Vártúrtur 2026
Samla tína patrulju og kom við á vártúr.
Ein kappin fyri skótapatruljur í øllum aldri. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, ein fyri skótar undir 18 ár og ein fyri skótar yvir 18 ár.
Um vártúrin:
- Túrurin skal vera 20km.
Er teinurin ov langur at ganga yvir ein dag, so kunnu tit ganga teinin yvir tveir fylgjandi dagar.
- Tit velja sjálvi hvar leiðin gongur
- Tit skulu velja ein dag í apríl 2026 at ganga
- Tit skulu fylgjast sum patrulja (3-8 luttakarar)
- Tit fáa uppgávur at loysa á túrinum. Tess fleiri tit loysa, tess størri er møguleikin at vinna kappingina.
- Allir luttakarar skulu melda til. Luttøkugjaldi á kr. 50 er fyri merkið ið tit fáa, og fyri vinningin ið verður vinnarapatruljunum í báðum aldursbólkum.