Brúna Gøta - Legulív
Bál
Hugleiðing
Bál eyðkennir skótar, og legubál eigur at vera ein fastur partur av skótalegu og -virksemi sum heild. Legubál er savningarstaðið á mongum legum, har øll hugna sær og slappa av eftir dagsins stríð. Tí er umráðandi, at úlvurin/títlingurin sleppur at royna seg í undirhaldi til legubál og samstundis sum at úlvurin/títlingurin fær kunnleika til bál og brunatrygd.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Gera eitt bál | Her er umráðandi, at einstaki úlvurin/títlingurin luttekur, tá ið bálið verður gjørt. Um høvi er, kunnu tey gera hvør sítt bál. |
Vera við í undirhaldi til legubál | Legubál kann skipast og haldast á ymsan hátt. Legubál er ein týdningarmikil partur av skótalívinum, og er tað tí nakað, ið allir úlvar/títlingar skulu uppliva. Hetta kann bæði vera legubál við sangi og undirhaldi, ið leiðararnir fyriskipa, men júst í hesum aldrinum dámar børnum serliga væl at luttaka aktivt í undirhaldinum. |
Læra um brunatrygd | Smáskótarnir fáa frálæru í, hvussu ein skal gera, tá ið ein skal t.d. sløkkja eitt bál, og hvussu ein fer fram, tá ið eldur er í. |
Norðmenn hava eitt vers, ið verður upplisið ella tikið fram hvørja ferð, legubál er. Hetta eru góð orð um, hvør týdningur kann leggjast í legubálið. Nicolina Dahl hevur føroyska ørindið:
Sum login úr bálinum uppeftir fer - so stevnumið okkara uppeftir er
Sum brenni nú logar, vit leggja á bál - so veri okkara mál
Sum bálarøskan fýkur burt so hvørt - so hvørvi mistøk, sum vit hava gjørt
Sum bálið vermir hetta skótalið - so vermir okkar’ felagsskapur heimin við
Umsett úr norskum hevur Nicolina Dahl
“Som bålets flammer stiger oppad - så være våre idealer
Som de røde kubber gløder - så være våre mål.
Som bålets aske blåser bort og forsvinner hen - så være våre feil og mangler.
Som bålet stråler varmer ringen - så varmer vårt fellesskap verden”
Hugskot til fundir
Gera eitt bál:
Í skótanum finna tit uppskot til mátar at gera bál.
Tosa um tey ymisku sløg av bálum og hvat tey kunnu nýtast til.
Hava legubál
Møguliga tosa við eina brandstøð
Úlvarnir/títlingarnir kunnu fáa bind fyri eyguni og finna veg útum. Hetta er roynd at leita veg ígjøgnum roykin, har man ikki sær nakað.
Vera við í undirhaldi til legubál:
Ymiskar sketchir: Sketch
Sketchsamling hjá FDF: https://www.google.com/url?sa=t&rct=j&q=&esrc=s&source=web&cd=&ved=2ahUKEwj545OnoduTAxVRFRAIHeAWDVEQFnoECCUQAQ&url=https%3A%2F%2Ffdf.dk%2Fwp-content%2Fuploads%2F2024%2F06%2FFDFernes-store-sketchsamling.pdf&usg=AOvVaw3PDGX8nU6K3B4B0Riwf-OD&opi=89978449
Spøl til legubál: Konkurrencer og indslag til lejrbålet
Læra um brunatrygd:
- Hav altíð eina spann av vatni klára
- Vís títlingum hvussu eldur verður køvdur. Hettar kann gerast við at seta eitt glas yvir eitt tendrað fýrfatsljós, og síðani vísa hvussu man kann køva eld í grýtu við at koyra lokið á.
- Vís hvussu eitt brandteppi verður nýtt
- Vitja eina brandstøð, og frá sløggiliðsfólkini at greiða frá.
- Greið frá at roykur kann vera vandamikil, tí man skjótt køvist og ikki fær andat. Hugskot til spæl: setið stólar og annað út á gólvið í skótahølinum. Tenda eitt ljóð, ið skal ímynda ein roykalarm. Tá ljóðið er frá skulu skótarnir blunda og grulva so skjótt tær kunnu úr úr rúminum.
Reisa tær set upp, so eru tær úti í spælinum "kvaldar". Hettar kann gerast við bindi fyri eyguni.
Hugsið um hvussu tit gera hesa venjing og hvussu tosað verður um roykvanda. Endamálið er ikki at ræða skótarnar, men at læra tær um, og at man skal skunda sær úr úr einum hølum har roykur er.
-