Hjálparleiðaramerkið
Ert tú hjálparleiðari á einum liði, so ber til at taka dugnarteknið "Hjálparleiðari".
Endamálið við merkinum er at eggja til at ungir skótar átaka sær leiðaraábyrgd og venja sínar leiðaraførleiðar.
Hettar er eitt merki, ið liðleiðarin ella bólkaleiðarin kann handa teimum hjálparleiðarunum ið liva upp til krøvini.
Vit leggja upp til, at leiðarar við høvuðsábyrgd seta seg inn í krøvini til merkið og geva teimum yngru/minni royndu leiðarunum ábyrgd, so møguleiki
er fyri at røkka krøvunum.
Fyri at fáa hjálparleiðaramerkið skalt tú kunna krossa hesi punktini av:
⭕ Eg havi verið leiðari ella hjálparleiðari á einum liði í minst eitt skótaár.
⭕ Eg luttók á flest øllum fundunum ígjøgnum árið
⭕ Eg havi staðið fyri minst tveimum skótafundum, bæði fyrireikað og leitt fundin
⭕ Eg havi verið á eini legu, ella dagstiltaki við skótunum á liðnum, har eg hevði leiðaraábyrgd.
⭕ Eg havi fyrireikað og staðið fyri einum legubáli
⭕ Eg havi fyrireikað og skipað fyri eini postarenning
⭕ Eg dugi nøvnini hjá skótunum í mínum bólki
⭕ Eg havi skipað fyri einum rørslusangi ella spæli við skótunum
⭕ Eg veri tikin við uppá ráð av høvuðsleiðarunum og havi ávirkan á skránna ígjøgnum árið.
⭕ Eg eri fyrikomandi og blíð bæði við skótar og foreldur
⭕ Eg havi staðið fyri at byrja og enda ein skótafund. ( Tað er at byrjað við spíru/títlinga/skótasandinum og endað við títlinga/skótabønini, umframt aðrir siðir í hoyra til tykkara lið í samband við byrjan og enda)
Tað er ungdómsnevndin hjá Føroya KFUK skótum ið eigur hugskotið til hjálparleiðaramerki.
Tær hava staðið fyri øllum innihaldinum.
Tað er Karina Utvæl Eliassen ið hevur teknað merkið. Merkið er vovið og í góðari góðsku, og kostar 10kr stk.
Ynskja til at keypa hjálparleiðaramerkir, so kunnu til skriva til okkum á kfukscout@gmail.com og sig hvussu nógv merkir vit ynskja.
