Smærurnar eru venjingarætlanin hjá Føroya KFUK skótum, fyri skótar, ungdómsskótar og rovarar. 

Tað kann taka longri tíð at fáa eitt smærumerki, og krevur tað at skótin hevur roynt nógv ymiskt virksemi. 

Tí kann tað vera ójavnt á einum liði, nær skótarnir fáa smærumerkir.

Eitt hugskot er at býta út smærur árliga, ella hálvárliga, heldur enn at bíða til allar á liðnum ella í patruljuni hava staðið merkið.

Sum leiðari er gott at hyggja smærutilfarið ígjøgnum javnan, tá ið tit tilrættaleggja fundir og legur, soleiðis at tit tryggja at skótarnir standa venjingarætlanina.

Skótar ið hava tikið Reyðu smæru, kunnu taka lilla smæru.


Printvinarlig útgáva við krossilista:

Lilla smæra.pdf

Lilla smæra- krossilisti


 LILLA SMÆRA

Merkið skal takast í skótahøpi. Tað kann vera við patruljuni, liðnum ella á eini legu.


LEGULÍV

Hesar uppgávur eru kravdar. Patruljan ella liðið arbeiðir í felag við hesum:

- Vera við á einari vikulangari skótalegu
- Duga pionerarbeiði, har tit m.a. Brúka japanska krossurring, filipinarasurring og eingilska paralellsurring.
- Fremja eina 24 tíma langa heik.

- Ger eina matarskrá og keyp inn til eina legu.
- Duga at kynda bál við bert einum svávulpinni. Vita hvat slag av brenni og tendritilfari kann nýtast fyri at hettar riggar. Ikki nýta tendriveskur ella annað ið kann vera vandamikið 

Veljið minst 5 uppgávur at arbeiða við. 
-Gera eitt sólur, stilla tað ein bjartan sólskinsdag og klára tykkum í eitt samdøgur við tí sum einastu klokku at ganga eftir.

Gera eina brúsu á eini legu, og nýtið hana.
- Gera eitt legukøliskáp.
- Gera einar portursdyr við portri á, sum kann latast upp og aftur
- Gera faklar og brúka teir til okkurt serligt høvi
- Gera ein skammil við “kulsøpionering”
- Knýta eina heingikoyggju
- Gera ein brúkslut av leiri og brenna hann í einum ovni, tit sjálvi gera.
- Gera eina brúgv yvir um eina á.
- Leggja ætlan fyri einari súkkluheik á 100 km. Og royna hana.
- Leggja skrá og skipa fyri einari legu saman við einum øðrum skótaliði.


SAMSKIPANIN OG ALTJÓÐA SKÓTAARBEIÐI

Hesar uppgávur eru kravdar. Patruljan ella liðið arbeiðir í felag við hesum:

- Fáa greiði á, hvussu felagskapur KFUK-skótana er uppbygdur
- Gera seg kunnigan við endamál og skipan hjá the World Association of Girl Guides and Girl Scouts (WAGGGS)

- Gera eina kapping til liðið um altjóða skótaarbeiði
- Kanna hvussu skótaarbeiði er í einum landi frá hvørjum av teim 5 heimspørtunum.
- Bjóða einari patrulju frá einum øðrum liði til eitt tiltak, tit skipa fyri  

Veljið minst 4 uppgávur at arbeiða við. 

- Gera kunningartilfar um KFUK-skótarnar. Veljið ein málbólk, eitt nú foreldur, børn (komandi skótar), ella skótar úr einum øðrum landi.
- Læra nakrar dansir úr einum øðrum landi og læra hinar í liðnum teir
- Bjóða einum skóta, sum hevur vitjað eitt heimsskótacentur, ella luttikið á altjóða skótalegu so sum Jamboree ella Moot at koma at greiða frá upplivingini.
- Ger ein film um liðið hjá tykkum í samband við eitt altjóða skótatiltak.
- Finna tilfar um Olave Baden-Powell ella Agnes Baden-Powell og gera eina framløgu ella filmsbrot.

- Kanna hvørjar treytir skulu lúkast fyri at skótaarbeiðið hjá einum landi kann vera altjóða viðurkent.

- Luttaka á einum WAGGGS tiltaki uttanlanda. Eitt nú vitja eitt WAGGGS skótacentur, luttaka á ráðstevnu (norðurlendsk, europæisk ella altjóða WAGGGS ráðstevnu)

- luttaka á legu uttnlanda.

SAMFELAGIÐ OG SKÓTAVIRKSEMI

Hesar uppgávur eru kravdar. Patruljan ella liðið arbeiðir í felag við hesum:

- Fáa kunnleika til hæddarkurvar og signatur á korti.
- Læra at gera røringar og spleysingar.
- Kenna og ven deyva-stavrøðina
- Duga lívbjargandi fyrstuhjálp.
- Læra at brúka hjartastartara.

- Duga at geva boð við semafor.

Veljið minst 4 uppgávur at arbeiða við. 

- Læra morsialfabetið uttanat. Eitt nú við at visualisera morsitalvuna.

- Venja at bákna, so tit kunnu senda og taka ímóti eini morsifrágreiðing á 75 bókstavir í 5-9 min. Uml. 150 m. fjarstøða.

- Gera eina stóra silvakumpass úr papp ella øðrum og læra yngri skótar ella onnur á liðnum at brúka kumpass.
- Luttaka á fyrstuhjálpskeiði hjá Reyða krossi ella øðrum góðkendum veitara (12 tímar)
- Spyr eitt tingfólk um tit kunnu vitja í Tingsalinum. Kenna til fólkaræði og tingskipan. Vita hvørjir flokkar eru umboðaðir í Løgtinginum og hvørji eru landstýrisfólk. Møguliga luttaka á Tingfundi.
- Duga at brúka eldsløkkjara, brandteppi og aðra sløkkiútgerð. Vita hvør útgerð skal brúkast nær og Kenna til trygdarreglur við brúk av báli og duga at køva eld í eitt nú grýtu

- Duga at viðgera brandsár

- Læra lívbjarging á sjónum.

- Megna at svimja 300 m.   


KRISTNIKUNNLEIKI OG HJÁLPARARBEIÐI

Hesar uppgávur eru kravdar. Patruljan ella liðið arbeiðir í felag við hesum:

- Vita hví vit hava altargang. Vera í kirkju tá altargangur er.
- Veljið ein persón úr Bíbliuni. Kanna hvør persónurin var. Ger eina teknirøð, sjónleik ella film um lívið hjá hesum persóni.
- Gerið eitt yvirlit yvir hvørjir hjálparfelagskapir virka í Føroyum. Hvør er teirra málbólkur og hvussu hjálpa tey. Vel ein hjálparfelagskap, ið tit ynskja at fáa meira at vita um og fáið onkran har frá at koma at greiða frá teirra arbeiði.

- Kanna hvat ein primstavur er, og gera ein primstav til patruljuna.

- Skriva eina kvøldbøn, sum tit so nýta til eitt legubál áðrenn songartíð.

Veljið minst 4 uppgávur at arbeiða við. 

- Lesa um minst tríggjar av Jesu undirgerðum. Veljið ein av teimum og framførið hann á eini legu, undir eini guðstænastu, foreldratiltaki ella aðrastaðni. 

-Brúka Nýggja testamenti fyri at finna út, hvussu Jesu lærusveinar itu, og hvussu tað gekk fyri seg, at hvør av teimum gjørdist lærusveinur.
- Lesa trúuarjáttanina í sálmabókini og finna út av í hvørjum føri í guðstænastuni hon verður brúkt.
- Skipið fyri einum tíðindafundi, har ein í patruljuni spælir ein av evangelistunum og hini eru tíðindafólk, ið seta spurningar til evangelistin. Skiftið ímillum hvør skal vera evangelistur. Fyrireikið tykkum, so tit hava grundleggjandi vitan um evangelistarnar áðrenn tíðindafundin.
- Vel eitt føroyskt sálmaskald, finnið tilfar um sálmaskaldið. Læra 3 sálmar uttanat.
- Ger eitt filmskvøld og hyggið eftir fyrsta filminum í Narnia røðini “ Heksin, leyvan og garderobuskápið”. Rithøvundurin til bókina hevur nógvar tilvísingar til bíbliuna í søguni. Hvørjir persónar ella hendingar úr bíbliuni eru at finna í Narnia filminum? Ger eitt yvirlit sjálvar.  


NÁTTÚRAN OG UMHVØRVIÐ

Hesar uppgávur eru kravdar. Patruljan ella liðið arbeiðir í felag við hesum:

- Kenna sporini hjá vanligum djórum í Føroyum. Í minsta lagi seyður, ross, hundur, ketta, hara, antarfuglur og smáfuglur.
- Duga at kunna tykkum um veður og streymviðurskifti.
- Kenna minst 5 stjørnumyndir og duga at vísa á tær. Duga at finna hvar norður er, við at hyggja at stjørnuhimmalinum.
- Fara á seiðaberg, ella til útróður. Kryvja fiskin, greipa og heingja hann upp at ræsa, ella gera eina máltíð burturúr feska fiskinum.
- Far ein túr í hagan. Ganga eftir varðum frá einari bygd í aðra.

- Lærið tykkum hvørjar fríttvaksandi urtir, plantur, ber og soppar ið Føroyum kunnu etast. Ger eina máltíð við minst einum av hesum ráðvørunum.  

Veljið minst 5 uppgávur at arbeiða við. 

- Seta seg inn í tær gomlu veðurmetingarnar og royna at spáa veðrið á hvørjum skótafundi í ein mánaða.

- Gera eitt savn við minst tjúgu plantum, sum vaksa í føroyum. Skriva føroyska og latínska navnið. Ansið eftir ikki at heinta hóttar plantur.

- Lærið tykkum at fletta seyð og at gagnnýta tilfeingið av seyðinum.
- Takið fuglaljóð upp í haganum. Kanna aftaná hvørji fuglaljóð tit hava hoyrt.
- Lita tógv við plantum.
- Gera eina standmynd av kava- minst 2 m høg.
- Læra at seta segl á báti.
- Duga nøvnini á fjøllunum á tínari Oyggj. Fara upp á minst tríggjar fjallatindar sama dag.
- Í ein heilan dag skulu tit bert eta føroyskt framleiddar ráðvørur. Í eitt samdøgur skulu tit einans eta føroyskar ráðvørum og minst 3 ráðvørur skulu tit sjálvi hava fingið til vega. Hettar kann eitt nú vera epli tit hava tikið upp, mjólk tit sjálvi hava mjólkað, fisk tit hava fanga, skeljadjór o.s.fr. Restina av ráðvørunum kunnu tit keypa.
- Plantið grønmeti og urtir til tykkara patrulju.
- Vitjið eina brennistøð ella ruskinnsavningarstað og setið tykkum inn í hvønn mun rusk verður endurvunnið og á hvønn hátt.  

 

Printvinarlig útgáva við krossilista:

Lilla smæra.pdf

Lilla smæra- krossilisti


Tillukku!
Tú hevur nú staðið lilla smæru, og merkið kann seymast á ermuna.

Reyðu smæru

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram