Føðingardagsmerkið
Hettar er eitt merki ið er ætlað skótum í øllum aldri, ið luttaka í skótavirksemi á teirra føðingardegi.
Merkið er ætlað sum ein føðingardagsgáva, ið liðið gevur skótanum, fyri at vísa takksemi um at skótin velur at koma við á legu ella annað skótavirksemi á sínum føðingardegi.
Leiðarin ger av, hvat krevst fyri at skótin hevur uppiborið merkið. Skótin kann eitt nú hava verið á legu, skúðgongu ella skótafundi, men má minst hava luttikið í ein tíma.
Tá merkið verður handað, er umráðandi at øll reisast, og syngja føðingardagssang fyri skótanum, og ramsa øll tølini upp: "fyllir tú eitt? nei...fyllir tú tvey? Nei..."
Merkið kann bert handast eina ferð
Føðingardagsmerkið er eitt hugskot frá ungdómsnevndini hjá Føroya KFUK skótum. Tað er Karina Utvær Eliassen ið hevur teknað merkið. Merkið er vovið og í góðari góðsku, og kostar 10kr stk.
Ynskja tit at keypa, so er at senda ein teldupost á kfukscout@gmail.com og siga hvussu nógv merkir tit ynskja at keypa til bólkin.
