Smærurnar eru venjingarætlanin hjá Føroya KFUK skótum fyri skótar, ungdómsskótar og rovarar. 

Tað kann taka longri tíð at fáa eitt smærumerki, og krevur tað at skótin hevur roynt nógv ymiskt virksemi. Tí kann tað vera ójavnt á einum liði nær skótarnir fáa smærumerkir. Eitt hugskot er at býta út smærur árliga, ella hálvárliga, heldur enn at bíða til allar á liðnum ella í patruljuni hava staðið merkið.

Sum leiðari er gott at hyggja smærutilfarið ígjøgnum javnan, tá ið tit tilrættaleggja fundir og legur, soleiðis at tit tryggja at skótarnir standa venjingarætlanina.

Skótar skulu hava staðið  skótaroyndina fyri at kunna fara undir smæruvenjingarnar.

Fyrsta stig er gula smæra.

Trýst her fyri eina prentvinarligari útgávu við krossilista:

Gula smæra- tilfar-4.pdf

Gula smæra- krossilisti


GUL SMÆRA

Merkið skal saman við patruljuni, liðnum ella á legu saman við øðrum skótum.


LEGULÍV

Kravdar uppgávur:

- Kyndið bál og gerið onkran einfaldan mat. Eitt nú sneisadrýl. 
- Sova í Tjaldi í minst eina nátt.
- Pionering. Duga timburbregd, stavnabregd, krosssurring og vinkulsurring.
- Duga at brúka stormkøk og gera tykkum eina máltíð.
- Skipa fyri einum spæli ella einum rørslusangi við eitt legubál

Valfríar uppgávur. Veljið minst tríggjar.

- Gera eitt spæl sum tit spæla á eini legu
- Duga at reisa tjald á rættan hátt. Tit kunnu venja tykkum á ymiskan hátt. Eitt nú við bind fyri eyguni, í regni ella kappast við aðra patrulju hvør er skjótast.
- Gera ein vev, sum allar royna at veva á.
- Gera eina forðarenning. Og royna hana sjálvar.
- Hita vatn við sólorku
- Seyma ein legukodda
- Kenna minst trý bálsløg og velja eitt av teimum at gera.
 

SAMSKIPAN OG ALTJÓÐA SAMSTARV

Kravdar Uppgávur:
- Finna felags eyðkenni fyri gentuskótar kring allan heimin
- Duga at syngja heimsgentuskótasangin “
Our way is Clear
- Vita hvat Hugsanardagur er og luttaka á einum hugsanardagstiltaki.
- Læra um WAGGGS og teirra virksemi.
- Vita hvønn týdning ymisku merkini á búnanum hava. Kenna munin á føroysku og altjóða smæruni og hvønn symbolik smærurnar hava.
- Kenna endamálið og meiningina við patruljuskipanini

Valfríar uppgávur. Veljið minst tríggjar.

- Kenna søguna hjá Føroya KFUK-skótum.
- Bjóða “gomlum” skótum at koma á skótafund og greiða frá.
- Bið um loyvi frá leiðarunum um at lesa í gomlum patruljudagbókum og haldið ein patrulju ella liðfund eins og tann í dagbókini.
- Gera legumat frá einum av hinum norðurlondunum
- Læra ein útlendskan skótasang
- Fyrireika og standa fyri einum tiltaki í samband við Hugsanardagin
- Gera ein leik ella tekna eina tíðarlinju um altóða skótasøguna.
- Kenna til skótacentrini hjá WAGGGS. Setið tykkum inn í teirra virksemi og hvar tey liggja.
 - Gera eitt felags tiltak saman við einari aðrari patrulju ella liði.
 

SAMFELAGIÐ OG SKÓTAVIRKSEMI

Kravdar uppgávur:
- Læra at finna høvuðsættirnar úti í náttúruni uttan at brúka kumpas.
- Læra at brúka kort og kumpass og duga ættirnar.
- Duga hesir knútar: Rættan knút, flaggknút, áttatalsknút, stavnabregd og timburbregd. Vita hvat teir kunnu nýtast til.
- Duga at brúka knív og øks. Duga trygdarfyrilitini.
- Duga at reinsa sár, viðgera skurðsl, leggja plástur á. Taka flís úr og leggja turriklæðumbinding.
- Duga at nýta morsilykil og senda boð til hvørja aðra við morsifløggum og lummalykt.

Valfríar uppgávur. Veljið minst tríggjar.

- Vita hvussu og nær Merkið verður vundið á stong og tikið niður. Duga “Tú alfagra land mítt” og "Sjá tú blánar".
- Gera ein loyniskrift til patruljuna
- Í kimspæli skulu tit hava minst 20 lutir rættir av 30. Hyggja í ein minutt og skriva niður í fimm minuttir.
- Lærið tykkum tey mest brúktu deyvateknunum og syngið ein sang har tit venja hesi tekn.
- Gera ein Patruljumaskot.
- Gera eina kapping fyri einum yngri skótaliði, har tit læra tær fyrstuhjálp.
- Spæla eitt spæl har tit læra tykkum ættirnar.
- Velja tykkum minst 5 støð í bygdini/býnum. Kortleggið eina rutu til hesi støð og fylgja rutuni.
- Bjóða ommum og abbum ella øðrum eldri fólki við á patruljufund og fá tey at fortelja frá barnaárunum.
- Læra at skriva patruljunavnið og tykkara egna navn við blindskrift ( Braille)


KRISTNIKUNNLEIKI OG HJÁLPARARBEIÐI
Kravdar uppgávur:
- Vita hví vit hava skótahjálpina. Luttaka í peningainnsavningini til skótahjálpina.
- Vita nær Kristindómurin kom til Føroyar og hvør boðaði hann
- Kanna hvørjir neyðhjálparfelagskapir eru í Føroyum. Vitjið ein teirra, ella fái ein at koma at greiða frá teirra virksemi.
- Yrkja eitt borðvers og syngja tað á eini legu
-Kanna í bíbliuni hvør matur varð etin tá, og ger eina máltíð einans við matvørðum, ið verða nevndar í bíbliuni.

Valfríar uppgávur. Veljið minst tríggjar.

- Les í sálmabókini um dópin og vita hví børn vera heimadoypt.
-Lærið tykkum eitt borðvers á einum øðrum máli.
- Gerið nakað serligt burturúr sum, fyri at savnað mest møguligt inn til Skótahjálpina.
- Syngja ein sálm, ið verður nýttur til serlig høvi í kirkjuni, eitt nú dóps-, jarðarferð ella jólasálm og tosið um innihaldið.
- Gera ein leik ella ein dukkusjónleik um eina hending úr bíbliuni og framfør fyri hinum í liðnum.
- Kanna kirkjurúmið og fáa greiði á hvønn týdning teir ymisku lutirnir í kirkjuni hava. Vita í hvørja ætt flest kirkjur venda og hví.
- Vera í kirkju tá í barnadópur er. Vita hvussu dópur og ferming fer framm.


NÁTTÚRA OG UMHVØRVI

Kravdar uppgávur:

- Kanna hvørji evni ganga til grundar í náttúruni og hvørji vera verðandi. Tosa um hvat tykkara patrulja kann gera fyri at verja náttúruna.
- Duga at skilja burturkast og vita hvat kann endurnýtast, hvat kann tyrvast, hvat brennur o.s.fr.
- Fara ein túr út í hagan og finna minst 5 ymiskar plantur. Kanna hvussu tær eita. Tak mynd av plantunum heldur enn at heinta tær, so troyta tit ikki náttúruna óneyðugt.
- Fara ein túr út í hagan at síggja og hoyra 5 ymiskar fuglar. Kanna hvussu teir eita og hvar teir halda til.
- Luttak í einum tiltaki ella skipið sjálvar fyri einum tiltaki, ið hevur til endamáls at ruddað eitt náttúruøki, ið er dálkað við burturkasti.
-Gangið ein túr í náttúruni. Minst 5 km.
 

Valfríar uppgávur. Veljið minst tríggjar.

- Fara á seiðaberg. Kryvja fiskin og gera eina máltíð burturúr fonginum.
- Planta eitt træ
-Kanna eitt lendi í náttúruni. Gerið eitt yvirlit yvir hvat tit finna har. Hvat slag av plantum, djórum, vøkstri, steinum o.s.fr. Gerið eisini eina meting av í hvønn mun lendið er dálkað og hvat slag av dálking talan er um.
- Finna lutir úti í náttúruni og gera eina prýðismynd av teimum.
- Vera við í eini venjing, har tit læra tykkum at sníkja tykkum fram ljóðleyst og ósædd
- Lær meira um tykkara patruljufugl:
      - Tekna eina mynd av tykkara patruljufugli
      - Lærið latínska navnið
      - Hvat slag av fugli er talan um? Rovfuglur, heiðafuglur, smáfuglur, sjófuglur
      - Er hann flytifuglur. Nær kemur hann til Føroya
      - Hvussu nógv egg verpur hann, hvussu vorðin eru tey.
      - Hvussu letur fuglurin
      - Finnið sjálvar út av meiri áhugaverdum um fuglin.
      - Hava tit eitt annað djór, ella eina blómu sum patruljunavn, lærið tykkum so samsvarandi um djórið ella blómuna.
- Kannið hvørji djór og plantur eru hótt í Føroyum. Vísið á hvat tit kunnu gera fyri at verja hesi djór og plantur. Breið boðskapin út. Hettar kann gerast á alnótini ella tit haldið eitt upplegg gera eina plakat ella framføra ein sjónleik um hettar.


Tillukku

Tú hevur nú staðið gulu smæru. Merkið kann nú seymast á tína vinstru ermu.

Næsta stig í venjingarskipanin er reyða smæra: Reyð smæra 

Trýst her fyri eina prentvinarligari útgávu við krossilista.

Gula smæra- tilfar-4.pdf

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram