Títlingasangurin

Títlingarnir eita vit

smágentuliðið káta,

tí at títt sum títlingar

vit allan dagin láta.

Títt kring lág og lyng

títlingarnir tita;

láta, leika runt í ring

í sól og summarhita.


Um vit eru smáar enn,

tó okkum fram vit bjóða.

Fylkjast vit í liðinum,

ið verja vil tað góða.

Títt kring......


Yvir fjøll og grønan dal

 vit ikki løtu nakra

gloyma tað, at títlingurin

elska skal tað vakra.

Títt kring......


Eisini vit minnast til

at búnin sum vit bera,

gevur okkum skyldu til

tað sanna bert at gera.

Títt kring .....

Æra faðir, móðir vit

og elska summardáar.

Minnast Guð, vit gera gagn,

sjálvt um vit eru smáar.

Títt kring lág og lynd

títlingarnir tita;

láta leika runt í ring

í sól og summarhita.


M.S.Viðstein

Tíðindi

Stuðlar