Skótavinur
(Felagsskapur )
Gera eitthvørt saman við einum øðrum liði ella bólki
Skipa fyri einum fundi, túri ella veistlu og bjóða einum vini, sum ikki er skóti við
Vera á legu saman við einum øðrum flokki
Vera við á einum skótadegi
Senda eitt bræv við myndum til ein skóta í einum ørum smáskótalið
Fara til ein skótafund hjá einum ørum skótaliði
Hoyr um søguna hjá Føroya KFUK-skótum.
Læra at rósa hvørjum øðrum og fáa vita hvussu umráðandi tað er og hví
Spælið nøkur spøl við fokus á samstarv og álit.
Gerið "samverureglur" fyri liðið, har títlinga (smáskótar) orða sínar samverureglur. Dømi: " Vit tosa pent um og við hvørja aðra. Vit hjálpa hvørjari aðrari og eingin verður hildin uttanfyri". Genturnar skulu skulu sjálvar seta orða á hvat tær halda vera týdningarmikið at hava við. Gerið eina plansju ið kann hangast upp í skótahølunum, soleiðis at tit lesa samverureglurnar upp innan hvønn fund.