Pink Gøta - Kristni

Næstin


Hugleiðing

At vera góður við næsta sín er eitt av grundleggjandi virðunum í okkara samfelag, og sum skótar er tað okkara ábyrgd at virða hetta. Henda gøtan gevur innlit í tað, at vera góður við næsta tín.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Vera við í hjálpararbeiði

Her ber til at luttaka millum annað í Skótahjálpini ella Christmas Child átakinum. At luttaka í Christmas Child átakinum er sera gevandi virksemi fyri allar partar, bæði sum gevandi, fyriskipandi og móttakandi partur.

Geva eina gávu, sum úlvurin/títlingurin hevur gjørt

At geva og vera góður við ein annan persón, er tað, ið er umráðandi við hesum virkseminum.

Læra um álit (hjálpast í liðnum)

Álit skapar trivna. Virksemi er ætlað at geva úlvarnar/títlingarnar eina kenslu av týdninginum, sum álit hevur millum fólk. Dømi um spøl, ið eru bygd á álit, eru lýst niðanfyri




Hugskot til fundir

Vera við í hjálpararbeiði:

  1. Um úlva/títlingaliðið luttekur í Christmas Child átakinum, kann leiðarin gera eitt diplom til hvørt luttakandi barn. Sí link http://www.christmaschild.fo/

  2. Umráðandi er, at tað ikki skal vera kostnaðarmikið hjá úlvunum/títlingunum at luttaka, so tí ræður um at vera kreativur og fáa børnini at framleiða ymiskt til eskjuna.


Geva eina gávu, sum úlvurin/títlingurin hevur gjørt:

  1. Til Jólahald: Øll hava innpakkaða gávu við við onkrum, tey sjálvi hava gjørt. Gávurnar vera lagdar í ein posa, og so fáa øll børnini eina gávu við heim frá einum skótavini. Hetta kunnu vera tekningar, armbond, hálsketur, knútaband, jólakalendari, perlumynd, smákakur, bundið turriklæð, turriklæðsringar og lyklaringar.

  2. Gávan kann vera virksemi, sum inngongur í øðrum gøtum, t.d. gera prýði við tilfari í fjøruni, telgja okkurt, gera drekar, bregda armbond o.a. Fundurin kann enda við at pakka gávuna inn og skriva til og frá seðil á.





Læra um álit (hjálpast í liðnum):

  1. Àlit: Spæla Bumbuøkið: Ymiskir lutir vera lagdir út innandura ella uttandura. Úlvarnir/títlingarnir luttaka í pørum, har annar hevur bind fyri eyguni og verður ‘leiddur’ gjøgnum ‘minu-økið’, við at hin fortelur honum, hvussu hann skal ganga.

  2. Álit: Spæla Leni-spæl: Úlvarnir/títlingarnir við líknandi stødd luttaka í pørum. Annar skal detta og hin skal lofta. Tann, sum dettur, skal standa við rygginum til hin. Byrjast má í smáum, soleiðis at álitið hjá ‘dettaranum’ á ‘loftaranum’ spakuliga verður uppbygt. Leiðarin má fylgja við, soleiðis at ‘dettarin’ alla tíðina er tryggur. Um hann dettur á gólv, so er onki álit uppbygt.

  3. Álit: Strá í vindinum. Úlvarnir/títlingarnir standa í rundingi og mitt í stendur ein úlvur/titlingur við bindi fyri eygunum. Hann skal standa sum strá í vindinum og ‘fúka’. Tey í rundinginum kunnu varliga skumpa undir tann í miðjuni, soleiðis at hann dettur út móti ringinum og verður skumpaður víðari. Leiðarin má halda væl eyga við, at rundingurin er passaliga lítil og tættur, so tann í miðjuni er tryggur.

  4. Álit: Rennipar: Úlvarnir/títlingarnir luttaka í pørum og leiðast. Annar hevur bind fyri eyguni. Fyrst ganga tey spakuliga, men ferðin skal setast upp líðandi. Endamálið er at fáa ferðina so langt upp sum gjørligt, helst renna. Síðani skifta tey um.

  5. Álit: Stólaumfar: Tríggir ella fleiri stólar vera settir út á eitt økið. Ein úlvur/títlingur skal ganga runt um allar stólarnar við bind fyri eygunum. Hini í patruljuni hava ikki loyvi til at vera inni á økinum og mugu vegleiða tann blinda frá kantinum av økinum. Tá úlvurin/títlingurin hevur gingið runt um allar stólarnar gongur hon/hann aftur til útgangsstøðið og tann næsti í patruljuni fær bind fyri eyguni, og skal nú runt um allar stólarnar. Leiðarin kann flyta stólarnar, so at tey ikki bara kunna ganga eftur minninum hjá sær. Kann gerast torførari við, at tey ikki hava lov til at siga, “vinstra, høgra, aftur, fram ella steðga”, men mugu sjálvi finna orð sum umboða hesar rætningarnar.

  6. Álit: Blindi ormurin: Patrúljan stillar seg í eina rekkju við hondunum á herðunum á persóninum frammanfyri. Øll hava bind fyri eyguni undantikin aftasti persónurin. Aftasti persónurin skal nú stýra slanguni við at klappa ávikavist á vinstra og høgru øksl og síðani klappa øll frameftir, soleiðis at fremsti persónurin vendir tann vegin, klappa verður á.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram