Vetrartúrur - 15 km 

Merki kann takast saman við patruljuni, liðnum ella bólkinum 

Tit skulu fyrireika tykkum ein túr, ið er minst 15km.

Fyrireiking, áðrenn túrurin byrjar
Pakkilisti: Spittkøk ella annað at gera mat á.
Uppgáva at gera áðrenn túrin: finna eina uppskrift til góðan mat á túrinum. Skal gerast á spittkøki ella onkrum líknandi. Máltíðin skal verða: forrættur og høvðusrættur, ella høvðusrættur og dessert.
Avtala hvør hevur hvat við til túrin, sum skal brúkast til máltíðina.

Fyri hvørjar 3 km tit ganga, skulu tit finna tykkara GPS-koordinator
Um tit ivast hvar tit eru stødd, kunnu tit finna tykkara GPS-koordinator t.d. soleiðis:
Nýt Google maps
Zooma so langt sum møguligt inn har tit eru stødd
Trýst leingi á har tit eru stødd á telefonini, til eitt reytt merki kemur á har, sum tit eru stødd. Trýst á reyða merki, og tit fáa plaseringina at vita hvar tit eru stødd í stigum.
Undir myndini stendur í stigum hvar tit eru stødd.

Gott at taka nógvar myndir og møguliga film á túrinum. Gott at hyggja eftir seinni.

Samstundis, sum tit ganga, skulu tit práta saman, um alt gott, sum tit uppliva við at verða skóti J Finni minst 10 ella fleiri ymiskar setningar, sum gevur tykkum nakað gott/ella hevur givið tykkum nakrar góðar upplivingar, við at verða skóti. 

Hvørji djór (her verður hugsa um øll djór: fuglar, kettir, hundar o.s.fr og eisini insektir) síggja tit á túrinum. Tit eru vælkomin at tekna tey, skriva tey niður ella tit tosa um hvørji djór tit hava sæð. 

Tit hava funnið tykkum eina lekra uppskrift, sum tit skulu brúka á túrinum. Finni tykkum eitt gott stað at gera matin.

Uppgávan um fyrstuhjálp: Tit skulu fyristilla tykkum at ein skóti svímar á tykkara túri. Hvat gera tit? Filma støðuna og hvat er best at gera (vælkomin at greiða frá í filminum). Vælkomin at leggja filmin út á facebook ella instagram og #føroyakfukskótar og #vetrartúrur

Tit eru vælkomin at leggja nakrar myndir út á sosialu miðlarnar og #føroyakfukskótar #vetrartúrur #einaferðskótialtíðskóti #abcfyrisálarligaheilsu

Vónandi fáa eitt ein super góðan og stuttligan túr

Merki til vetrartúrin kann keypast á heimasíðuni, undir handil

 


 

 

Tíðindi

Stuðlar