Felagsskapur

Vit eru ein felagskapur, har rúm er fyri øllum gentum, ótengt at førleikum og bakgrund. 

Vit eru ein felagsskapur, ið gevur gentum førleikar og áræði til at taka ábyrgd fyri sær sjálvum, umhvørvinum og at hava virðing fyri hvørjari aðrari. 

Gentuskótalív byggir á gott samanhald í einum góðum felagskapi. 

Hjá gentuskótunum læra genturnar at samstarva frá ungum árum, og harvið læra tær at tað er brúk fyri hvørjari einstakari.

Kapping kann vera ein háttur at fremja eitt nú dirvi, samstarv og samanhald, men kapping í sær sjálvum, er ikki avgerðandi í skótaarbeiðinum.


Vit hava tað stuttligt, vit virða hvørja aðra og vit fáa spennandi upplivingar saman.

Vit hava ein góðan felagskap í einum tryggum umhvørvi við dugnaligum ábyrgdarfullum skótaleiðarum. 

Okkara virðir í góða felagskapinum speglast í loysundarorðunum ið skótarnar vera mintar á til hvønn skótafund.


Okkara loysunarorð eru:

Skótar: “Ver til reiðar” 

Títlingar:”Vit vilja standa saman, vit vilja gera okkara besta”

Spírur: “Vit hjálpast at og vit hjálpa øðrum”


Vinarløg ið tú fært hjá skótunum, varða oftani alt lívið.


Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram