Vit eru ein felagskapur, har rúm er fyri øllum gentum, ótengt at førleikum og bakgrund. 

Vit eru ein felagsskapur ið gevur gentum førleikar, dirvi og áræði til at taka ábyrgd fyri sær sjálvari, fyri hvørjari aðrari, fyri samfelagnum og fyri umhvørvinum. 

Hjá okkum er samanhald og samstarv hornasteinar. 

Kapping kann vera ein háttur at fremja eitt nú dirvi, ábyrgdarkenslu, samstarv og samanhald, men er í sær sjálvum er ikki avgerðandi í stótaarbeiðinum

Vit hava tað stuttligt, vit virða hvørja aðra og vit fáa spennandi upplivingar saman.

Vit hava ein góðan felagskap í einum tryggum umhvørvi við dugnaligum ábyrgdarfullum skótaleiðarum. Um umhvørvið er trygt, er lættari at gera tað spennandi og mennandi.

Okkara virðir í góða felagskapinum speglast í loysundarorðunum ið skótarnar vera mintar á til hvønn skótafund.

Okkara loysunarorð eru:

Skótar:    “Ver til reiðar” 

Títlingar: ”Vit vilja stand saman, vit vilja gera okkara besta”

Spírur:    “Vit hjálpast at og vit hjálpa øðrum”

Ynskir tú at gerast limur, trýst her: Limagjald



Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram