Gula Gøtan - Kunning

Kumpass


Hugleiðing

Í gomlum døgum nýttu sjómenn stjørnurnar at sigla eftir, soleiðis at teir funnu vegin fram. Í dag vilja tey flestu siga, at vit klára okkum við GPS’arar. Tað eru tó støður, har GPS’arin ikki virkar (manglar battarí ??). Tað er tí vigtugt, at úlvarnir/títlingarnir eisini duga at nýta kumpassina. Eitt av teimum grundleggjandi tingunum er, at við kumpassini kann man tryggja sær, at kortið, sum verður nýtt at ganga eftir, vendur rætt.

Tá gøtan er liðug hevur úlvurin/títlingurin fingið grundleggjandi vitan um, hvussu ein kumpass riggar og hvussu man brúkar eina GPS.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Duga ættirnar (høvuðs- og ⅛ ættirnar)

Við einari hondkumpass skulu úlvarnir/títlingarnir kunnu útpeika ættirnar.


⅛ ættir: Landnorðingur, landsynningur, útnorðingur og útsynningur.

Hava kunnleika til GPS/kumpass

Vita hvussu man brúkar eina kumpass,


GPS-modellir eru ymisk, men við teimum tólum sum tit hava, skulu tey kunna brúka kortið á tólinum, finna seg sjálvan á tí og finna rutuna tey skulu ganga.

Vera við til eina kumpassrenning

Kumpass hevur í nógv ár veri brúkt sum einasti máti at finna veg. Við eini kumpassrenning fáa úlvarnir/titlingarnir høvið til at royna kumpassina í praksis, soleiðis at tey læra ættirnar og nýtsluna av kumpassini betri at kenna.




Hugskot til fundir

Duga ættirnar (høvuðs- og ⅛ ættirnar):

  1. Spæl: Læra ættirnar við at brúka hornini/veggirnar í einum rúmi, soleiðis, at børnini skulu renna yvir til ættina, sum verður nevnd. Seinasti úlvur/títlingur at koma til rætta horn/vegg fer úr spælinum.

  2. Spæl: Kamelurin í oyðimørkini. Allir úlvarnir/títlingarnir standa samlaðir. Leiðarin rópar ein ætt, og so skulu tey venda ryggin upp ímóti ættini, eins og kamelarnir í oyðimørkini. Tann seinasti at venda sær rætt, fer úr spælinum.

  3. Spæl: Úlvarnir/títlingarnir verða býttir í fýra partar og hvør partur fer í 'sína' høvuðsætt: Norður, eystur, suður og vestur. Rópt verður, hvørjar ættir skulu býta um pláss. Í miðjuni er ein, sum roynir at fanga ein av teimum, sum skal skifta ætt. Tann fangaði skal fanga næstu ferð.

  4. Uppgáva við ættum, sí Stuðlandi tilfar.


Hava kunnleika til GPS/kumpass:

  1. Vísa á høvðusættirnar í tíni heimbygd.

  2. Peiling


Vera við í einari kumpassrenning:

  1. Kumpassrenningin kann gerast sum stjørnurenning, har postarnir eru spurningar um ættir, kumpass o.a., men kann eisini gerast við postum við øðrum tema, sum t.d. morsikotur.

  2. Kumpassrenningin kann gerast við smáum pelum, sum verða settir niður í jørðina á einum lítlum øki (t.d. 5x5 m) og so fáa úlvarnir/títlingarnir uppgivið nakrar kósir og frástøður, og so gongur tað út uppá at koma til pelarnar í rættari raðfylgju. Á pelunum kunnu vera bókstavir, soleiðis at um uppgávan verður loyst rætt, kunnu bókstavirnir samlast til eitt orð.

  3. http://dds.dk/aktiviteter/aktivitet/453

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram