365 dagar í skótaturriklæði:

Skótin skal ganga við turriklæðnum í eitt heilt ár, 365 dagar.


Skótaturriklæði skal verða sjónligt um hálsin, 365 dagar út av 400 dagar. Ein skal hava skótaturriklæði um hálsi, tá ein er í skúla, til arbeiðis, barnadóp, føðingardag ella hvar ein nú er.

Skótaturriklæði skal verða um hálsin og verða bundið sum eitt skótaturriklæð. T.v.s. at ein kann ikki brúka tað sum hárband ella annað, uttan so at ein hevur eitt annað skótaturriklæði um hálsin.


Nær skal ein ikki hava skótaturriklæði um hálsin:

Tá ein svevur
Tá ein er í bað ella t.d. svimur.
Um tú skalt vera í einum búna, har tað ikki ber til at hava turriklæð á sær. Tað kann verða onkur ítóttargrein ella okkurt ávíst arbeiði.
Um tað ikki er trygt at hava turriklæð á.
Um tú velur at hava 1 av tínum 35 "buffaradøgum"

Ein "Baffaradagur", er ein dagur, har tú ikki ert í skótaturriklæðinum. Tað kann til dømis vera á Ólavsøku, til eitt brúðleyp ella líknandi dagar har tað ikki

hóskar seg so væl. Brúkar tú ein "buffaradag, so verður hann lagdur afturat í hinum endanum. Tað vil siga at skótin skal hava gingið í skótaturriklæði í 365 dagar, men 

kann gera tað innan 400 dagar. 

Skótaturriklæði kann keypast á heimasíðuni, undir handil 

Keyp merki á heimasíðuni, undir handil.

Sigið tykkara skótaleiðara frá um tit ynskja at taka turriklæðimerkið, so tey kunnu fylgja við :)

 

 

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram