Pink Gøta - Kristni
Bíblian
Hugleiðing
Kristindómurin er grundaður á Bíbliuna. Bíblian er ein gomul bók við nógvum søgum um profetar og kongar í gamla testamenti. Í nýggja testamenti verður fortalt um Jesus, lív hansara, gleðiboðskapin og tíðina hjá teimum fyrstu kristnu.
Jesus lærdi lærusveinarnar at biðja eina bøn, Faðir Vár. Hesa hildu vit vera hóskandi at taka við.
Nógvar søgur eru, ið kunnu takast fram og endurskapast gjøgnum leik, tekning ella á annan hátt.
Gøtan
Úlvurin/títlingurin skal | Útdýping |
Duga Faðir Vár | Faðir Vár er partur av gerandisdegnum hjá flest øllum |
Hoyra eina søgu úr Bíbliuni og ‘siga’ hana aftur | Søgur kunnu sigast aftur á ymiskan hátt. Til ber t.d. at tekna brot úr søguni ella spæla ein leik, sum vísir søguna |
Vera við til at halda andakt | Gleðiboðskapurin verður boðaður á ymiskan hátt, ein av hesum er andaktir. Tá úlvarnir/títlingarnir eru við til at halda eina andakt, fáa tey møguleika til at seta seg inn í eitt evnið og nýta skaparaevnið at fáa boðskapin fram fyri hinum. |
Hugskot til fundir
Duga Faðir Vár:
Faðir Vár er at finna undir Stuðlandi tilfar
Ber til at siga tað sama, sum stendur í Faðir Vár, við øðrum orðum - vanligum orðum?
Biðja faðir vár við vanligum orðum
Hoyra eina søgu úr Bíbliuni og ‘siga’ hana aftur:
Her eru eingi hugskot - øll eru vælkomin
Vera við til at halda andakt:
Syng sálm nr. 390: Himnafaðir vár vit biðja (tekstur undir Stuðlandi tilfar): t.d. eitt ørindi (tey eru fimm) á hvørjum fundi,sum andakt og prátið um innihaldið
Fortelja eina søgu um, at lærusveinarnir bóðu Jesus læra seg at biðja, at hann lærdi teir Faðir Vár. Síðan taka onkur ting burturúr bønini, ið man kann gera meira burturúr. t.d. fyrigev okkum sum vit fyrigeva øðrum.
Ein sangur ella sálmur og ein søga úr Bíbliuni
Takkarbøn - ein patrulja kann hava uppgávuna at biðja eina takkarbøn, har hvør úlvur/títlingur nevnir eitt ting at takka fyri.
Dømi um andaktir eru í mappuni: ‘Varðar á gøtuni’.