Vælkomin á smáskótadag 2026
Smáskótadagurin 2026 verður í Klaksvík leygardagin 9. mai.
Vit gleða okkum til ein stuttligan og spennandi dag saman við smáskótum úr øllum landinum.
Í ár er evnið fyri dagin “Ver til reiðar!”.
Allir skótabólkar úr øllum samskipanum eru vælkomin við og vit vóna at síggja nógvar skótar.
Smáskótadagurin er fyri skótar í 4. flokki og yngri.
Dagurin verður skipaður sum postarenning runt í Klaksvík við ymiskum uppgávum og spølum, har skótarnir fáa møguleika at royna seg.
Dagurin byrjar kl. 10 á Vágsbøi og endar sama stað kl.15:30.
Á degnum skal tú hava hetta við í einum ryggsekki: Regnklaðir, skiftiklaðir, vatndunk og matpakka.
Vit vera úti allan dagin. Fyri at luttaka mást tú tryggja tær at títt skótalið luttekur, so at ein leiðari er ið hevur ábyrgd av tær.
Tað skal í minsta lagi vera ein leiðari fyri hvørjar 10 smáskótar.
Freistin at melda til er 25. apríl 2026.
Vit gleða okkum nógv at síggja tykkum til ein góðan dag saman!