Gula Gøta - Kunning
Kort
Hugleiðing
Geografisk kort vera nýtt til at skráseta fjøll, dalar, áir, búsetingar og so framvegis. Við kortinum kunnu vit hjálpast til at finna leið, lesa frástøður og vita, hvar vit eru. Onnur sjálvgjørd kort kunnu eisini nýtast til at finna leið ella til dømis at finna ein skatt - skattakort. Til sjálvgjørd kort vera ymisk sløg av frástøðum nýtt og eyðkenni at peila eftir. Við virkseminum á hesi gøtuni lærir úlvurin/títlingurin um hesi viðurskifti, at lesa og nýta kort til orientering.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Duga at meta um frástøður | Ofta er ringt at meta um, hvussu langt ella tætt við okkurt er, um mann ikki hevur eitt mátiband, men sum úlvur/títtlingur læra vit at brúka tað vit hava, tí læra vit um at meta frástøður |
Kenna “signaturir” á einum korti | Fyri at kunna lesa eitt kort, er tað umráðandi at skilja, hvat ið teknini á kortinum merkja. Hesi standa vanliga viðmerkt í einum kunningarrúti á kortinum. |
Vera við á einari kortrenning | Fyri at skilja hví ið vit læra at lesa kort, er tað altíð stuttligt at sleppa at royna seg. |
Hugskot til fundir
Duga at meta um frástøður:
Persónlig mát. Gott útgangsstøði hjá úlvum/títlingum at læra munin á metrum og sentimetrum
Kenna “signaturir” á einum korti:
Gerið ymisk kort:
Tekning av sínari egnu oyggj við røttum signaturum
Skattakort
Heimagjørt kort av t.d. nærumhvørvinum
Vera við á einari kortrenning:
Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin.