Knívamerki

(Sjálvbjargni)





  1. Læra at halda einum knívi

  2. Læra at rætta einum øðrum persóni ein knív

  3. Læra at taka ímóti einum knívi frá øðrum persóni

  4. Læra at telgja við knívi
    - telgja burtur frá kroppinum
    - telgja niður móti gólvinum/jørðini
    - telgja frammanfyri knøini
    - sita still, meðan ein telgjur

  5. Læra, at knívurin er eitt amboð og ikki ein leika

  6. Læra, at knívurin altíð skal vera reinur og hvassur

  7. Læra at skera við knívi
    - altíð at skera á einum føstum undirlagi

  8. Læra, at man ikki spælir við ein knív
    - man rennur ikki við knívi í hondini
    - man kastar ikki við knívinum
    - man skerur ikki í mold við knívinum
    - man hóttir aldrin við knívi

  9. Læra, at áðrenn spælt verður, so skal knívurin leggjast á eitt stað, har eingin kann fáa skaða av honum

  10. Læra, at tá knívurin ikki verður nýttur, so skal hann vera í slíðranum.


Tíðindi

Stuðlar