Patrúljan hevur ein terning, sum verður kastaður so hvørt uppgávan er loyst. Um terningurin vísir 2 fyrstu ferð, gerð patrúljan nr. 2. Næstu ferð vísir terningurin t.d. 5 so ger patrúljan 2+5= nr. 7 o.s.v.
1. Syngið eitt ørindi, ið inniheldur orðið “skóti”
2. Sigið eina skemtisøgu um gentur.
3. Finnið ein lut, ið byrjar við G
4. Nevnið fýra gentunøvn, ið byrja við H
5. Hvørjir litir eru í týska flagginum?
6. Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Danmark?
7. Hvussu eitur sunnasta oyggin í Føroyum?
8. Gerið 10 einglahopp í part.
9. Rennið 10 ferðir runt um hvønn annan.
10. Hvussu nógvir 100 krónuseðlar eru í 2000 krónum?
11. Hvussu nógv kilo eru 2 tons?
12. 3 føtur, 1 rumpa og 4 hendur nema jørðina.
13. Hvat standa bókstavirnir KFUK fyri?
14. Tosið saman í tveir minuttir um týdningin av pengum.
15. Sigið eina skemtisøgu um ein hund.
16. Hvussu nógv mánaðir eru í einum ári?
17. Nevnið 4 jólasangir.
18. Nevnið 4 dreingjanøvn, sum byrja við R.
19. Lakkið til næsta post.
20. Nevnið 4 grønar lutir.
21. Hvusso nógv oyru hava 4 harur, 2 rottur og 6 kýr?
22. Syngið ein vetrarsang.
23. Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Norra?
24. Hvussu eitur hægsta fjallið í Føroyum?
25. Í hvørjum býi er Eiffeltornið?
26. Hvussu eitur drottningin í Danmark
27. Hvussu eitur Løgmaður
28. Hvussu eitur Býráðsformaðurin
29. Nevnið 5 ymsar fruktir.
30. Nevnið 5 sløg av grønmeti
31. Nevnið 3 djór, sum byrja við S.
32. Nevnið 5 fiskasløg
33. Berið hvønn annan í gullstóli til næsta post.
34. Syngið ein jólasang.
35. Nevnið 5 ymiskar blómur
36. Finnið ein lut, ið byrjar við P
37. Syngið ein sang um ein hest.
38. Tøgn og stilli í 2 minuttir.
39. Fýra gentunøvn, sum byrja við S
40. Tosið saman um týdningin av at eiga eina uppvaskimaskinu.
41. Nevnið 5 mest vanligu húsalitir.
42. Fýra dreingjanøvn, sum byrja við S.
43. Hvussu eitur størsta oyggin í Føroyum?
44. Hvussu nógv ár eru tit íalt?
45. Syngið ein sang um summarið
46. Hvussu leingi kunnu tit standa á einum beini.
47. Hoppa til næsta post. (øll)
48. Bindið eina “bukett” við grøsum
49. Hvussu nógv bein hava 6 dreingir, 5 starar og 4 føroyskir hestar íalt
50. 5 føtur, 3 hendur nema við jørðina
51. Tosið saman um at eta.
52. Hvat stendur HB fyri?
53. Nevnið 5 ymiskar blómur
54. Hvør stovnaði skótarnar?
55. Sigið eina skemtisøgu um hundar.
56. Finnið ein stein sum vigar 1 kilo
57. Sigið hvørjum øðrum frá, nær og hvar tit eru føddar
58. Nevnið 5 djór, sum byrja við M
59. Sigið 5 fuglaljóð
60. 4 føtur, 2 hendur og 2 rumpur nema jørðini.
61. Sigið eina sanna søgu
62. Hvussu eitur kettan hjá Pedda Post?
63. Hvat er okkara loysunnarorð?
64. Hvørjir litir eru í svenska flagginum?