´Kveikingarsamdøgur verður 28.-29. august 2026
Føroya KFUK skótar bjóða øllum ungum og vaksnum kvinnum ið eru áhugaðar í skótavirksemi til
kveikingarsamdøgur í skótahúsinum við Løkin.
Aldursmarkið er 16 ár ella eldri.
Kvinnur úr øllum skótabólkum í Føroyum eru vælkomnar við.
Eisini tær ið ikki eru knýttar at nøkrum skótabólki, men eru áhugaðar.
Á skránni á kveiking í ár, fara við at hátíðarhalda altjóða limaskapin í WAGGS á ymsan hátt, millum annað við góðum WAGGGS aktivitetum.
Ætlanin er at vitja vælveruhúsið við Løkin, og at fara á stutta pílagrímsferð.
Harafturat verður ein verkstova har vit læra at gera "reeals"´til sosialir miðlar.
Góður matur og gott selsakap er altíð garanterað á kveiking😊
Nærri skrá og pakkilisti kemur seinri.
Endamálið við Kveiking er at geva kvinnuligum leiðarum og skótaáhugaðum eina jaliga, uppbyggjandi og kveikjandi uppliving og eina góða byrjan uppá skótaárið.
Dentur verður lagdur á viðurskifti, ið koma væl við í skótaarbeiðinum. Persónlig menning og góð samveraeru í miðdeplinum.
Tiltakið er fyri allar kvinnuligar skótar í Føroyum, úr øllum samskipanum. Ikki er neyðugt at tú ert virkin í einum skótabólki, bara tú ert áhugað.
Aldursmarkið fyri luttøku er 16 ár
Vit møta kl 18.00 í skótahúsinum við Løkin.
Ynskir tú eisini agt luttaka á leiðarabyrjan fyri KFUK skótar, so møtast vit kl 16:30 í skótahúsinum. Leiðarabyrjan er ein innleiðsla í arbeiðinum hjá Føroya KFUK skótum. Við at luttaka í leiðarabyrjan, fært tú møguleika fyri at luttaka í leiðaraskeiðunum í Føroya Skótaráð skipar fyri hettar skótaárið. Leiðarabyrjan er ókeypis og varðar 2 tímar.
Kostnaður er 350kr. Íroknað er gisting, allar máltíðir, skeiðshaldarar, atgongd til vælveruhús og tilfar ið verður brúkt.
Melda til her: Klubmodul.dk - Nem klubadministration