REYÐ SMÆRA 

LEGULÍV

Patruljan skal í felag arbeiða við hesum:

- Sova í tjaldi í minst 3 dagar á rað.
- Innrætta eitt patruljulegupláss, har tit við búreising gera eitt borð, eitt inngangsportur og reisa eina flaggstong.
- Baka bollar ella breyð á báli ella í primitivum ovni
- Duga ar kynda minst trý sløg av bálum
- Reisa tjald á rættan hátt og pakka tað saman á skynsaman hátt.

Patruljan velur í felag minst 3 uppgávur at arbeiða við.
Her eru nøkur hugskot:

- Skipa fyri einum legubáli: kynd bálið, vel sangir og skipa fyri undirhaldi.

- Gera eitt sólur, stilla tað ein bjartan sólskinsdag og klára tykkum í eitt samdøgur við tí sum einastu klokku at ganga eftir.
- Gera tvey etingaramboð og nýta tey ein heilan dag
- Gera tykkara egna legumerki- brenna, mála, tekna, brodera ella annað
- Gera ein legubálskappa
- Duga at kynda eld við sjóneygu og við tendristáli
- Gera eina legusvintu, einar grýtulappar ella okkurt annað til patruljuútgerðina.
- Royna at gera ís ein dagur tá nógvur kavi er.
- Mala korn og baka breyð ella bollar úr mjølinum
- Gera døgurðamat á báli.  
- Ansa eftir leguútgerðini hjá patruljuni og halda hana reina áðrenn og aftaná legu.

 

SAMSKIPAN OG ALTJÓÐA SAMSTARV

Patruljan skal í felag arbeiða við hesum:

- Kenna til Føroya Skótaráð. (FSR) Kenna til: Stovnan, endamál, limum, samstarvi og limaskapi
- Duga at syngja heimsgentuskótasangin “Our way is Clear
- Tosa um týdningin av skótalóg og lyfti. Kenna munin á lóg og lyfti hjá teimum ymisku samskipanunum í Føroyum.
- Hava samskift við skótar í einum øðrum landi ella luttiki aktivt í JOTA/JOTI
- Luttaka á legu ella tiltaki við skótum úr øðrum samskipanum.

 Patruljan velir í felag 4 uppgávuru at arbeiða við.
Her eru nøkur hugskot:

- Kanna hvussu búnarnir hjá KFUK-skótunum hava verið ígjøgnum árini og gera eina framsýning ella annað fyri liðnum.
- Útvega ella tekna eitt Føroyakort ella heimskort og seta merki á, har tit hava verið á legu.
- Lesa um Baden Powel og royna nøkur av hansara hugskotum í “Scouting for boys”.
- Finn tilfar hjá einari aðrari samskipan og royna nøkur av teirra ítrivum.
- Gera ein máltíð úr einum æðrum landi.
- Fáa eina vinarpatrulju úr einum øðrum landi og læra um, hvussu skótaarbeiðið er í hesum landi
- Gera eitt savn við skótamerkjum úr øðrum londum. Hesi kunnu eitt nú rammast inn.
- Halda veitslu tá samskipanin hevur føðingardag

 

SAMFELAGIÐ OG SKÓTAVIRKSEMI

Patruljan skal í felag arbeiða við hesum:

- Læra at nýta silvakumpass, korttekin og kenna ættirnar.
- Vera við í eini K-renning.
- Læra at leggja eina stuðulsbinding, meta um brunasár og skurðsár so at besta viðgerð verður givin. Viðgera lættari brunasár, smærri bit- og skurðsár, hitaslag og sólsting
- Duga at vinda flagg í stong. Vita hvussu farið verður við merkinum.
- Duga at leggja í fastlagda síðulegu og veita bráfangishjálp.
- Læra at kasta bjargingarreip

- Læra at týða minst 5 sløg av loyniskriftum

 

Patruljan velur í felag 4 uppgávur at arbeiða við.
Her eru nøkur hugskot:

- Nýta persónlig mát til uppmáting av vídd og hædd
- Gera ein “svenskan” mátistokk í part og royna hann við 3 ymiskum hæddum. 
- Finna 5 teir hægstu bygningarnar í bygdini/býnum og gera eina skuggamynd av bygdini/býnum har bygningarnir sýggjast. Finna tey røttu mátini á bygningunum.
- Gera 3 ymisk morsi- og kortteknsspøl.
- Gera eina kort-strikumynd (1:1000) yvir eitt øki, har tit vanliga ganga við patruljuni.
- Fara út eitt kvøldið, senda og móttaka eini morsiboð, sum eru send við einari bjartari lykt og vita, hvussu langt hettar røkkur.
- Vitja eitt røktarheim. Á fundinum áðrenn fyrireika tit spurningar at seta búfólkinum um, hvussu dagurin gongur á einum røktarheimi.
- Gera ein stuttan sjónleik um at bera brek. Aftaná tosa um hendingarnar í leikinum.

 

KRISTNIKUNNLEIKI OG HJÁLPARARBEIÐI

Patruljan skal í felag arbeiða við hesum:

- Vita hví vit halda jól, páskir og hvítusunnu. Fara til Guðstænastu eina høgtíð.
- Lesa trý av Jesu líknilsum og tosa saman um, hvat tey siga okkum í dag. Spæla eitt av teimum sum sjónleik fyri liðnum.
- Fáa ein prest at greiða frá sínum arbeiði.
- Kenna til kristnu siðirnir ið knýta seg at fólkakirkjuni. Kannið hvørjir tilsvarandi siðir eru knýttir at øðrum trúðarbólkum. Tosa um hvørjir munir eru og hvønn týdning teir hava.
- Setið tykkum inn í hvørji av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fólk arbeiða við ið gera hjálpararbeiði. Og kannið hvat, er størsta orsøkin til barnadeyða í fátaka partinum av heiminum.

Patruljan velir í felag 4 uppgávur at arbeiða við.
Her eru nøkur hugskot:

- Skriva eina kvøldbøn, sum tit so nýta til eitt legubál áðrenn songartíð.

- Gera eitt yvirlit yvir kirkjuárið við myndum
- Tekna eina flatmynd av eini kirkju
- Kunna tykkum um búnan hjá presti
- Vita hvussu sámarnir eru uppbýttir í sálmabókini. Veljið nakrir sálmar at syngja saman.
- Yrkið ein kvøldarsálm ið hóskar seg at syngja til legubál. Lærið hinar í liðnum sálmin.
- Gera eina myndarøð um eitt líknilsi úr Bíbliuni.
- Nýtið tykkara hugflog. Hvat halda tit at heimurin eigur at gera fyri at basa hungurneyð. Skrivið eina grein um hettar, ella ger ein film og sýnið hann framm.
- Kenna til arbeiðið hjá minst 3 altjóða hjálparfelagskapum.
- Skipa fyri einum panelfundi saman við skótaliðinum. Veljið minst 3 skótar ið panelið ið skulu argumentera fyri hví júst teirra hjálparfelagskapur eigur at fáa meiri pening at arbeiða við. Panelluttakararnar skulu velja sær hvør sín veruliga hjálparfelagskap at umboða. Hini í liðnum spyrja spurningar og atkvøtt verður at enda um hvør hjálparfelagskapur skal hava pening. Skipið eftirfylgjandi fyri eini innsavning og flytið pening til hjálparfelagskapin. Eitt nú kunnu til selja fløskur, halda køkutombola ella líknandi.

 

NÁTTÚRAN OG UMHVØRVIÐ

Patruljn skal í felag arbeiða við hesum:

- Vita hvørji trø trívast best í Føroyum.
- Kenna minst 

8 fiskar, ið vanliga verða veiddir í Føroyum. Tekna minst 3 teirra.
- Læra um bjargafuglin í Føroyum og gera eina mynd av, hvar teir byggja í berginum.
- Kenna til 17 heimsmálini hjá ST. Vita hvørji snúgva seg um Náttúru og umhvørvi, og ger eina plakat ella annað ið vísir á, hvørji mál ST hevur í mun til at verja umhvørvið og náttúruna.
- Duga at bera sera skynsamt at í náttúruni, bæði tá ið umræður trygd og at virða náttúru og haga.
- Sova eina nátt undir opnum himli ella í skjóli/bivuak.

 

Patruljan velir í felag 4 uppgávur at arbeiða við. 

Her eru nøkur hugskot

- Máta ferðina av eini á og samanlíkna við vindmegina sama dag. Tak mátingar uppaftur seinri og vita um hesi ávirka hvørt annað.  
- Læra at rógva í einum báti. Verið í bjargingarvesti og gerið tað í samráð við ein vaksnan leiðara.
- Gera eina sleðu og nýta hana á eini patruljuferð
- Vaska ull, karða og tøva myndir ella brúkslutir burturúr henni.
- Gera gipsmyndir av djórasporum.
- Gera eina lítla vindmyllu og vita, um hon orkar at drýva eina dynamo
- Ger ein tunnuflaka ið er nóg góður til at patruljan kann vera á honum uttan at hann søkkur.

- Gakk ein túr í náttúruni, har tit savna upp lesull og rusk ið tit finna á vegnum. Gerið eitt yvirlit yvir hvat til hava funnið og beinið tað burtur á rættanhátt.

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram