Grein 1
Navnið er Føroya KFUK-skótar.

Grein 2
Endamálið er at útinna skótaarbeiði samsvarandi alheims skótalóg og skótalyfti og at boða gleðiboðskapin fyri skótum, títlingum og spírum samsvarandi evangelisk-luthersku játtanini.

Grein 3
Arbeiðsgrundarlagið er gjøgnum skótaarbeiði at útvega tær best møguligu treytir fyri einum felagsskapi, har frælsi fyri einstaklingin er størst møguligt, samstundis sum ein átekur sær ábyrgd fyri felagsskapinum.
Samsvarandi skótalóg og -lyfti vil skótarørslan við sínum arbeiði á tjóðskaparligum og alheims stigi hjálpa skótunum at virka í føroyska samfelagnum og at arbeiða fyri góðum vinalagi tjóðanna millum.

Grein 4
Føroya KFUK-skótar (Meginfelag føroysku gentuskóta) hava samstarvsavtalu við De grønne pigespejdere. Harafturat hava vit eygleiðarastøðu í Pigespejdernes Fællesråd og hervið umboðaðar innan The Worlds Association of Girl Guides and Girl Scouts - stytt WAGGGS.
stk 2. Limagjaldið til WAGGGS verður goldið gjøgnum De grønne pigespejdere.

Grein 5
Hægsti mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar og liðhjálparar hava
fundarskyldu.
Landsfundurin er fyrsta leygardag í mars við hesi skrá:
1. Inngangur
2. Val av fundarstjóra og skrivara
3. Góðkenning av gerðabókini
4. Ársfrágreiðing og góðkenning av roknskapi.
5. Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum.
6. Innkomin mál.
7. Ymiskt.
Mál til landsfundin skulu vera landsleiðaranum í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Landsleiðarin gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi
eina viku áðrenn fundin.

Grein 6
Fundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.

Grein 7
Landsnevndin, stytt LN, er: 7 nevndarlimir + tveir eykalimir. Nevndarlimir sita tvey ár í senn. Landsnevndarval er hvørt ár við útskifting av aðru hvørja ferð trimum og fýra limum. Landsnevndin skipar seg sjálv við forkvinnu, næst-forkvinnu, kassameistara og skrivara.
Til at binda samskipanina løgfrøðisliga og fíggjarliga krevst landsfundarsamtykt og undirskrift frá forkvinnu ella næstforkvinnu og kassameistara. Avgerðir tiknar av Landsnevndini skulu góðkennast av landsfundinum.

Grein 8
1. Hvørt skótastað hevur sítt bólkaráð. Har ynski er at hava hetta felags við øðrum skótaliðum, skal góðkenning til frá landsleiðsluni.
2. Bólkaráðið hevur alla ábyrgd av fíggjarliga virkseminum og trivnaðinum hjá bólkinum. At binda bólkin fíggjarliga, t.d. seta fasta ogn í veð, krevst undirskrift frá forkvinnu, kassameistara og bólkaleiðara.
3. Í bólkaráðnum sita: 5-7 fólk umboðandi leiðarar og foreldur hjá ávíkavist smáskótum, skótum og ungdómsskótum.
4. Foreldraumboð kunnu bert veljast millum foreldur at limum undir 17 ár.
5. Landsnevndin kann góðtaka, at bólkaráðið verður øðrvísi samansett.
6. Bólkaráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassameistara og skrivara. Formaður/kvinna og kassameistari eiga ikki at vera sama fólk.
7. Bólkaráðsformaðurin/forkvinnan kallar inn til minst tveir fundir um árið.

Grein 9
1. Ein bólkur er ein eind samansett av aldursbýttum liðum, sum eru skipað í patruljur.
2. Bólkaleiðarin hevur leiðsluna av bólkinum og ábyrgd av honum yvir fyri bólkaráðnum, sum aftur hevur ábyrgd yvir fyri Landsnevndini.
3. Heldur bólkurin uppat at virka, tekur bólkaráðið í samstarvi við landsnevndina støðu til, hvat skal gerast við ognirnar.

Grein 10
Nýstovnan og avtøka av skótaarbeiði skal góðkennast av Landsnevndini. Eitt lið kann ikki útmeldast undir einum.

Grein 11
Har KFUK-feløg eru á staðnum, hevur skótaarbeiðið tilknýti til hesi.

Grein 12
Føroya KFUK-skótar (Meginfelag Føroysku Gentuskóta) mynda, saman við hinum samskipanunum, Føroya Skótaráð, við 3 umboðum, harav ein er í formannskapinum.

Samtykt á landsfundi 06.09.1986
Seinast endurskoðað á landsfundi 07.03.2015
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram