Góðu limir
Nú hava tit møguleikan at sleppa at luttaka á Ung i Norden, ið hesaferð verður hildið í Danmark.
Ung i Norden byrjar 22. oktober 2026 kl. 17 á Høvuðbanagarðin í Keypmannahavn og endar aftur 25. oktober kl. 13:30 á sama staði.
Tema fyri Ung i Norden í ár er Sálarheilsa hjá ungum, og talan verður um eitt vikuskifti við verkstovum, íblástri og sosialum aktivitetum, ið geva tær betri innlit í, hvussu samveran í skótahøpi kann fremja betri sálarheilsu.
Ung i Norden er fyri tey, ið eru millum 16 og 22 ár, og seinastu árini hava vit í Føroym havt luttakarar við á hvørjum ári.
Afturmeldingarnar hava verið sera góðar, og frásagnir frá túrunum kunnu lesast á
https://scout.fo/category/nsk/ung-i-norden/.
Ung i Norden verður fyriskipað í regi av Nordisk Spejderkomité, og Føroya Skótaráð rindar tí fyri ferðing og luttøku - hetta er altso ókeypis fyri tykkum at taka lut í.
Tað er eingin leiðara ið ferðast við teimum føroysku luttakarunum, so tú mást vera før fyri at ferðast sjálv saman við øðrum ungum.
Áðrenn fráferð fært tú at vita hvørji onnur fara avstað, so tit kunnu planleggja ferðina saman.
Trey fyri luttøku er at tú ert limur og hevur goldið limagjald til tína samskipan fyri skótaárið 26/27.
Sum útgangsstøði er tað først til mølle prinsippið, ið ger seg galdandi við tilmelding, men Føroya Skótaráð tilskilar sær rætt at taka onnur framum, um onkur tilmeldaður hevur verið við fyrr.
Donsku innbjóðingiona finnur tú her.
https://mail.google.com/mail/u/0?ui=2&ik=e35ac38421&attid=0.1&permmsgid=msg-f:1867071678965850918&th=19e92bccc2f3a326&view=att&disp=safe&realattid=f_mpzg8xkz0&zw