Grøn skjúrta ella troyggja í ávísum sniði. Grønar buksur, cowboybuksur ella grønt skjúrt. Til búnan verður nýtt turriklæði og skótabelti. Allir limir í
samskipanini nýta skótabúnan. Nýggir limir hava rætt at bera skótabúnan, tá teir hava luttikið á fýra fylgjandi skótafundum.
Títlingabúnin:
Kravd merki til títlingabúnan eru: Títlingaemblemið (tá ið títlingurin hevur staðið títlingaroyndina), alheims títlingamerkið, bygdarmerkið, flokksmerkið, ársstjørnur, KFUK-merkið og landsmerkið. Til títlingabúnan hoyrir turriklæði.
Títlingurin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið. Títlingar kunnu bera legumerki og serlig merki við loyvi frá leiðsluni.
Grønt pannuband/húgvu við títlingamerki.
Skóta- og ungdómsskótabúnin:
Kravd merki til skótabúnan eru: Skótaemblemið (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), alheims skótamerkið, tjóðarmerkið, bygdarmerkið, liðmerkið, ársstjørnur og patruljulitir, KFUK-merkið og landsmerkið.
Til skótabúnan hoyrir turriklæði. Ungdómsskótar og leiðarar bera turriklæði.
Skótin ber tey royndarmerki, dugnatekin og gonguskjøldrar, hon hevur tikið.
Skótin kann bera legumerki og serlig merki við loyvi frá leiðsluni.
Grøn alpuhúgva við hvítum Sigmundarkrossi.
Leiðarabúnin:
Kravd merki til leiðarabúnan eru: Skótaemblemið, alheims skótamerkið, tjóðarmerkið, bygdarmerkið, landsmerkið, ársstjørnur og KFUK-merkið.
Leiðari kann bera royndarmerki, 1. hjálparmerki og gonguskjøldrar.
Leiðari kann bera legumerki og serlig merki við loyvi frá leiðsluni. Leiðarar bera grønt turriklæði. Leiðari við Smæru/Gilwell ber snórin og tilhoyrandi turriklæði.
Patruljulitir:
1. pat. REYTT
2. pat. BLÁTT
3. pat. GRØNT
4. pat. GULT
5. pat. BRÚNT
6. pat. LJÓSABLÁTT
7. pat. HVÍTT
8. pat. VIOLETT
Ársstjørnur:
1. ársstjørna: Lítil silvurlitt
5. ársstjørna: Stór silvurlitt
10.ársstjørna: REYÐ
15.ársstjørna: GRØN
20.ársstjørna: SILVUR
25.ársstjørna: GULL
Tignarstig:
Snórar, sum kunnu berast, tá patruljuførarar hava verið á PF-venjing og liðleiðarar á Leiðaraskeiði I.
Liðleiðari: grønan/hvítan snór
Liðhjálpari: hvítan snór
Patruljuførari: hvítan snór
Patruljuhjálpari: bláur snórur
Pláss á búnanum:
Merkini á búnanum hava hvørt sítt pláss:
Uppi yvir vinstra lumma: Títlingaemblemið, Alheims títlingamerkið, Skótaemblemið, Altjóða smæran og Landsmerkið
Beint uppi yvir vinstra lumma: Ársstjørnur
Uppi yvir høgra lumma: Tjóðarmerkið
Uppi yvir tjóðarmerkinum: Legumerki
Patruljulitir: um akslastropparnar
Liðmerkini: ovast á ørmunum
Royndarmerkini: á vinstra armi - undir liðmerkinum
Dugnaðartekin: á vinstra armi undir royndarmerkjunum
Bygdar/býarmerkið: á høgra armi
KFUK-merkið: uppi yvir bygdar- ella býarmerkinum
Tignarstig: snórar í ymiskum litum um hálsin
Øll merkini eiga at sita oman fyri albogan.