Skótalex

Ein orðalisti til foreldur og onnur ið eru nýggj í skótaverðini, ella nýggj í nevndararbeiði, og ikki kennir 

allar tær mongu styttingar og orð ið kunnu koma fyri.

Hvat merkja skótaorðini og hvat standa styttingarnar fyri.
Her er ein orðalisti.


Altjóða sporttekin: Tekin, nýtt til at finna veg.

Ársstjørnur: Skótarnir fáa eina stjørnu fyri hvørt virkið ár. Hettar eru metalstjørnur ið verða seymaðar yvir vinstra lumma.

Bálbumba: Tú nýtir "bálbumbu" til at lætta um tá tú kyndir bál. Tú kanst eitt nú gera bálbumbur burturúr gomlum stearinrestum og saguspønum.

Bivuak: Uttandura skýli, bygt til at sova undir eina nátt.

Bólkalega: Skótalega, har allir skótar í liðnum eru við - ella kunnu vera við.

Bólkaleiðari: Leiðari, við høvuðsábyrgd av einum lokalum skótabólki.

Bólkaráð: Leiðarar, foreldur og eitt nú kirkjuráðslimir ella onnur, ið varða av skótabólkinum.

Bólkur: 5 KFUK skótabólkar eru í Føroyum. Í Havn, Sandi, Kollafirði, Fuglafirði og Klaksvík. Ein bólkur kann hava eitt ella nógv lið.

BP: Stytting fyri Baden-Powell. Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna.

Búni: Skótabúnin er ein myrkagrøn skjúrta ella troyggja og ljósagrønt turriklæði við smæruni á. Skjúrtan/troyggjan og turriklæði nevna vit skótabúna.

Búreising. Føroyskt fyri pionering. 

Deyður postur: Tá boðini á postinum standa á pappírslepa e.ø. 

Dugnaðartekin: Merki, ið skótin fær at seta á búnan fyri dugnaskap. Tað kann t.d. vera um plantur, fyrstuhjálp, at brúka knív ella matgerð.

Emblem: Smæran er felagsmerki (emblem) fyri allar gentuskótar í heiminum. Føroya KFUK-skótar hava harafturat egna smæru.

Erla Kongsdóttir: KFUK-skótabólkurin í Fuglafirði. Men eisini brúkt sum patruljunavn. Skótapatruljurnar hava oftast fuglanøvn.

"Euro Mini jam": Ein skótalega fyri smátjóðir í Europa. Tvær patruljur ur hvørjum landi luttaka.

Familjuskótar: Skótar í aldrinum 3-5 ár, ið møta til skótar saman við einum vaksnum.

"Free being me": Tilfar og eitt merki hjá WAGGGS. https://free-being-me.com/

FSR: Stytting fyri Føroya Skótaráð.

FUR: Stytting fyri Føroya Ungdómsráð.

Gallasloyfa: Verður nýtt til hátíðardagar (galla). Eitt nú á grækarismessu og flaggdagin. Gallasloyfan er trý silkibond í somu litum sum Merkið. Hvítt, reytt og blátt. Tey eru faldað á miðjuni og fest á vinstru øksl við trygdarnál.

Gentuskóti: KFUK-skótar eru gentuskótar. Føroya KFUK-skótar hava einans kvinnuligar limir í løtuni.

Gilwell: Navnið á hægstu leiðaraútbúgvingini í skótarørsluni. Rætta heitið er "Smæru/Gilwell". 

"Baden Powell var Lord of Gilwell". Gilwell parkin liggur í London.

Grønur skóti: KFUK-skótar og KFUM-skótar verða kallaðir grønir skótar, tí teirra skótabúni er grønur.

Gulur skóti: Skótabúnin hjá Føroya skótasambandi er kakhi littur, ið eru ein gulligur litur. Tí verða tey eisini kallaði gulir skótar.

Haik: Langur gongutúrur. Ofta verður matur gjørdur ella etin á vegnum.

Hjálparleiðari: Skótaleiðari uttan høvuðsábyrgd. Ofta yngri leiðarar.

Heimssentur: WAGGGS hevur 5 skótasentur staðsett í Mexico (Our Cabana), Sweitz (Our Chalet), Englandi (Pax Lodge), Afrika (Kusafiri, flytur millum lond) og India (Sangnam).

Hugsanardagur: Alheims hugsanardagur er 22. februar, sum eisini er føðingardagurin hjá hjúnunum Baden-Powell. Dagurin verður hildin um allan heim fyri at minna okkum á alheims skótavinalagið.

IC: Stytting fyri International Comissioner.

IST: Stytting fyri International Service Team. Heitið á teimum, ið hjálpa til á altjóða legum.

Jamboree: Ein lega har nógvir skótar møtast

JOTA/JOTI: Ávísur dagur, har skótar í øllum heiminum samskifta á alnótini. JOTA er stytting fyri Jamboree on the air. JOTI er stytting fyri Jamboree on the internet.

JOTT: stytting fyri Jamboree on the trail. Árligur gongutúrur fyri skótar um allan heimin.

K.F.U.K: Kristiligt felag fyri ungar kvinnur

K.F.U.M: Kristiligt felag fyri ungar menn

Kimspæl: Spæl, har skótarnir venja at brúka sansirnar. Rudyard Kipling hevur skrivað bókina um drongin Kim, ið var sera dugnaligur eygleiðari.

Knútaband: Band, ið kann berast á búnanum og sum verður nýtt at venja knútar.

K-lega: skótalega fyri allar skótar 4.flokk og eldri. Lega har hvør skóta kann velja sær nøkur virksemir.

K-renning: Postarenning við kumpas

Kumpass: Tól, ið vísir magnetiska norður-suður linju við magnetnál.

Kusafiri: Skótacentur hjá WAGGGS, ið í ferðast í afrikonsku londunum. https://worldcentres.wagggs.org/kusafiri/

Lakposi: Tunnur posi, t.d. eitt lak, ið er seymað til ein posa. Tú liggur í lakposanum inn í soviposanum. Lakposin hjálpir tær at halda hitanum og verjir soviposan. Einans neyðugt at vaska lakposan aftaná skótalegu ikki soviposan.

Legubál: Bál á skótalegu. Verður nýtt sum heiti fyri hugnaligar løtur rundan um bálið við sangi, spæli, hugna og stuttleika.

Legubálskappi: Ein kápa at hava útyvir skótabúnan til legubál. Bálið hitar framsíðuna, legubálskápan hitar bakið, tá tú situr við bálið.

Legumerki: Eitt merki ið tú fær tá tú hevur luttikið á (oftast størri) legu. Legumerkið erður seymað uppiyvir høgra lumma.

Lið: Eitt skótalið, er eitt lið ið er knýtt at heinum bólki. Tað kann eitt nú vera eitt ungdómsskótalið. Hvørt lið møtist somu tíð og stað hvørja viku.

Liðleiðari: Leiðari við høvuðsábyrgd av einum ávísum skótaliði.

Lilja: Emblemið hjá dreingjaskótum um allan heimin.

Livandi postur: Postur á postarenningini, har ein ella fleiri persónar standa og vegleiða skótarnar í uppgávuni, ið skal loysast ella gerast.

Loysanarorð: (Motto) Loysanarorð hjá skótum um allan heimin er “Ver til reiðar”

LPK: Stytting fyri Landspatruljukapping. Kapping, ið KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri.

"Marsjera": Á grækarismessu og á flaggdegnum er vanligt, at skótar ganga skrúðgongu.

Morsing: Tá ið boð verða givin við morsiteknum. Morsitekin eru ein koduskrift.

Morsifløgg: Reyð/hvít fløgg at gera morsitekin við.

Morsitalva: Ein talva ið tú nýtir at týða morsitekn.

Náttarrenning: Postarenning um náttina. Á legu kunnu skótarnir vera vaktir á miðjari nátt at skula út at renna. Venjing í at verða til reiðar og at styrkja reystleikan.

NSK: Nordisk Speiderkomité. Norðurlendsk Ráðstevna hildin 3. hvørt ár í teimum ymisku norðurlendsku londunum.

Nuestra Cabaña/Our Cabaña: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í Mexico. https://worldcentres.wagggs.org/nuestra-cabana/

Nykurts Rósa: Skótaliðið Nykurts Rósa er ein skótabólkur hjá KFUK og KFUM skótunum, ið heldur til á Sandi.

Our Chalet: Fyrsta heimsskótacentrið hjá WAGGGS. Tað liggur í Ademboden í Sweits. https://worldcentres.wagggs.org/our-chalet/

Patrulja: Ein bólkur av 5-8 skótum egnum navni, sereyðkenni og patruljuførara. 

Patruljudagbók: Bók, har patruljur føra loggbók yvir tað, tey gera á skótafundum. Uppmøtingarlisti, telefonlisti og tílíkt er ofta í dagbókini.

Pax logde: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í Onglandi. https://worldcentres.wagggs.org/pax-lodge/

PF: stytting fyri patruljuførari.

PH: stytting fyri patruljuhjálpari.

Pionering: Búreising. Heitið fyri arbeiðsháttin, tá tú nýtir tvein at surra raftir saman til búreising. T.d. borð, inngangsportal og legukøk.

Pløkkur: Verður nýttur til at festa tjaldspennið. Hevur spískan enda og kann vera gjørdur úr tilfari sum t.d. metalli, plasti ella træi.

Postarenning: Skótarnir loysa uppgávur, ið tey finna við ávísum boðum.

Postur: Uppgávur at loysa ella lutir at finna á postarenningini.

Raftir: Steyrar, ið vera brúktir til búreising (pionering)

Rovari: Skóti eldri enn 18 ár.

Samskipan: Tað eru tríggjar skótasamskipanir í Føroyum. Samskipanin er heitið fyri landsfelagið, bólkar og lið. Føroya KFUK er ein av trimum skótasamskipanum í Føroyum.

Sangam: Heimsskótasentrið hjá WAGGGS í India.

Santa Jørundsdagur: 23. apríl er altjóða skótadagur. Baden Powel valdi Santa Jørund til verndarhalgimenni skótanna, tí hann umboðar tað góða og djarva, ið berjist ímóti og vinnur á tí ónda.

Semafor: Ein háttur at signalera, geva boð við fløggum.
Skaffigreiðir: Amboð, ið tær tørvar til máltíð (skaffa) kopp, tallerk, skál, bestikk og viskustykki.

Sketch: Stuttur skemtileikur. Ofta ein skemtisøga, gjørd til leik.

Skrúðgonga: Skipa gonga, har skótar eru í búna og bera fløgg til hátíðardagar.

Skótabólkur: Øll liðini á skótastaðnum eru í bólkinum

Skótabønin: Sangur, ið verður sungin eftir hvønn skótafund. 

Skótaheilsanin: er tann sama um allan heimin. Høgra hond upp við tveimum ella trimum fingrum, og hinir fingrarnir gera ein ring, sum merkir
skótavinir um allan heimin.

Skótahjálpin: Vika 39 á hvørjum ári tá skótar arbeiða fyri at samla pening til okkurt hjálpararbeiði

Skótalið: Bólkur við t.d. títlingum ella skótum

Skótalógin: Reglur, sum Baden Powell gjørdi til fyrstu skótarnar, og sum enn verða brúktar um allan heim.

Skótalyftið: Tá tú verður skóti, skal lyftið gevast eftir ávísum reglum.

Skótaovasti: Eitt heiti ið kann vera nýtt til forkvinnu/formann í landsnevnd hjá eini skótasamskipan.

Skótapatrulja: Ein bólkur av 5-8 skótum egnum navni, sereyðkenni og patruljuførara.

Skótaroyndin: Uppgávur, sum skótin ger fyri at kunna bera skótasmæruna.

Skóti: Ein persónur, ið er ella hevur verið virkin í skótarørsluni.

"Skóti": Heitið á einum lummaálmanakka, ið skótarnir plagdu at fáa árliga.

Smáskótadagur: Dagur tá nógvir smáskótar í øllum landinum møtast. 

Smæran: Er emblem hjá gentuskótum um allan heim. Kallast Trefoil á enskum. Okkara smæra hevur ein sigmundarkross í miðjuni.

Smæru-gilwell: Heiti á hægstu gentu og dreingja leiðaraútbúgvingini í Føroyum. Føroya Skótaráð skipar fyri útbúgvingini.

Spíri: KFUK-skótar, vanliga í aldrinum 6-7 ár

SSB: Skótalið Sigmund Brestisson. Eitt skótalið hjá Føroya skótasamband. 

Standari: Patruljuflagg. Silvurplátur, ið patruljan hevur vunnið í kappingum, verða heftar á standaran.

Stormkøkur. Eisini nevndur spritkøkur ella trangia. Ein lítil "køkur" ið passar í ryggsekkin og sum tú kanst matgera á á legum og útferðum.

Surring: Tú tú nýtir tvein ella tog til at festa, ella binda eitthvørt saman.

Timburbregd: Ein knútur ið tú eitt nú nýtir tá tú skalt pionera. 

Títlingur: Næstyngstu skótarnir. Vanliga 7-10 ár

Tvein: Verður brúkt at surra við. Búreising.

Túgvan: Skótabólkurin hjá KFUK og KFUM skótunum í Kollafirði

Undirlag: Skótaundirlag er eitt undirlag, ið kann rullast saman og festast í ryggsekkin. Hesi eru løtt at bera og fylla lítið í tjaldinum ella í hølinum, har sovið verður.

Ungdómsskóti: Skótar í umleið 7. flokki og eldri.

WAGGGS: World Association of Girl Guides and Girl Scouts. https://www.wagggs.org/en/

World scout Jamboree er altjóða skótalega, sum WOSM skipar fyri 4. hvørt ár

4. grein: Vaksnar og eldri KFUK skótar, ið møtast javnan til fund. Einaferð skóti - altíð skóti.

 



Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram