/cms/Clubkfukskotar/ClubImages/1 Grona Gota - Hagin.docx
Grøna
Gøta - Náttúra
Hagin
Hugleiðing
Nógvir møguleikar eru til virksemi í haganum. Hetta er einasta gøta við fleiri enn trimum evnum. Tað er nóg mikið at gera trý av evnunum, men tað gevur leiðaranum møguleika at velja eftir árstíð, møguleikum og egnum áhuga.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Laða ein varða | Endamálið er at geva úlvunum/títlingunum betri fatan av, hvat ein varði er, hvussu hann er uppbygdur og hvønn týdning hann hevur havt. Varðin skal hava eitt ‘breitt’ fundament, sum bygt verður á. Stødd og hvar varðin verður bygdur kann nýtast í søguni um varðan, at hann bleiv nýttur at ganga eftir, tá ið tað í gomlum døgum varð farið var millum bygdir. Støddin hevur týdning í mun til, hvussu langt varðin skal síggjast, og staðið hevur týdning, tí tað gevur rætning til tey, ið ganga. Úlvarnir/títlingarnir kunnu gera varðar til t.d. eina renning, har varðarnir verða nýttir til postar. GG: Ikki er loyvt at laða ein varða í haganum og lata hann vera standandi. Vandi er fyri, at tað kann takast fyri ein rættan varða. Tí enn nýta gongufólk varðarnar, tá ið farið verður millum bygdir. |
Stoypa spor | Til ber at stoypa djóraspor, so sum seyð, hund, kettu, haru, dunnu og neyt, ið verða funnin á einum gongutúri ella tílíkum. Verður einki djóraspor funnið, kunnu úlvarnir/títlingarnir sjálvir gera eitt fótaspor ella annað. |
Eygleiða djór og tekna tað, ein hevur sæð | Tað ber til at eygleiða eitt djór serliga væl ella at eygleiða fleiri djór, og síðani tekna okkurt av tí, ein hevur sæð. |
Hugskot til fundir
Laga ein varða:
- Tað mangla hugskot til at laga varða - hugskot eru vælkomin :)
Stoypa spor:
- Stoypa djóraspor: http://www.skoven-i-skolen.dk/content/lav-gips-afst%C3%B8bning-af-dyrespor
- Til ber at gera spor í samband við eina detektivrenning. Her kunnu úlvarnir/títlingarnir finna eitt spor, og so skulu teir finna útav, hvør eigur sporið.
Eygleiða djór og tekna tað, ein hevur sæð:
- Tosað kann vera um, hvat ein skal leggja til merkis, tá ið ein eygleiðir. Litir, kyn, horn, serlig eyðkenni, stødd og annað. Leiðarin kann eisini gera eitt lítið útfyllingarblað, har úlvarnir/títlingarnir viðmerkja sína eygleiðing.
- http://www.makeandtakes.com/hiking-scavenger-hunt-printable-for-kids
Stuðlarni tilfar