Klubmodul heintar síðuna
Kveiking 2026
Leiðbeining
1. Er hetta fyrstu ferð tú tilmeldar? So skal ein vangamynd stovnast her  Opret profil
2. Annars skalt tú logga á niðast í vinstru valmynd fyri at tilmelda..
Tilmeld som gæst
Luttakara Fornavn
Luttakara Eftirnavn
T-postur
Farttelefon

Vælkomintil Kveiking við Løkin

Í ár byrjar skótaárið við Løkin.

Á skránni á kveiking í ár, fara við at hátíðarhalda altjóða limaskapin í WAGGS á ymsan hátt, millum annað við góðum WAGGGS aktivitetum.

Ætlanin er at vitja vælveruhúsið við Løkin, og at fara á stutta pílagrímsferð.

Harafturat verður ein verkstova har vit læra at gera "reeals"´til sosialir miðlar.

Góður matur og gott selsakap er altíð garanterað á kveiking😊

Nærri skrä kemur seinri.

Endamálið við Kveiking er at geva kvinnuligum leiðarum og skótaáhugaðum eina jaliga, uppbyggjandi og kveikjandi uppliving og eina góða byrjan uppá skótaárið.

Dentur verður lagdur á viðurskifti, ið koma væl við í skótaarbeiðinum. Persónlig menning og góð samveraeru í miðdeplinum.


Tiltakið er fyri allar kvinnuligar skótar í Føroyum, úr øllum samskipanum.

Aldursmarkið fyri luttøku er 16 ár

Vit møta kl 18.00 í skótahúsinum við Løkin.

Ynskir tú eisini agt luttaka á leiðarabyrjan fyri KFUK skótar, so møtast vit kl 16:30 í skótahúsinum. Leiðarabyrjan er ein innleiðsla í arbeiðinum hjá Føroya KFUK skótum. Við at luttaka í leiðarabyrjan, fært tú møguleika fyri at luttaka í leiðaraskeiðunum í Føroya Skótaráð skipar fyri hettar skótaárið. Leiðarabyrjan er ókeypis og varðar 2 tímar.


Pakkilisti:

Undirlag

soviposi

skógvar at ganga úti í 

skótabúni

snildtelefon og løðara (til reel verkstovuna)



Tilmeldaði
4 /30
Tilmeldingarfreist
26.08.2026
Tíðspunkt
28.08.2026 kl. 18.00 - 29.08.2026 kl. 18.00
Kl.
Skótahúsini við løkin
Prísur
350,00 ,-
Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram