Reyða Gøta - Sjálvbjargni
Røkt
Hugleiðing
Persónlig røkt er sera týðandi. Tá gøtan er liðug hevur úlvurin/títlingurin fingið eina fatan av hesum. Bæði tá tað kemur til reingerð av sær sjálvum, nærumhvørvinum, og hvat mann hevur brúk fyri til matna.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Rudda upp eftir skótafund | At rudda upp eftir ein fund sum patrúlja, gevur patrúljuni eina felagsábygd, soleiðis at úlvarnir/títlingarnir arbeiða saman sum ein eind. Eisini fáa tey eina størri ábyrgdarkenslu fyri skótahølunum og læra, hvussu ein ruddar. |
Vita eitt sindur um persónligt reinføri | Persónligt reinføri er neyðugt bæði fyri at vera reinur og eisini fyri at fyribyrgja og steðga sjúku. |
Smyrja sín egna matpakka | Hvat er ein góður matpakki? Innihaldið í matpakkanum skal tryggja, at úlvurin/títlingurin ikki blívur svangur, at tað bæði er mettandi, sunt og kanska okkurt ‘lekkurt’ eisini. Endamálið er eisini at duga at meta um, hvat tørvurin er. (t.d. til ein stuttan gongutúr ella ein heildagstúr - støddin á matpakkanum) |
Hugskot til fundir
Rudda upp eftir skótafund:
Patrúljurnar kunnu skiftast um at rudda upp eftir hvønn fund og møguliga eisini hjálpa leiðarunum at rudda gjøgnum sjálvan fundi. Eitt yvirlit verður gjørt, so til ber at síggja, nær hvør patrúlja hevur ruddikjans, og hetta kann standa í ársyvirlitinum til foreldrini, soleiðis at tey eisini síggja, nær teirra barn skal rudda, og møguliga skal vera nakrar eyka minuttir eftir fundin fyri at rudda og feia.
Ymiskt er, hvussu nógv er at rudda upp eftir fundirnar, so umráðandi er at fylgja við at sama patrúlja ikki fær eina stóra upprudding hvørja ferð, meðan onnur altíð fáa minni upprudding.
Vita eitt sindur um persónligt reinføri:
Tá ið liðið er á legu, er tað eitt gott høvi at læra um persónligt reinføri. Hjálpa úlvarnir/títlingarnir at gera mat, so skulu tey sum tað fyrsta vaska sær um hendurnar. Eisini skulu tey verða mint á tað, áðrenn tey fara til borðs. Besta áminningin er, at leiðarin gongur undan.
Áðrenn farið verður í posan og tá ið tey koma upp, skulu tey verða mint á at busta tenn.
Er legan longri enn eitt vikuskifti, er hóskandi at hava ein túr í svimjihylin á skránni.
Smyrja sín egna matpakka:
Børnini kunnu á fundinum smyrja hvør sín matpakka, ið verður tikin við á lítlan gongutúr. Her kann gerast meira og minni burturúr.
Hvat er ein góður matpakki? Gott tilfar er at finna á www.folkaheilsa.fo um góða matpakkan.
Kostkumpassin liggur í mappuni ‘Røkt’ undir ‘Hvíta Varða’.