Stuðulspolitikkur fyri Føroya KFUK skótar
Føroya KFUK skótar kunnu lata stuðul til feløg og einstaklingar, ið eru limir hjá Føroya KFUK skótum. Tó er stuðulsupphæddin tengd at árligu inntøkunum hjá samskipanini (t.e. stuðul frá FUR og FSR v.m)
Landsnevndin viðger innkomnar umsóknir tvær ferðir um árið.
Grein 1. Nýggj limafeløg
Føroya KFUK skótar kunnu stuðla nýggjum limafeløgum við útgerð, so sum turrikløðum, merkjum, leguútgerð v.m.:
Grein 2. Ferðastuðul:
Ferðastuðul verður latin til leiðarar, ið ferðast millum/fyri skótastøðini. Ferðauppgerð skal fyriliggja. Ferðingin skal váttast av liðleiðaranum á staðnum.
Kilometurstuðulin verður latin eftir somu skipan sum tann almenni ferðastuðulin. Kvittan skal fyriliggja til tunnilsgjøld og buss- og ferjugjøld.
Er tað longri tíðarskeið, skal søkjast og grundgevast
Grein 3. Umboðan
Føroya KFUK skótar kunnu veita stuðul til umboðan innanlands og/ella uttanlands. Søkjast skal áðrenn tiltakið byrjar.
Søkjast kann um stuðul til skeiðsvirksemi og onnur mennandi tilboð. Grundgevast skal í umsóknini um týdning og vinning fyri skótarbeiði.
Eisini kann søkjast um stuðul til skótalegur og skeið uttanlands.
Tiltøk og legur, ið norðurlendska samstarvsnevndin skipar fyri, hava framíhjárætt.
Grein 4. Stuðul til limafeløg
Søkjast kann um stuðul til útgerð.
Søkjast kann - í ávísum førum - um stuðul til viðlíkahald av skótahølunum.
Viðtikin á Landsfundi 04/03/2023
Stuðulsumsókn skal sendast skrivliga til landsnevndina hjá Føroya KFUK skótum.
Viðmerk: "Stuðulsumsókn" í yvirskiftina til teldupostin
kfukscout@gmail.com