Grøna Gøta - Náttúra

Vernd


Hugleiðing

Skótar fara altíð væl um har, teir eru. Tað er ein týdningarmikil partur av at verja náttúruna.

Tá ið úlvurin/títlingurin til dømis fer túr, skal hann duga at fara so væl um, at einki liggur eftir hann.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Duga at fara væl um náttúruna

Tað er umráðandi hjá úlvum/títlingum at vita, hvussu ein ber seg at í náttúruni, og hví tað er umráðandi at fara væl um.

Vera við til eitt ruddingartiltak

Tað eru ikki øll, ið taka upp eftir sær ella fara væl um náttúruna. Eitt ruddingartiltak kann hjálpa uppá støðuna og gera úlvarnar/títlingarnar varðar við, hvønn mun tað ger at taka upp eftir sær.

Finna dømi um skaðar í náttúruni

Tað er ikki torført at finna dømi um skaðar í náttúruni. Til dømis rusk. Tað er gott at vita, hvørjar avleiðingarnar av skaðum í náttúruni kunnu vera, og hvat ið vit kunnu gera fyri at fyribyrgja hesum.




Hugskot til fundir

Duga at fara væl um náttúruna:

  1. Listi yvir reglar, tá ið ein fer í bø og haga, er í Skótanum.

  2. Spyrjið úlvarnar/títlingarnar spurningar um rusk, náttúruna o.s.fr.

    1. t.d hvar koyrir man rusk, tá ið eingin ruskspann er?


Vera við til eitt ruddingartiltak:

  1. Kommunan skipar hvørt ár fyri einum ruddingardegi. Skótarnir kunnu taka hetta til sín og vera virknir, um liðið ikki longu er partur av samlaðu ætlanini hjá kommununi.

  2. Rudda eitt økið á 100x100 m

  3. Ganga ein langan tur og taka rusk upp eftir sær


Finna dømi um skaðar í náttúruni:

  1. Prátið um, hvat verður brotið niður og hvat ikki verður. Til dømis verður lívrunnið evnið sum fruktrestir, matur, plantur brotið niður, soleiðis at tað eftir stuttari tíð verður mold. Plastik harafturímóti verður ikki brotið niður og kemur tí altíð at rekast ella bara vera ‘plastik’ í náttúruni.

  2. Langi túrurin í fyrra virksemium kann samstundis nýtast til at finna skaðar, ið fólk hava viðvirka til í náttúruni

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram