Hvíta Gøta - Samfelag
Tjóðskapur
Hugleiðing
Vit vera tíðum spurd, hvat er serligt við Føroyum og føroyingum. Til henda spurning hava vit ymsar meiningar, men flest øll eru einig í, at tjóðsangurin og føroyski dansurin eru sereyðkenni fyri Føroyar.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Vitja fornminni ella søguligt stað | Flestu bygdir hava eitt bygdasavn ella eitt søguligt stað, sum ber til at vitja. Annars kunnu fornminni vitjast, tá farið verður á legu. |
Duga tjóðsangin | Tjóðsangurin hevur stóran týdning fyri flest allar føroyingar og sum føroyskur úlvur/títtlingur er tað týdningarmikið at duga tjóðsangin. |
Duga stev til føroyskan dans | Ikki er neyðugt at læra long kvæði fyri at duga stev til føroyskan dans. Í dansinum skulu øll duga at fylgja við og møguliga taka undir í niðurlagnum. Vit kunnu eisini læra stev við at syngja lættar sangir, sum til dømis indianarabørnini. Sí onnur dømi niðanfyri. |
Hugskot til fundir
Vitja fornminni ella søguligt stað:
Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin
Duga tjóðsangin:
Tjóðsangurin er viðlagdur undir stuðlandi tilfar.
Vit meta, at forklárandi tilfar til sjálvan tjóðsangin er for umfatandi hjá okkum at fara undir og velja vit tí at leggja upp til uttanatslæru. Hevur onkur tilfar, eru tit meira enn vælkomin við hesum.
Tá tjóðsangurin verður lærdur, kann stuðlast undir hetta við dramatiseringum ella at lata úlvarnar/títlingarnar tekna ‘myndir’ úr tjóðsanginum.
Duga stev til føroyskan dans:
Dømi um stev: https://www.youtube.com/watch?v=100BNCtNp4Q&index=13&list=PLgXLUy3k32EQCDdWfFQS7r9z9rAOzUPy9
Dømi um lættar sangir at dansa føroyskan dans til:
Øskudólgur og Sópingarkona
Burtur á heiði
Eg eri jólamaðurin
Veturin kom við kulda og kava
1-2-3 indianarar.