lítil silvurlitt
5. ársstjørna: Stór silvurlitt
10.ársstjørna: REYÐ
15.ársstjørna: GRØN
20.ársstjørna: SILVUR
25.ársstjørna: GULL

Tignarstig:
Snórar, sum kunnu berast, tá patruljuførarar hava verið á PF-venjing og liðleiðarar á Leiðaraskeiði I.
Liðleiðari: grønan/hvítan snór
Liðhjálpari: hvítan snór
Patruljuførari: hvítan snór
Patruljuhjálpari: bláur snórur

Pláss á búnanum:
Merkini á búnanum hava hvørt sítt pláss:
Uppi yvir vinstra lumma: Títlingaemblemið, Alheims títlingamerkið, Skótaemblemið, Altjóða smæran og Landsmerkið
Beint uppi yvir vinstra lumma: Ársstjørnur
Uppi yvir høgra lumma: Tjóðarmerkið
Uppi yvir tjóðarmerkinum: Legumerki
Patruljulitir: um akslastropparnar
Liðmerkini: ovast á ørmunum
Royndarmerkini: á vinstra armi - undir liðmerkinum
Dugnaðartekin: á vinstra armi undir royndarmerkjunum
Bygdar/býarmerkið: á høgra armi
KFUK-merkið: uppi yvir bygdar- ella býarmerkinum
Tignarstig: snórar í ymiskum litum um hálsin
Øll merkini eiga at sita oman fyri albogan.

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram