Klubmodul heintar síðuna
Jólalega - Havnar KFUK skótar
Leiðbeining
1. Er hetta fyrstu ferð tú tilmeldar? So skal ein vangamynd stovnast her  Opret profil
2. Annars skalt tú logga á niðast í vinstru valmynd fyri at tilmelda..

Er Nissuhúgvn klár?

Ársins besta lega er tá skótar og ungdómsskótar hj´Havnar KFUK skótum hava jólalegu saman.

Tema er JÒL allan vegin ígjøgnum. Spøl,bakstur, pakkaspæl og hugni.

Nærri skrá kemur seinri.

Menlongu nú kanst tú byrja at binda tína egnu nissuhúgvu. Fyri at luttaka í jólaleguni er kravið at tú hevur bundið tína egnu nissuhúgvu. Tað er lov at fáa eitt sindur av hjálp, men tú skalt hava bundið tað mesta sjálv. Tú gert sjálv av hvat mynstur tú brúkar og hvussu long hon verður.

Her er ein uppskrift frá javna uppá eina fitta nissuhúgvu.

https://javni.fo/upload/tinymce/00edd5a3c965ec836b51d28f77661b7ce4f6d250.pdf


Pakkilisti:

- Skótabúni og turriklæði (tað eru vit í)

- Nissuhúgva

- Soviposi

- Undirlag

- Klæðir at vera úti í

- Skiftiklæðir

- Náttklæðir

- Gávu til pakkaspæl (umleið 40kr)

- Hosu at hanga upp (um jólamaðurin kemur)

- Persónligar vaskigreiðir

- Gott lag :)

Tilmeldaði
0 /50
Tilmeldingarfreist
27.11.2025
Tíðspunkt
29.11.2025 kl. 11.00 - 30.11.2025 kl. 13.00
Sted
Tórshavn
Prísur
200,00 ,-
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram