Læra at halda einum knívi
Læra at rætta einum øðrum persóni ein knív
Læra at taka ímóti einum knívi frá øðrum persóni
Læra at telgja við knívi
- telgja burtur frá kroppinum
- telgja niður móti gólvinum/jørðini
- telgja frammanfyri knøini
- sita still, meðan ein telgjur
Læra, at knívurin er eitt amboð og ikki ein leika
Læra, at knívurin altíð skal vera reinur og hvassur
Læra at skera við knívi
- altíð at skera á einum føstum undirlagi
Læra, at man ikki spælir við ein knív
- man rennur ikki við knívi í hondini
- man kastar ikki við knívinum
- man skerur ikki í mold við knívinum
- man hóttir aldrin við knívi
Læra, at áðrenn spælt verður, so skal knívurin leggjast á eitt stað, har eingin kann fáa skaða av honum
Læra, at tá knívurin ikki verður nýttur, so skal hann vera í slíðranum.