Brúna Gøta - Legulív

Á legu


Hugleiðing

Er man úlvur/títlingur, so fer man á legu og er virkin. Úlvarnir/títlingarnir eru við til at fyrireika, gera klárt, seta tjald upp, taka niður aftur og so framvegis. Øll eru virkin, tá ið farið verður á legur. Tey skulu tí læra at pakka niður til bæði styttri og longri ferðir, at reisa tjald og at halda reint á leguøkinum. Hetta er góður lærdómur at byrja við.


Gøtan

Úlvurin/títlingurin skal

Útdýping

Duga at stinga ryggsekkin

Her er møguligt at læra úlvarnar/títlingarnar at stinga ryggsekk til stuttar túrar og langar legur. Alt frá at pakka sína tasku til ein gongutúr til at stinga ryggsekkin til eina summarlegu.

Frálæran um at stinga ryggsekk kann gerast í samband við eina legu, soleiðis at tað samstundis er ein áminning um, hvat skal havast við.

Duga at reisa tjald

Eitt tunnilstjald kunnu flestu úlvar/títlingar klára at seta upp, um teir fáa nakað av leiðarahjálp. Um úlvarnir/títlingarnir hava brúk fyri avbjóðing, kunnu teir seta onnur sløg av tjøldum upp ella seta tjald upp við einari serligari avbjóðing.

Halda leguøkið reint

Umráðandi er, at einstaki úlvurin/títlingurin hevur skil á sínum egnu tingum og dugir at halda sítt egna øki reint. Eisini er umráðandi, at alt leguøkið er reint, og at leguøkið í øllum førum er í líka góðum standi, sum tá ið komið var til tað.


Hugskot til fundir

Duga at stinga ryggsekkin:

  1. Vegleiðing til at stinga ryggsekk er í Skótanum.

  2. Umframt at greiða frá hvussu og hví, so læra øll best við at royna sjálvi og skal tað eisini gerast í hesum føri. Eitt hugskot er at vísa tveir ryggsekkir við sama viðføri, har annar er rætt pakkaður, meðan hin hevur skeivt vektbýti og nógvar leysar posar.


Duga at reisa tjald:

  1. Ymiskar avbjóðingar:

    1. Bara onnur hondin verður nýtt.

    2. Bind fyri eyguni.

Halda leguøkið reint:

Her eru eingi dømi - góð hugskot eru vælkomin


Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram