Limagjald fyri skótaárið 2026/2027
Góðu foreldur, skótar og stuðulslimir. Nú er tíðin komin at gjalda limagjald fyri inniverandi skótaár.
fyri at rinda limagjald so skal tú trýta á ovasta bjálka "limagjald" og síðani velja tann skótabólk ið tú er tilknýtt.
Ynskir tú at gerðast stuðulslimur, ert tú limur av 4. grein, so velur tú antin stuðlandi limur, ella 4. grein niðast undir limagjald.
Síðani skal tú logga inn við brúkaranavni og loyniorði. Ert tú nýggjur limur, so skalt tú stovna vanga fyrst. Annars loggar tú
inn við tí brúkaranavni og loyniorði ið tú fyrr hgevur nýtt. Ivast tú, so kanst tú finna brúkaranavn í tí teldupostinum ið tá fsendandi við innliman.
Heuvr tú trupuleikar við at fáa tað at rigga, so kanst tú skriva til okkara á kfukscout@gmail.com so hjálpar vit tær so skjótt ið til ber.
Rinda limagjaldið her: https://kfukskotar.fo/cms/TeamOverviewAlt.aspx
Tað er títt limagjald ið stuðlar okkara virksemi.
Tað er av stórum týdningi fyri okkara virklsemi, at øll ið megna tað, rinda limagjaldið innan nýggjaár, og helst innan 1. dec.
Umframt inntøkurnar av limagjaldinum, so fáa vit eisini játtað stuðul frá landinum og frá Føroya ungdómsráð útfrá hvussu nógvir limir vit hava ið rinda limagjald.
So tí ger tað eyka stóran mun, um tú eisini rindar :)
Hevur tú av fíggjarligum áðum trupult við at rinda limagjaldið, so er gott at tú sigur okkum ella tínum bólkaleiðara, heldur enn at gevast við
skótaarbeiðinum. Tì sjálvsagt ert tú vælkomin, hóast fíggjarkarmurin er trongur. Vit hava møguleika fyri finna eina loysn í mun til tey ið av fíggjarligum áðum ikki hava møguleika fyri at rinda limagjald.
Takk fyri tín stuðul!
