Pink Gøta - Kristni

Høgtíð


Hugleiðing

Ætlanin er at hetta temaði skal knýtast at eini høgtíð, soleiðis at tað ikki einans verður nakað, ið hendir í kirkjuni, men eisini kann hava týdning fyri hvønn einstakan - í sær sjálvum.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Læra ein høgtíðarsálm

Við at læra ein høgtíðarsálm ynskja vit at børnini fáa størri tilknýti til høgtíðina, ið arbeitt verður við. Soleiðis duga tey meira um jólini enn nissu- og pakka-sangir. Og á páskum verður evnið deyði og uppreisn heldur enn sjokuláta og egg.

Framføra ein leik

Tað er altíð stuttligt at vera við til at frammføra, tá ið børnini sleppa at frammføra ein bíbliuleik og har frá eisini síggja hvussu mann er í mótur hvørjum ørum.

Seta orð á eina bøn

Bønin er samskiftið við Guð og eisini vanligur partur av okkara lívi. Hvør hevur ikki biðið onkran um okkurt? Orð kann setast á eina takkarbøn, bøn um hjálp vegna okkum sjálvi ella kanska onkran, ið vit kenna og sum vit meta hevur brúk fyri hjálp

Faðir Vár kann eisini nýtast í hesum høpi




Hugskot til fundir

Læra ein høgtíðarsálm:

  1. Syngja ein sálm og fáa at vita hvat hann merkir

  2. Patrúljurnar kunnu spæla hvørt ørindi sum ein leik - og harvið eisini gera punkt 2


Hugskot til sálmar:

  1. Á jólum

    1. Sálmur 107 í sálmabókini - Jólaklokkan aftur ringir

    2. Sálmur 110 í sálmabókini - Í Betlehem, í Dávids stað

    3. Sálmur 111 í sálmabókini - Gleðin hon er fødd í dag

    4. Sálmur 119 í sálmabókini - Guds einglar nú syngja við gleði og gleim.

  2. Á páskum

    1. 166 aftur føstuklokkan ljóðar

    2. 181 til kross og grøv mín jesus fer (skírisdagur)

    3. 186 Hann á krossinum aleina

    4. 201 Grøvin sterka rivna er


Framføra ein leik:

  1. Jólaevangeliið

  2. Hin miskunsami sámariubúgvin

  3. Fortelja eina søgu, børnini dramatisera leikin


Seta orð á eina bøn:

  1. Faðir Vár

  2. faðir vár søgan






Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram